mánadagur 4. januar 2010síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 1 - 4. januar 2010
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Dagurin
4. januar. Metusalem, sonur Enoks. Hann gjørdist 969
ár (1. Mós, 5, 25-27).
(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)
Føðingardagur
Í morgin, týsdagin 5. januar, fyllir Sylvia Sivertsen í Klaksvík
80 ár. Føðingardagurin verður hildin hjá dóttrini í Geilini 22 frá
klokkan 16.00.
Gullbrúdleyp
9. januar 2010 hava hjúnini Arndis og Eli Davidsen,
Møllemarksvej 28, 4291 Ruds Vedby, gullbrúðleyp
Dagurin verður hildin saman við næstringum, vinum og
kenningum í Reerslev Forsamlings-húsi frá kl. 15.00.
Gullbrúdleyp
12. jan. hava hjúnini Magdalena og Jákup Martin Joensen í
Oyndarfirði gullbrúlleyp. Dagurin verður hildin í skúlanum í
Oyndarfirði tann 16. jan. kl. 19. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Merkisdagar
Tøkk
Vit takka so hjartaliga fyri sýnda umsorgan og heiður,
tá góði maður mín, okkara kæri pápi, beiggi, verfaðir,
abbi og langabbi okkara
Axel Mortensen
Akka
doyði og varð jarðaður.
Vegna tey avvarðandi
Mia
Hjartaliga takk
til øll, ið luttøku í jarðarferðini hjá
Wivicu Birch Larsen
Hjartaliga takk fyri blómur og kransar.
Kærar heilsanir
Gunnar
Gurið, Birita Lilja
Maria, Rasmus og Eliza
Jógvan Arge útvarpsmaður
kundi fríggjadagin 1. januar
halda sín 40 ára starvsdag í
útvarpinum hjá Kringvarp-
inum.
Jógvan er 62 ára gamal,
føddur og uppvaksin í
Havn, sonur Petru, f. Greg-
ersen, og Niels Juel Arge.
Hann er næstelstur av fimm
systkjum. Hini eru: Jórun,
Ólavur, Suffía og Magni
Barna- og unglingaárini
búði hann á Tinghúsvegnum,
gekk í nonnuskúla, millum-
skúla
og
studentaskúla.
Eftir lokið studentsprógv í
Hoydølum í 1966, fekk
hann sær útbúgving sum
journalistur
á
Ritzaus
Bureau í Keypmannahavn
frá 1967-70 og byrjaði sum
programmedarbeiðari
í
Útvarpi Føroya 1. januar
1970. Frá 1979-1989 var
hann leiðari fyri tíðinda-
deildina, og eftir tað var
hann programleiðari á stovn-
inum til 2008.
Jógvan var formaður í
Ítróttasambandi Føroya frá
1978-1980, og í 1999 fekk
hann heiðursviðurkenning
frá ÍSF. Síðan 1. januar
2001 hevur hann verið lim-
ur í Tórshavnar Býráð fyri
Tjóðveldisflokkin.
Hann
hevur eisini verið varaborg-
arstjóri.
Jógvan er helst best
kendur fyri at duga væl at
útvarpa kappróður og fót-
bóltsdystir,
umframt
at
hann eisini er kendur sum
rithøvundur. Hann hevur
m.a. skrivað ymisk minnisrit
og bøkur um føroyingar í
Grønlandi.
Hóast Jógvan varð sagdur
úr starvi í Kringvarpinum
16. desember í 2008, so
kann hann kortini halda sín
40 ára starvsdag, tí hann
hevur kortini øll hesi 40
árini verið í starvi hjá fyrst
Útvarpi Føroya og síðani
Kringvarpi Føroya. Í summ-
ar gjørdi Mentamálaráðið
av at ógilda uppsøgnina av
honum, og tí varð hann í
oktober aftur settur í starv-
ið, sum hann sostatt ongan-
tíð var farin úr – men eftir
egnum ynski í niðursetta
tíð.
Jógvan er giftur við
Maritu f. Niclasen úr Nesi í
Hvalba. Børnini eru: Niels
Juel, Uni og Jóhanna.
Jógvan Arge:
Fjøruti ár í Útvarpinum
Søcla (20 kg)
Turrfóður til hvølpar, unghundar og tíkir,
ið geva mjólk. Inniheldur serliga olju
blanding við týdningarmiklu omega3
og omega6 feittsýrunum, ið gev ein
blankan og skínandi pels. Er tískil sera
gott til hundar við húð og pelstrupul
leikum. SØCLA er eisini gott til aktivar
hundar. SØCLA inniheldur Cvitamin.
Fyri posan......kr. 540,-
Skyttens kat (15 kg)
Turrfóður til kettur við nógvum protein
um frá fiski, flogfenaði og eggum. Inni
heldur úrdráttir úr høsnarungalivur, ið
m.a. stimbrar smakkin. Lága PHvirðið
fyribyrgir urinsteini (struvitkrystallum).
Inniheldur TAURIN, ið er ein aminosýra,
ið hevur týdning fyri nethinnuna, hjarta
muskulaturin og immunverjuna.
Fyri posan......kr. 390,-
Special (20 kg)
Turrfóður til vaksnar hundar við vanlig
um tørvi. Serlig oljublanding við týdn
ingarmiklu omega3 og omega6 feitt
sýrunum gevur ein blankan og skínandi
pels og syrgir fyri at pelsurin ikki gerst
turrur. Er tískil eisini sera gott til hundar
við húð og pelstrupulleikum. SPECIAL
er eisini sera gott fóður til eldri hundar.
Fyri posan......kr. 450,-
SKYTTENS hunda- og kettufóður
er hágóðskufóður, ið hevur verið
framleitt í Danmark síðan 1970.
Fóðurið verður útflutt til nógv
lond og fæst nú eisini í Føroyum.
Fullfóðurið er framleitt úr fiski og
høsnarunga og inniheldur ikki
konserveringsevni, litevni,
aromaevni ella sojaprotein.
Bíleggjast kann við at senda t-post til kho@olivant.fo ella við at ringja á tel. 22 12 40. Ókeypis útkoyring í Tórshavn
Ert tú góður við tíni húsdjór?
So er SkyttEnS hunda- og kettufóður rætta valið