Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-04, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. januar 2010síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 1 - 4. januar 2010 19 Vilt tú vera við at marknaðarføra Smyril Line á netinum og at samskifta online við málbólkin hjá okkum í Føroyum, Danmark, Týsklandi og aðrastaðni í Evropa, so hava vit eitt sera spen- nandi starv til tín. Vit leita eftir einum starvsfólki, sum skilir týd- ningin av online-samskifti, og sum kann gera Smyril Line sjónligt fyri umheiminum á interneti- num. Vit leita eftir einum starvsfólki, sum hevur dirvi og vilja, og sum skilir týdningin av online- marknaðarføring. Vit bjóða tær eitt spennandi fulltíðarstarv í ein- ari vaksandi fyritøku, sum heldur til í Tórshavn, Keypmannahavn, Hanstolm og Kiel. Størsta ábyrgdarøkið verður at samskipa sam- skiftið á netinum, syrgja fyri at Smyril Line verður sjónligt, har tað er neyðugt, millum annað á Google og øðrum leitimaskinum, skriva tekstir, viðlíkahalda heimasíður og annað. HØVUÐSUPPGÁVUR: – Styrkja Smyril Line á online-økinum – Samskipa aktivitetir í sambandi við dagføringar o.a. á heimasíðunum – Skriva tíðindi til heimasíðurnar – Dagføra tekstir og myndir – Syrgja fyri, at øll produkt eru at fi nna – Syrgja fyri, at alt sær gott út – Supportera allar skrivstovur á samskiftisøkinum VIT VÆNTA, AT TÚ: – Arbeiðir skipað og sjálvstøðugt – Hevur royndir á økinum – Hevur viðkomandi útbúgving – Dugir væl at samskifta við starvs- felagaðar og onnur – Dugir at orða teg í minsta lagi á føroyskum, donskum og enskum, bæði í skrift og talu – Hevur royndir við CMS-skipanum Internetsamskipari til Smyril Line Hevur tú spurningar um starvið, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við marknaðarstjóran, Henny á Líknargøtu, á +298 551511 ella á henny@smyril-line.fo. Starvið skal setast skjótast til ber, so um hetta hevur tín áhuga, verður tú vinarliga biðin um sum skjótast at senda okkum tína umsókn við teldubrævi til henny@ smyril-line.fo ella við vanligum brævi til: Smyril Line Yviri við Strond 1 Postboks 370 FO 110 Tórshavn sínar upp gáv ur, og arbeiðspláss verða skapt úti um landið. Arbeitt verður eisini við broyt­ ingum á skúlaøkinum, ið skulu tryggja, at meira fæst burturúr, og at skúlin verð ur betri. *** Fyritreytin fyri fólkavøkstri er búskaparvøkstur. Landsstýrið hevur saman við vinnuni gjørt eina vakstra rætlan , sum skal skapa størri virksemi og fleiri inntøkur til sam felagið. Farið er undir at end u r skoða fiski vinnu­ politikk in m.a. við atliti at brúks­ skyldu og um seti lig heit. Okkara búskapur skal hava fleiri bein at standa á, og vit skulu fáa fleiri av okkara ungu heimaftur eftir lok na útbúgving. Við meira gransk ing, menning og ný skap an náa vit hesum mál um. Tí arbeiðir lands stýr ið við at seta í verk ein mið vísan gransking ar poli tikk. Vit koma ongan veg, um óttin fyri at fremja er størri enn viljin at betra og endur nýggja. Skulu vit skapa nýggjar vinnur, mugu vit tora, og skulu vit røkka hægstu tind um, mugu vit taka tey smáu fetini fyrst. Eg skilji væl, at mong ivast í, um tað ber til at gróðurseta nýggjar vinnur, men vit mugu ikki gloyma, at okkara forfedrar hugdu við sama ivasemi at fyrstu føroysku sluppini, tá ið hon legði frá landi. Okkara ítróttarfólk hava prógv­ að, at hægstu tindar kun nu røkkast, men teirra úrs lit bera boð um, at vegur in upp á sigurspallin er langur og byrjar fleiri ár frammanundan á vøllum, í venj ­ ing arhølum og í hylj um. Avrik teirra vísa, at er vilj in til at eydnast størri enn óttin fyri at miseydnast, verða mál rokkin. *** Framtíðin hjá Føroyum vald ast, um vit megna at lofta teimum møguleikum og tora at taka ímóti teimum av bjóðingum gongdin í heimi n um hevur við sær. Handil og samstarv við onn ur lond hava skapt fram gongdina í okkara sam felagi. Vit útflyta so at siga alt, vit framleiða, og inn­ flyta nærum alt, vit brúka. Múrar køva framburð, og byrgja vit okkum inni her í Norðuratlantshavi, kemur stíg ur í. Umráðandi er tí, at Føroyar eru virkin partur av heimssamfelagnum, tí al heims­ gerðin er ikki eitt val, men ein veruleiki. Vit mugu gerast ein meira saman runnin partur av ES, og soleiðis geva