mánadagur 4. januar 2010síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 1 - 4. januar 2010
tíðindi
Niðanfyri prenta vit
nýggjárs røðuna, sum Kaj
Leo Johannesen, løg mað ur,
helt nýggjár s aftan:
Gott kvøld øll somul!
Í kvøld leggja vit farna árið aftur
um bak. Vit ganga aft ur móti
ljósari tíðum og fara undir eitt
nýtt ár við nýggj um avbjóðingum
og møgu leikum.
Árið hevur verið merkt av
búskaparligum remb ing um um
allan heim. Hesar eru nú um at
hasa av. Met ingar siga, at gongd
kemur aftur á heimsbúskapin
kom an di ár, og vit kunnu loyva
okkum at vænta, at før oyski
búskapurin aftur fer at vaksa.
Okkara búskapur er lutfals liga
væl fyri. Vit hava megn að at
staðið ímóti bú skap ar liga
lágtrýstinum. Men leiðin úr
aldudalinum verð ur helst long,
og vit fara neyvan at uppliva
sama bráð vøkstur eins og undan
farin ár.
***
Søgan hevur víst okkum, at tey
samfeløg, sum megna at umstilla
seg og fremja neyð ug ar
broytingar rætt stundis, standa seg
best.
Vit føroyingar hava altíð livað
av náttúruni, har gongd in skiftir
millum góð ár og ring ár, og í
øldir hava vit búleikast eftir
megin reglu ni um at brúka eftir
føri muni.
Javnvág er ikki millum inn
tøkur og útreiðslur hjá lands
húsarhaldinum. Tí er út reiðs
luvøksturin á fíggjar lógini fyri
komandi ár minkaður munandi
saman borin við undanfarnu árini.
Harumframt eru lógar broyt ingar
framdar, sum geva
landskassanum fleiri inntøkur, og
játtanin til íløgur er hin størsta
nakran tíð, tá útbyggingin av
flogvøllinum er tikin við.
Málið er at fáa javnvág í
almenna raksturin innan 3 til 5
ár.
***
Tað áliggur okkum at skipa
samfelag ið soleiðis, at øll hava
møguleika at skapa sær eina
góða og trygga til veru. Eitt sam
felag, har ar beiði er til allar
hendur. Eitt samfelag, har
koman di ættarlið støðast og vilja
seta búgv.
Í árinum 1900 skrivaði Andrass
Samuelsen, sum sei n ni gjørdist
løgmaður: “Væl er okkara land
fátækt, men um Føringar við
øllum sínum vilja og av allari
megi vilja løna sínum fostur landi
sum góð børn móð ur síni, so er
landið ikki fátækt.”
Føroyar eru ikki longur eitt
fátækt land. Vóru tíðir nar
trongar, ella tóktust
av bjóðingarnar øgiligar, fullu vit
ikki í fátt. Altíð var vilji at løna
fosturlandinum. Altíð vóru
hendur, sum vil du taka tøk, tá ið
á stóð. Og altíð var áræði at taka
við nýggjum avbjóðingum.
Langt hava vit vunnið fram á
leið hesi 100 árini, og okkara
ríka samfelag bygg ir á avrik hjá
kvinnum og monnum, sum
undan okk um hava stríðst á
sjógvi og á landi.
Gott er at kenna hitan av
hondum, ið sleptu.
***
Fyri at menna okkara vælferða
rsamfelag og veita borgarunum
betri tænastur, mugu vit eisini
taka tøk og fremja
grundleggjandi tillagingar.
Hetta arbeiðið er byrjað. Í
morgin skriva vit ein nýggj an
kapitul í heilsusøgu Føroya, tá
nýggj skipan við almennari
heilsutrygd kem ur í gildi.
Skipanin er sam haldsføst og ger
umsitingina smidligari og
bíligari. Ein meginregla er, at tey,
sum hava størsta tørvin á heili
vági, fáa mest í stuðli.
Nýggj pensjónsskipan verð ur
sett í verk í komandi ári.
Endamálið við skipan ini er at
tryggja øllum borgar um virðilig
ellisár, har tey, sum hava møgu
leika, rinda til egnu eftirløn,
með an landið tryggjar tey, ið ikki
hava havt møguleika til at spara
upp til sína egnu pensjón.
Kommunuøkið verður
ný skipað. Eindirnar verða færri
og sterkari, so meir fæst fyri
skattakrónurnar. Kommun urnar
verða betri før ar fyri at røkja
Latið okkum standa saman um eitt
samfelag har rúm er fyri øllum