mánadagur 4. januar 2010síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 4. januar 2010 – Nr. 1
3. umfar í FA Cup steypa
kapp ingini var um viku
skift ið. Manchester United
reyk út, og Liverpool má
spæla umdyst
Ein verulig sensasjón hendi í triðja
um fari í ensku FA Cup kappingini
leygar dagin. Gamla stórliðið úr
York shire, Leeds United hevur havt
eina rættiliga anonyma tilveru tey
seinas tu árini. Hvítklædda liðið hev
ur upplivað at flyta úr Premier
League, og heilt niður í triðbestu
deild ina. Fíggjarstøðan hjá felag
num hevur verið út av lagi vánalig,
men nú tykist sum um bjørnin er
vakn að úr dvala.
Leeds United er oddalið í League
One, sum er triðbesta deildin, men
tað vóru fá, sum spáddu liðnum
nakr an møguleika ímóti ensku
meistar unum, Manchester United á
Old Trafford. Men tá alt var liðugt á
Old Trafford, var tað triðju deild ar lið
ið, sum var í barónaseingini, meðan
Alex Ferguson upplivdi sín størsta
skelk síðani Liga Cup tapið ímóti
York City í 1990árunum.
Alex Ferguson hevur ongantíð
roynt at blivið sligin út úr FA Cup
kapp ingini í triðja umfarinum, men
aftan á 23 ár í venjarasessinum er
hann so tað royndina ríkari. Sigurin
var fult uppiborin. Leeds bardist
manni liga allan dystin, og teir 9.000
áskoð arnir gjørdu sítt ítarsta fyri at
stuðla liðnum.
Manchester United trýsti fyri at
javna, men fyrrverandi Brøndby
mál verjin, Casper Ankergreen vardi
væl fyri einari góðari roynd hjá
Wayne Rooney. Leeds rakti træ verk
ið, og vóru vandamiklir í mót álopi
num.
Venjarin
hjá
Manchester
United, Alex Ferguson segði aftaná
dystin, at spælarnir hjá Leeds
bardust sum leyvir, men samstundis
gav hann sínum egnu spælarum og
dómaranum, Chris Foy av grovfíluni.
Í fjórða umfari skal Leeds møta
Totten ham á White Hart Lane.
Umdystir
Eitt annað gamalt stórlið, Nottin g
ham Forest hevði ein ógvuliga gylt
an møguleika at senda Birmingham
City út úr steypakappingini, men
Robert Earnshaw forkom møgu
leika num, tá hann sendi eitt brot
spark upp um málið.
Nú má Forest spæla umdyst í
Birming ham. Hóast Reading bert
hevur vunnið 5 av 24 dystum í The
Championship, og hóast teir liggja á
ein um
20.
Plássi
í
næstbestu
fótbóltsdeildini, so spældi liðið ein
brand dyst ímóti Liverpool á heima
vølli á Majdejski Leikvøllinum. Read
ing megnaði at fáa javnleik 11, og
har við rættin til ein umdyst á
An field. Simon Church legði Read
ing á odda frá stuttari fjarstøðu, tá
24 minuttir vóru farnir, 12 minuttir
seinni javnaði Steven Gerrard til 11.
Gjørdu sína skyldu
Tað var ikki so nógvur slingur í valsi
num hjá øðrum Premier League lið
um, tá hesi liðini møttu liðum úr
lægri deildum. Chelsea gjørdi stutta
pro sess við Watford. Longu tá 22
minuttir vóru farnir, var støðan 30
til Chelsea, og so kundi liðið taka
sær av løttum. Tá alt var leyst og
liðugt hevði Chelsea vunnið 50.
Bolton hevði trupuleikar við at
koma í gongd ímóti Lincoln City í
fyrra hálvleiki, og tá liðini fóru til
hálv leiks, var støðan framvegis 00.
Men í seinna hálvleiki setti Bolton
ting ini uppá pláss við einum 40
sigri. Everton hevði sítt hoyggj við
Carlisle í fyrra hálvleiki. Tá liðini fóru
til hálvleiks var javnleikur 11. Men
ímóti dystarenda fingu Cahill og
Baines hol á, so Everton vann 31.
