Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-04, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. januar 2010síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 1 - 4. januar 2010 tíðindi KirKjugongd Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Myndir: Jens Kristian Vang Hvítanes: Klokkan á vegg­ inum vísir 11 stundisliga, men enn bendir einki á at nøkur gudstænasta skal byrja her í gomlu skúla­ stovuni. Ein maður úr bygdini kemur innar, hyggur uppá fólkini, biður góðan morgun og ynskir teimum øllum eitt gott nýggjár. ­ Takk í líka máta, ljóðar tað samfelt frá øllum sum inni eru. Maðurin setur seg niður, men leggur nú merki til at hann hevur onga sálma­ bók. Hann veit tó av roynd­ um, hvar sálmabøkurnar plaga at liggja, og tí fer hann kvikliga yvir til vind­ eygað, har tær liggja. Men tað er kortini ein trupulleiki í dag. Har liggja bara tær gomlu sálmabøkur­ nar við teirri lítlu skriftini. Onkur hevur á sinni ruddað stovuna og bøkurnar burtur, og hóast væl er leitað í bygn­ inginum funnust tær ongastaðni. Nakað undan klokkan 11 komu fyrstu kirkjufólkini. Tað merkist á teimum, at tey hava sæð fram til hesa minniligu løtuna. Tey seta seg niður á stólarnar ein og ein, práta saman um ymisk viðurskifti, tí hetta er kanska fyrstu ferð at tey hittast í nýggja árinum. Hetta er í øllum forum sein­ asta gudstænastan á stað­ num á hesum sinni við Bjarna Bæk sum dóm­ prósti. Onkur hevur tó verið hyggin og hevur lænt bøkur úr Hoyvíkar kirkju, og soleiðis hjálpist kirkjufólkið til sálmasangin úr tveimum ymiskum bókum. Innihaldið er tó tað sama! Serlig atmosfera Tað er sum at vera tikin nógv ár aftur í tíðina henda vakra sunnumorgunin, hóast vit júst eru farin inn í nýggja árið 2010. Fólkið í bygdini hevur ikki ein kirkjubygning at fara í, og tað hava tey heldur ikki havt. Kortini er hugurin og longsulin eftir at koma til gudstænastu so stórur, at tey eru farin av húsum í gamla skúlan, tá boðað er enn einaferð frá, at nú kem­ ur dómpróstur til bygdina, eins og hann hevur gjørt tað regluliga gjøgnum árini. Sjálv ”kirkjan” líkist ikki burtur úr øðrum bygningum og húsum, um ein líka sær burtur frá tí, at skúlin er úr gróti og varð í síni tíð bygdur av monnum sum gjørdi sítt pliktarbeiði, sum tað kallaðist. Her er nevniliga eingin kirkjuklokka ið kallar fólk­ ið í kirkju, eins og vanligt er aðrastaðni. Boðini um at Bjarni dómpróstur skuldi hava sína seinastu guds­ tænastu á hesum sinni vóru bara farin runt bygdina, eins og lýst var við hesum í bløðunum. Tey vildu í morgun vísa sítt takksemi og trúfesti ímóti dómpróstinum, sum so trúliga hevur vitjað á Hvítanesi tey seinastu 20 árini – í roynd og veru heilt frá tí, at hann byrjaði gern­ ing sín í sóknini. Hinvegin hevur støðan verið hon, at fólkið á Hvíta­ nesi hevur sína kirkju í grannalagnum. Síðani nýggja kirkjan í Hoyvík varð tikin í nýtslu í novem­ ber mánaði 2007 hava ikki verið hildnar regluligar gudstænastur á Hvítanesi. ­ Tað hevur leingi ligið í luftini, at eg skuldi hava enn eina gudstænastu her á Hvítanesi. Og skal eg vera heilt erligur, so havi eg glett meg til hesa løtuna. ­ Eg havi líka síðani 1989 følt eina serliga atmosferu heruppi – eina atmosferu, har tað er trygt, gott og fjálgt at vera. Eg havi altíð følt meg vælkomnan her uppi, og skulu tit eiga stóra tøkk fyri tað, legði Bjarni Bæk dent á í takkarrøðu sínari. Serstøk stova At tað hevur verið – og er – ein serlig atmosfera við gudstænasturnar í gamla skúlanum á Hvítanesi, er eingin ivi um. Síðani skúlin varð bygdur í farnu øld hevur henda skúlastovan verið brúkt til mong ymisk endamál: Skúlagongd, gudstænastu, frítíðarskúla, stova til børn við serligum tørvi, brúðar­ vígslur, sunnudagsskúla og mong onnur tiltøk. Ein skúlastova er ein skúlastova, men við hepnari hond kann ein fyrrverandi skúlastova lættliga umbroyt­ ast til eitt stað, har Guds orð kann verða boðað. Her er ikki neyðugt við altari, altartalvu, talvu til sálmar­ nar ella øðrum lutum, ið hoyra einum gudshúsi til. Tað er heldur eingin klokka ið ringir til guds­ tænastu. Tað er eingin urga, ið spælir præludium ella til sálmarnar. Tað er heldur eingin prædikastólur, her presturin kann hevjast yvir fólkinum. Her á Hvítanesi er presturin í somu hædd sum kirkjufólkið. Men við tænastu av góðum dekni kann gudstænastan byrja nakrar minuttir yvir 11. ­ Ja, eg haldi at vit byrja nú, sigur Bjarni við Trónd Gudstænasta við takksemi o Hóast eingin kirkjubygningur er á Hvítanesi hevur gudstænasta verið hildin her regluliga í mong áratíggjur. Í gjár, henda fyrsta sunnudagin í nýggja árinum, var ein serstøk løta í Hvítanes skúla, tá sjálvur dómprósturin, Bjarni Bæk hevði fráfaringargudstænastu fyri kirkjufólkinum á staðnum. – Tað hevur altíð verið gott at koma her niðan, legði hann dent á Bæði børn og vaksin vóru til gudstænastuna í Hvítanes skúla. Hóast gudstænastan var styttri enn vanligt er, gekk væl hjá børnunum at sita still. Kirkjugongdin skal jú vera fyri øll