Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-05, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. januar 2010síða 2

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 tíðindi Nr. 2 - 5. januar 2010 Bara tvey oljufeløg søktu um leitingar­ loyvi í tí fyrsta íslendska útbjóðingar­ umfarinum, og tá avtornaði, tóku bæði umsóknina aftur. Tað skal ikki henda aftur Oljuleiting Árni Joensen: arni@sosialurin.fo Tað kom íslendsku myndug­ leikunum dátt við, at bara tvey feløg vístu áhuga fyri at sleppa at leita eftir olju og gassi í Drekaumráðnum í landnyrðing úr Íslandi, tá fyrsta útbjóðingin var í fjør. Uppaftur verri varð hýrurin, tá bæði feløgini tóku umsóknir sínar aftur, tí tey metta verkætlanina vera ov váðamikla. Íslendingar ætla ikki at koma í somu støðu aftur. Nú um ársskiftið segði Guðni A. Jóhannesson, orkumálastjóri, at síðani tey bæði feløgini tóku sínar umsóknir aftur, hava íslendsku myndugleikarnir havt samband við te og onnur felag fyri at fáa greiði á, hví áhugin fyri at leita var so lítil, og um nakað kann gerast við tað. Orkumálastjórin sigur við Fréttablaðið, at tað næsta útbjóðingarumfarið verður ikki, fyrr enn vissa er fingin fyri, at feløg veru­ liga hava áhuga fyri at fara at leita. Hann leggur tó aft­ urat, at kemur eitt felag og vil sleppa at leita á einari ávísari leið, kann tann leiðin bjóðast út fyri seg. Ongan skund Umframt oljufeløg hava íslendingar havt samband við feløg innan oljuvinnuna, og á hesum fundum kom fram, at tað er neyðugt við fleiri seismiskum kanning­ um á Drekaleiðini. Haraft­ urat høvdu feløgini ynski um, at royndir verða tiknar av havbotninum fyri at vita, um nøkur tekin eru um kol­ vetni. Guðni A. Jóhannesson sigur, at amskiftið millum Orkumálastovnin og feløg­ ini heldur fram. Hann sigur, at stovnurin hevur ongan skund, hóast eingin leiting spurdist burtur úr tí fyrsta útbjóðingarumfarinum, og soleiðis sum støðan á altjóða fíggjarmarknaðun­ um er. ­ Tíðin arbeiðir við okk­ um. Fyrr ella seinni fara menn at vísa leiðini størri áhuga, men royndir í øðrum londum vísa, at tað kann taka tíð, sigur íslendski orku­ málastjórin við Fréttablaðið. Íslendingar bíða við næstu útbjóðing Drekasvæðið skal kannast nærri, áðrenn leitiloyvi har verða boðin útaftur Kort: Morgunblaðið Serfrøðingar innan oljuhandil eru á einum máli um, at prísurin á ráolju fer at hækka í ár, og at hann kann koma upp á 100 dollarar fyri tunnuna Oljumarknaður Árni Joensen; arni@sosialurin.fo Norska Finansavisen hevur spurt 20 greinarar, íleggjar­ ar, leiðandi stjórar og aðrar serfrøðingar um, hvussu oljuprísurin fer at hátta sær í ár, og niðurstøðan aftan á samrøðurnar er, at oljan fer at dýrka í 2010. Meiri enn helmingurin av teimum spurdu serfrøðing­ unum siga seg vænta, at oljuprísurin fer at koma upp á 100 dollarar í ár, og at hann kanska fer uppum. Næstan allir eru sannførdir um, at ímóti ársenda í ár verður oljan í hvussu er dýrari, enn hon er nú. At oljuprísurin fer upp kemst av, at altsamt minni olja kemur út á marknaðin, og lutfallið millum útboð og eftirspurning trýstir prís­ in upp. Tað sama ger fram­ gongdin í heimsbúskapin­ um. ­ Vøkstur í heimsbúskap­ inum økir eftirspurningin eftir olju og serstakliga í Asia. Hetta hava vit longu sæð, og eg vænti, at hendan gongdin fer at standa við, sigur ein av serfrøðingunum, Ståle Kyllingstad, við Finansavisen. Ein annar, Erik Karlstrøm, sigur við blaðið, at gongdin í oljuprísinum í ár verður nær tengdt at, hvussu væl tað fer at eydnast altjóða fíggjarmarknaðunum at fóta sær aftur eftir kreppuna. Sjálvur væntar hann, at olju­ prísurin kann koma heilt upp í 125 dollarar fyri tunn­ una í hesum árinum. Finansavisen skrivar, at ein tilsvarandi meting, sum blaðið fekk frá serfrøðing­ unum fyri einum ári síðani, helt. Oljuprísurin kanska 100 ella 125 dollarar í ár Summir serfrøðingar vænta, at oljuprísurin fer upp um 100 dollarar og kanska endar uppi á 125 dollarum í ár Mynd: Aftenposten Nógv óhapp á sjónum Ein kanning av arbeiðs­ og trygdarumstøðunum umborð á íslendskum skipum avdúkar, at næstan hvønn dag koma fráboðanir um óhapp, har fólk fáa skaða undir arbeiði umborð. Kanningin umfatar allar fráboðanir í árunum frá 2001 til 2005, og hon staðfesti, at hesi árini fekk tryggingarstovnurin 1.787 fráboðanir um óhapp, har fólk høvdu fingið skaða. Herumframt vóru 17 vanlukkur, sum kravdu mannalív. Umleið 90 prosent av fráboðanunum vóru um tilburðir umborð á fiskiskipum. Kanningarúrslitið skal nú brúkast til at bøta um trygdina umborð á skipunum, skrivar Mogunblaðið. Flyta úr Grønlandi Hagtøl hjá grønlendsku hagstovuni vísa, at í 2008 fluttu 3.175 fólk úr Grønlandi, meðan 2.537 fluttu til Grønlands og fingu sær bústað har. Sostatt var nettofráflytingin 638 fólk. KNR skrivar, at fráflytingin er vaksin støðugt tey sein­ astu fimm árini. Í 2004 var munurin 236 fólk, men í 2008 var talið næstan tríggjar ferðir størri. Fólkatalið í Grønlandi minkaði í 2008 fjórða árið á rað. Tann 1. januar í 2005 búðu 56.969 fólk í Grønlandi, men tann 1. januar í 2009 var talið minkað til 56.194 fólk ella 715 færri, skrivar KNR.