okkara vinnu lívi møguleika at virka uttan forðingar í Ev ropa. *** Fá menniskju í heiminum hava so góð kor, sum vit føroyingar. Tað eiga vit at vera takksom fyri. Ongantíð í søguni hava so mong menniskju í heimi num livað á hungurs marki num, og hvønn dag doyggja áleið 17.000 børn í hungri. Vit eiga framhaldandi at vera partur av stríðnum ímóti fátækradømi. Okkara ábyrgd, sum samfelag og ein sta k lingar, er at vísa næsta­ kær leika og stuðla teim um, sum líða neyð. *** Veðurlagsbroytingar hava við sær, at jørðin gerst heit ari, og fleiri strandalond og oyggjasamfeløg eru hótt, tí sjógvurin fløðir. Í desember savnaðust heimsins leiðarar tí í Keypmannahavn fyri at gera eina altjóða avtalu um at minka útlátið av veður lags gassum. Tíverri eydn að ist ikki heims sam­ felag num at semjast um eina av talu. Men arbeitt verður víð ari við at fáa semju í lag sum skjótast. Neyðugt er at fara frá orð um til gerðir, tí sum starvs bróðir mín úr Maldiv unum, Mohamed Nasheed, segði: “Vit kunnu ikki sam ráðast við náttúrulógirnar. Vit kunnu ikki handla við móð ur jørð.” *** Tað er ikki bara á altjóða palli num, at breiðar politisk ar semjur eru neyð ug ar fyri at flyta mørk. Málið hjá mær og lands stýrinum hevur frá fyrsta degi verið at skapa breiðar semj ur millum samgongu og andstøðu um týdn ing ar mikil samfelagsmál. Tað hev u r eydnast. Løgtingið sam tykti í heyst einmælt, at Føroyar skulu skerja CO2 út látið við minst 20%. Løg­ tingið samtykti við stórum meiri­ luta at seta í gildi nýgg ju heilsutryggingina. Og allir flokkar á tingi legg ja í hesum døgum sein­ as tu hond á nýggju pen sjóns skip­ anina. Megna vit at halda fast við hesi gongd við breiðum semjum, kunnu vit røkka langt. Men kravið til okkum politikarar er, at vit tora at hava felags langtíðarmál og seta okkara egnu áhugamál til viks fyri at tæna landi og fólki. Felagsskapurin myndar tjóð ina, men tað er íkastið hjá tí einstaka, sum ger mun in, um so íkastið er stórt ella smátt. Tað eru virðini, sum verða skapt á sjógvi og á lan di. Tað góða arbeiðið, sum verður greitt úr hondum hjá tí privata og tí al menna. Listin, lær dómu r in og nýhugsanin. Upp aling in, sum vit foreldur geva børnum okkara. Vís­ dómur in og royndirnar, sum tey eldru geva næsta ættar liði. Virðingin og um sorg anin vit vísa øðrum. Við øllum ágóðum fylgir ábyrgd, og við øllum rætti ndum fylgja skyldur. Viljin at taka tøk heldur enn trongd in at krevja ber øll sam­ feløg framá. *** Lat meg siga frá einari søgu um tveir ferðamenn, sum hit tu ein gamlan mann. Ein ferðamaður nærk að ist einari bygd. Ein gamal mað ur sat við vegjaðaran, og tann ferðandi spurdi, hvus su fólkini í bygdini vóru. Tann gamli svaraði við at spyrja, hvussu fólkini vóru, haðani tann ferðandi kom. ”Sjálvsøkin og óá lít andi,” svaraði tann ferðandi. ”So leiðis vilja fólkini eisini vera, har tú kemur,” svaraði tann gamli. Ferðamaðurin var ikki meir enn farin, tá ein annar ferð andi kemur og steðgar á og spyr sama spurning, hvus su fólkini í bygdini vóru. Tann gamli svaraði aftur við at spyrja, hvussu fólk ini vóru, haðani hann kom. ”Tey vóru ósjálvsøkin og álítandi,” svaraði ferða maðurin. ”Eg var keddur, tá ið eg mátti fara av bygdini.” Tann gamli svaraði: ”at so leiðis eru fólkini í bygd ini, sum tú kemur til.” Henda søga sigur, at okkara mynd av øðrum er ein spegilsmynd av okkum sjálvum. Latið okkum gera hugburðin hjá seinna ferða­ manninum til okkara. Við hesum hugburði byggja vit land. *** Enn eitt ár er um at vera runn­ ið, og summi, vit ken du og vóru okkum kær, eru ikki longur millum okkum. Í kvøld leita tankar okkara til teirra, sum eru far in, og okkara samkensla fer til teirra, sum eftir sita. Vit minnast í sorg tey, vit hava mist, og vit minnast í takk­ semi tíðina, vit fingu sam an. Vit menniskju hava frá tíðar­ inn ar morgni livað í bólk um. Vit eru saman í gleði og í sorg, og felags skap ur okkara millum gev­ ur tann tryggleika, sum er okkum so virðismikil. Umsorganin fyri øðrum er dýrmætasta ábyrgd, vit kunnu átaka okkum. Næstra kær leiki er størsta gáva, vit kunnu lata. Latið okk um tí standa saman um eitt samfelag, har rúm er fyri øllum. Guð signi okkum øll, og Guð signi Føroyar – gott nýggj ár!