Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-04, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. januar 2010síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 1 - 4. januar 2010 23 tíðindi og sorgblídni Ein av teimum, sum við takksemi hevur verið til óteljandi gudstænastur á Hvíta­ nesi, er kirkjutænarin Tróndur Nybo. Eftir gudstænastuna nýtti hann høvið at takka Bjarna Bæk fyri tíðina, hann hevur virkað á Hvítanesi. Sjálvur mintist hann aftur á nógvar góður løtur saman við millum øðrum Bjarna, Axel Tórgarð og Kristian Osvald Viderø. Hesir prestar hava allir sýnt bygdini tann stóra áhugan at vilja varðveita gudstænasturnar á staðnum. Onkur teirra steðgaði altíð á eina heilan dag í bygdini, og nýtti høvið at hava sunnudagsskúla fyri børnunum á Hvítanesi. Tróndur Nybo staðfesti, at nýggjar tíðir krevja nýggjar siðir, og nú ið hoyvíkingar hava fingið eina so vakra kirkju, var sjálvsagt at fólk av Hvítanesi fór til guds­ tænastu har. ­ Í dag vilja vit takka Bjarna fyri sítt trúfesti, tænastu og áhuga fyri okkara bygd. Men samstundis við hetta siga við í roynd og veru farvæl við eina tradisjón, legði hann sorgblíður aftrat. Farvæl við eina tradisjón Nybo, sum í dag, eins og so mangan áður, røkir hesa tænastuna. Signað sól Á vegginum í skúlastovuni er eingin talva sum sigur raðfylgjuna av sálmunum, men hetta stendur dóm­ prósturin ístaðin fyri. Hann fer fram fyri borðið og boðar frá fyrsta sálmi – nr. 534 í nýggju sálma­ bókini, og sigur samstundis frá nummarinum í teirri gomlu, so at øll kunnu syngja við í sálminum sum hóskar so væl til dagin: “Hvat boðar nýár signað sól?”. Sjálvur leggur Bjarni fyri við sanginum í góðum tóna­ lagi og tempo, og kirkju­ fólkið tekur beinanvegin undir við honum í sang­ inum. Gudstænastan heldur fram sum allar aðrar guds­ tænastur, og nú er stendur prædikan á skránni. Evnið um barnamorðið í Betlehem er álvarsamt inn í okkara tíð, og tað er púra kvirt í stovuni, meðan prestur byggir prædiku sína upp. Hon endar við eini appell til okkara tíð, kirkjufólkið á Hvítanesi og øll onnur, við at byrja árið við einum føstum áliti á Gudi. ­ Hvat kunnu vit sjálvi gera – og hvørja praksis kunnu vit sjálvi broyta í okkara lívi. Tað er eingin ivi um, at gera vit tað, so hevur tað gleði við sær, tá vit gera tað góða og stríðast móti til ónda, leggur hann dent á. Sungnir verða tveir sálm­ ar aftrat. Útgangsbønin verður lisin, og síðani fær prestur aftur orðið. Hesaferð takkar hann fyri mangar góðar løtur á Hvítanesi og ynskir fólkinum blíðan byrð framyvir. Men dómpróstur fer ikki tómhentur av Hvítanesi. Bygdarfólkið hevur savnað pening saman til tess at keypa honum tvær gávur, sum verða handaðar honum hesa løtuna, eins og konan, Marita fekk eitt blómu­ tyssi. Ongum nýtist at vera í iva um, at hvítanesfólk hava dámt dómpróstin sera væl. Og líka so lítil ivi er um, at dómpróstinum hevur dámað sera væl á Hvítanesi. Fólk á Hvítanesi hava í mong ár sæð fram til, tá prestur ella dómpróstur hevði gudstænastu á staðnum. Í gjár møttu tey væl upp, tá Bjarni Bæk helt fráfaringargudstænastu sína Hjúnini bæði, Marita og Bjarni Bæk fóru ikki tómhent aftur av Hvítanesi - Eg havi altíð følt eina serstaka atmosferu heruppi á Hvítanesi, segði dómprósturin í fráfaringarheilsan síni