Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-04, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. januar 2010síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Undan ársskiftinum stað festi felagið, at teir hava skrivað sáttmála við Hjalgrím Elttør, og nú ljóðar eisini, at Meinhardt Joensen er ávegis til felagið Tvær ferðir kundu B36-fjepparar fegnast kring ársskiftið um tíðindi, sum vóru at lesa á Portalinum. Mikudagin undan ársskiftinum kundi B36 staðfesta, at Hjalgrím Elttør fer at spæla við felagnum komandi kappingarár. Hjalgrím, sum er uppvaksin í KÍ, var partur av hópinum hjá NSÍ í 2007, 2008 og partvíst í 2009. Men hann var partur av einum heldur rokaligum skifti, tá hann í fjør summar gjørdi av at flyta aftur til Klaksvíkar og KÍ. Her eydnaðist tó ikki at halda felagnum í fremstu deildini, og tað er fyrst og fremst fyri at vera við í fremstu røð, at hann nú skiftir til B36. – B36 hevur fleiri sera evnaríkar ungar leikarar, og hava har afturat styrkt seg væl, síðan kappingin endaði. Eg kenni flestu spælararnar og gleði meg til at royna meg í høvuðsstaðnum, sigur Hjalgrím Elttør við b36.fo Og eftir ársskiftið stóð at lesa, at Meinhardt Joensen helst eisini skiftir til B36. Meinhardt er eins og Hjalgrím klaksvíkingur, og eins og hesin hevur hann eisini verið partur av landsliðsmyndini seinnu árini. Í fyrraárið vardi hann máli hjá B36, meðan tað í fjør var NSÍ, sum hevði hann í hópinum. Kristjan á Neystabø, formaður í B36, sigur tó, at tey ikki kennast við tíðindini um, at Meinhardt skal verja málið hjá felagnum. B36 hevði í fjør Jóan Paula Dahl Jakobsen í málinum, men hesin fer ætlandi av landinum í lestrar- ørindum í heyst. Men her og nú er tað hann, sum er málverji í felag- num, sigur Kristjan á Neystabø. ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 4. januar 2010 Skála noyðist niður Aganevndin hevur sýtt fyri at taka málið um ólógligan spælara hjá TB upp til nýggja viðgerð Tá fótbóltslandskappingin í fjør var av, var Skála á næst niðasta plássinum í 1. deild. Tí var niðurflytingin veruleiki, men eitt seinasta ivamál hevur alla tíðina verið kortini. Skála kærdi nevnliga, at TB hevði nýtt ólógligan spælara í dysti móti Skála, men tann kæran varð upprunaliga avvíst, tí Skála hevði sent kæruna inn ov seint. Skála kærdi tó málið aftur, vísandi til, at dómaraseðilin frá dystinum var komin ov seint inn. Og tí varð Aganevndin biðin um at taka málið upp til nýggja viðgerð. Tann viðgerðin hevur nú verið, men tað broytti ikki stórvegis um niðurstøðuna. Í niðurstøðuni vísir Aganevndin á, at FSF eigur at vísa sera stórt varsemi, um víkjast skal frá kærufreistini, sum vanliga er fimm dagar. Og hóast tað gingu níggju dagar, áðrenn dómaraseðilin frá dystinum kom á heimasíðuna hjá FSF, so kom kæran frá Skála ikki til FSF fyrr enn hálvan annan mánað eftir, at dysturin varð spældur. Tí metir Aganevndin ikki, at orsøk er at broyta nakað í upp- runaligu avgerðini, sum er, at kæran frá Skála verður avvíst, tí hendan ikki lýkur tíðarfreistina. Soleiðis er nú endaliga greitt, at Skála í 2010 skal spæla fót- bólt í aðru deild. Bert tvey ár eftir, at liðið spældi í Formula- deildini, sum besta deildin æt í 2008. mørk Nýggjársaftan varð Pál Joen sen triðja árið á rað kosin sum ársins føroyska ítróttarnavn Hetta hendi í sjónvarpssending, sum varð fyrireikað, nú takast skuldi saman um ítróttarárið, ið fór. Undan hesum hevði eitt panel gjørt fimm tilnevndingar, og so var tað upp til lurtararnar at greiða atkvøðu á heimasíðuni hjá Kring- varpinum. Ikki óvæntað gjørdist Pál Joen- sen fremstur, tá atkvøðurnar vórðu taldar upp. Pál vann heiðurin framm an fyri føroyska U21-lands- liðið í fótbólti og Joan Bláfoss, sum kappast í triathlon. Pál Joensen hevur aftur í ár fingið stór úrslit í altjóða kappingum, og tí kom tað neyvan óvart á, at hann varð kosin ársins ítróttarnavn í Før- oyum í 2009. – Eg havi havt bæði góð og minni góð úrslit í ár. Málið var at vinna hendan heiðurin, og eg eri fegin um at tað eydnaðist. Tað verður aftur málið næsta ár, segði Pál Joensen við Kringvarpið, tá ið hann tók ímóti steypinum. Størsta úrslitið hjá Pál Joensen var gull í eini World Cup kapping í heyst. Pál aftur bestur jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk B36 styrkir meira um hópin Hjalgrím Elttør skal í ár spæla fótbólt við B36 Ársins ítróttarnavn í Føroyum í 2009 varð Pál Joensen. Hetta er triðja árið á rað, at hann vinnur hendan heiðurin