mánadagur 4. januar 2010síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 1 - 4. januar 2010
21
Jólagrein
Poul Jóhan Djurhuus
Gjaranes@olivant.fo
Tað vóru fýra vitjanir hjá
Jesubarninum, tá hann var
nýføddur, vit fara í hesi
greinini at hyggja at tí
allarfyrstu.
1) Hirðarnir, Luk. 2,15-
20v. 2) Vísmenninir, Matt.
2,1-12v. 3)Símeon, Luk.
2,25-35v. 4)Anna Fanuels-
dóttir, Luk.2,36-38v.
Fyrsta vitjanin vóru hirð-
arnir av Betlehems markum.
Hirðar vóru ikki tann stætt-
in, sum varð mest vird mill-
um manna. Millum Egyptar,
vórðu hirðar mettir sum
tann lægsta stættin av øll-
um. Kortini vóru tað júst
hirðarnir, sum hoyrdu tey
fyrstu gleðiligu jólaboðini.
Gleðiboðskapurin er til øll
menniskju, bæði høg og
lág.
Júst í hesum døgum er
eitt føroyskt ferðalag og
vitjar í Ísrael saman við
ferðaleiðaranum, Svenning
av Lofti. Jólaaftan vóru tey
úti á markini í Betlehem,
har tey hildu jól. Tað verður
gjørt nógv burtur úr jólun-
um í Betlehem á hvørjum
ári, og tað er spennandi hjá
hesum føroyska ferðaliðin-
um, at uppliva jólini, á stað-
num, har tey fyrstu jólini
vórðu hildin. Jólahirðarnir
sótu úti á Betlehems mark-
um hesa náttina, fyri 2000
árum síðani, sum teir so
mangan áður høvdu gjørt
tað, og ansaðu eftir seyða-
fylginum.
Var ein seyður sjúkur ella
veikur, so gav hirðin seyðin-
um serliga umsorgan. Var
ein seyður saknaður í fylgin-
um, so fór hirðin út at leita
inntil hann fann seyðin.
Varð ein seyður álopin av
einum villdýri, so legði hirð-
in seg ímillum, og bjargaði
seyðinum, og harvið vágaði
sítt egna lív. Hirðarnir
syrgdu fyri, at seyðurin
fekk nóg mikið at eta og
drekka.
Ein góður hirði hevði
umsorgan fyri seyðinum,
og tað kundi síggjast aftur,
tá bóndin skuldi slakta seyð-
in. Sálmur 23 er besta dømi
um ein góðan seyðahirða.
Seyðurin varð ikki einans
nýttur til føði, men eisini til
offringar í Templinum, og tí
mátti tað farast væl um
seyðin, tí tað var ikki eitt og
hvørt lamb, sum kundi
nýtast sum offur. Júst hetta
kundi fáa ein hirða at kenna
seg at hava eitt sera týdn-
ingarmikið
og
heilagt
arbeiði.
Ein serlig nátt
Hendan náttin, úti á markini
í Betlehem, varð ein serlig
nátt, tí alt í einum verður
ljóst rundan um teir, og ein
eingil stendur har. Tá teir
ikki høvdu upplivað slíkt
áður, so ivaðust teir og
óttaðust, men eingilin hevði
ein forvitnisligan og áhuga-
verdan boðskap til teir, sum
teir lurtaðu væl eftir og
løgdu sær í geyma.
Eingilin sigur við teir, at í
dag er stór gleði fyri alt
fólkið, tí í dag er Frelsarin
føddur. Saman við hesum
einglaorðum hoyrdu teir
einglasang um dýrd og frið
Guds. Eisini søgdu eingl-
arnir hirðunum at Frelsarin
lá í eini krubbu. Siðani fóru
einglarnir aftur til Himmals,
men hirðarnir stóðu eftir á
Betlehems mark og undrað-
ust yvir tað teir høvdu sæð
og hoyrt. Nú stóðu hirðarnir
brádliga yvirfyri einum
vali – skuldu teir fara at
síggja barnið ella skuldu
teir bara lata standa til?
Tá vit menniskju hoyra
gleðiboðini um Jesus Frels-
aran, tá setur tað okkum
yvirfyri einum stórum vali
– skulu vit lata standa til
ella skulu vit fara!? Hvat
vit velja at gera við gleið-
boðskapin kemur at avgera
okkara
ævigu
sælu.
Hirðarnir finnast í Himli í
dag, tí teir tóku eitt rætt væl
hesa náttina á markini í
Betlehem.