York skelkaði Stoke, tá Barett legði
teir York á odda aftaná 22 minuttir
spæl, men longu tríggjar minuttir
sein ni hevði Stoke lagt seg á odda
21, og í seinna hálvleiki fekk Stoke
eitt mál aftrat.
West Ham sá ein gyltan møgu
leika at koppa Arsenal, tá Wenger
hevði sagt, at hann fór at senda fleiri
eyka menn á vøllin. Men eyka
mennir nir vístu sítt virði, og kundi
Weng er fegnast um ein 21 sigur á
Up ton Park. Alessandro Diamanti
legði annars West Ham á odda beint
fyri steðgin, men seint í seinna hálv
leiki vendu Ramsey og Eduardo
dysti num fyri Arsenal. Tað var kortini
Prest on North End sum stóð fyri tí
størs ta sigrinum í triðja umfari, tá
teir vunnu 70 á Colchester á heima
vølli. Preston møtir Chelsea á heima
vølli í fjórða umfarinum.
FA Cup 3. Umfar
Manchester UtdLeeds Utd
01
ChelseaWatford
50
Sheff UtdQPR
11
West HamArsenal
12
TranmereWolverhampton
01
Aston VillaBlackburn
31
BlackpoolIpswich
12
BoltonLincoln
40
FulhamSwindon
10
HuddersfieldWest Bromwich
02
LeicesterSwansea
21
MiddlesbroughManchester City
01
MillwallDerby
11
MK DonsBurnley
12
Notingham F.Birmingham
00
PlymouthNewcastle
00
PortsmouthCoventry
11
PrestonColchester
70
Scunthorpe v Barnsley
10
Sheff Wednesday Crystal Palace
12
SouthamptonLuton
10
SunderlandBarrow
30
TorquayBrighton
01
TottenhamPeterborough
40
WiganHull
41
StokeYork
31
ReadingLiverpool
11
Totti vil til HM
Francesco Totti hevur ikki spælt á fótbóltslandsliðnum, síðani Italia vann
HMheitið í fótbólti fyri fýra árum síðani. Men í samrøðu við La Repubblicca
leygardagin glopppar hann aftur dyrnar. Um Lippi vil hava meg við. Um eg eri
skaðafríur og um hópurin annars heldur, at eg kann gera gagn, so komi eg við til
Suðurafrika, sigur hann við blaðið. Marcello Lippi, landsliðsvenjari, hevur ofta róst
dygdunum hjá Totti, men hinvegin hevur hann ongan tíð garanterað honum
pláss í hópinum, um hann skuldi skift meining. 33 ára gamli Totti var við til at
vinna HMheitið til Italia, men trupulleikar við rygginum fingu hann at steðga við
landsliðsfótbóltinum. Hann hevur øll árini spælt við Roma, har hann hevur fleiri
met sum spælari, og hetta kappingarárið hevur hann higar til skotið níggju mál.
Gus tapti 29 milliónir í fjør
Á highstakesdb.com verður fylgt við, hvussu hevur gingist hjá stóru
pokerspælarunum í heiminum, og her stendur danski Gus Hansen sum
tann, ið hevur tapt mest upp á onlinepoker í 2009. Nevnliga 29 milliónir
krónur. Sjálvur sigur Gus Hansen við danska EkstraBlaðið, at talið ikki er
heilt so stórt. Men at tað er stórt, er eingin ivi um. Snøgt sagt, so hevur
talan verið um eitt út av lagi vánaligt ár. Hasar síðurnar hava ikki heilt
neyva talið, men tað skal ikki tann stóri heiin til fyri at rokna út, at hetta ikki
gongur fleiri ár á rað, sigur hann við EkstraBlaðið. Eg havi nok framvegis
ráð til ein pakka av Matadormix, men stóru tapini byrja eisini at ávirka
meg, og tað er tað vandamesta fyri ein pokerspælara, sigur Gus Hansen.
Leeds stóð fyri sensasjónini
Jermaine Beckford hjá Leeds skapar
her stóru FA Cup sensasjónina
Mynd: Polfoto/AP
heris@sosialurin.fo
Heri SImonsen