Teir gjørdu tað, sum rætt
var, teir fóru avstað. Teir
høvdu fingið eina áning um
hvar mamman og barnið
vóru, tí eingilin hevði sagt,
at tað lá í eini krubbu. Teir
leitaðu ikki inni í fínastu
gistihúsunum í Betlehem,
men leitaðu í nøkrum av
fjósunum í Betlehem – og
brádliga hoyrdu teir kanska
barnagrát og funnu Jesu-
barnið!
Hirðarnir
vóru
teir
allarfyrstu av menniskjum,
sum søgdu øðrum frá um
Jesus. Teir søgdu Mariu og
Jósefi alt, sum einglarnir
høvdu sagt teimum, og tað
var ikki smáting, sum teir
høvdu fingið at vita frá
einglunum: Hann var Frels-
arin, hann var Messias/
Kristus, hann var Harrin,
hann kom í stað Dávids og
hann kom við friði til jarðar.
Maria vitsti ikki hvat hon
skuldi hugsa um alt hetta,
sum varð sagt henni av hirð-
unum, men hon goymdi tað
væl og virðiliga í sínum
hjarta og hugsaði hvønn
dag um alt hetta undur-
fulla.
Søgan um barnið í krubb-
uni í fjósinum í Betlehem
og tað fátæku mammunna
hevur altið verið knýtt til
hugna og eitt sindur av rom-
antikki. Tí er tað, at vit gera
so nógv burtur úr jólunum,
meira enn á páskum og
hvítusunnu. Øllum dámar
søguna um barnið í Betle-
hem. Tað er einki, í sjálvari
søguni, sum voldir menn-
iskjum ástoyt; men hyggja
vit við somu eygum sum
hirðarnir gjørdu, so síggja
vit longri fram enn bert tað
hjálparleysa barnið i krubb-
uni, og tá er tað, at mong
fáa ástoyt – líðingin, kross-
urin, grøvin og uppreisinin.
Vit mugu koma longur
enn til barnið í krubbuni í
Betlehem. Vit mugu koma
longur enn til Betlehem.
Vit mugu koma til Golgata
og krossin, grøvina og upp-
reisinina. Annars er eingin
frelsa og eingin sonn jóla-
gleði. Hirðarnir sóu ikki
bara barnið, annars høvdu
teir ikki lova og prísa Gudi,
men teir sóu kongin og
Harran í stað Dávids, teir
sóu Kristus, Guds salvaða
Messias, teir sóu frelsaran,
og teir sóu tað sanna offur-
lambið fyri teirra synd.
Hirðarnir vitjaðu krubb-
una við Jesu-barninum, og
teir høvdu eitt persónligt
møti við Orðið, sum var
Gud opinberaður í holdi.
Teir trúðu orðinum um Son-
in, upplivdu frelsuna í sín-
um egna lívi, og tí fóru teir
lovsyngjandi, prísandi og
tilbiðjandi út aftur á Betle-
hems markir. Aftaná hesa
náttina vóru teir ikki somu
hirðar, men broyttir menn.
Tú, sum lesur hesar regl-
ur, sært tú einans barnið í
krubbuni? Er tað tann ein-
asti jólasálmur tú eigur í
tínum hjarta? Kom longur!
Síggj Sonin, sum var givin
tær til frelsu frá synd og
banni. Hesa frelsu vann
hann tær á Golgata, og
frelsan kann gerast tín bert
við at trúgva. Tú kann
úttrykkja tína trúgv á Son
Guds, við at takka Gudi
fyri, at hann sendi Son sín
her til jarðar at doyggja fyri
teg. Tá hevur tú eisini upp-
livað eina vitjan við krubb-
una hjá Frelsaranum úr
Betlehem, sum hevur broytt
títt lív og givið tær ein
nýggjan jólasálm í hjarta.
Eitt gott nýggjár saman
við Frelsaranum úr Betle-
hem.
Ein vitjan við krubbuna hjá Jesubarninum
Sosialurin skrivar leygar-
dagin 6. januar 1990, at
tollaksmessudag varð ein
nýggj standmynd avdúkað
uttan fyri Býráðshúsið í
Havn.
Tað
var
standmyndin
“Traðarmaður”, sum Hans
Pauli Olsen, listamaður,
hevði gjørt. Standmyndin
varð sett upp til minnis um
tað stóra arbeiði, sum trað-
armenninir gjørdu í Havn.
Tað var elsti traðar-
maðurin í Havn, Jens Petur
Rubeksen, vanliga nevndur
Pedda Post, sum avdúkaði
standmyndina. Á myndini
eru eisini Jákup Simonsen,
skrivari í mentanardeildini,
og Poul Michelsen, borgar-
stjóri í Tórshavnar komm-
unu.
Traðarmaðurin 20 ár
Traðarmaðurin 1990
Traðarmaðurin 2010