týsdagur 5. januar 2010síða 3
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 2 - 5. januar 2010
3
lýsing
Umsóknir skulu vera okkum í
hendi í seinasta lagi 7. januar
2010 og skulu stílast til:
Eik Banki P/F
Att.: Elin Sigvardsen,
starvsfólkaleiðari
Yviri við Strond 2
100 Tórshavn
ella í telduposti til
elin.sigvardsen@ eik.fo
Les meira um starvið á
www.eik.fo
Umsóknir skulu vera okkum í
hendi í seinasta lagi 7. januar
2010 og skulu stílast til:
Eik Banki P/F
Att.: Elin Sigvardsen,
starvsfólkaleiðari
Yviri við Strond 2
100 Tórshavn
ella í telduposti til
elin.sigvardsen@ eik.fo
Les meira um starvið á
www.eik.fo
Avbjóðingin
Vit sóknast eftir virkisfýsnum leiðara at taka við ábyrgdini av
nýsamanløgdu vinnulívsdeildum okkara í Havn og Saltangará.
Alt virksemið verður nú savnað í Havn, og sum vinnulívsleiðari
verður tín fremsta uppgáva at leiða og menna Vinnulívsdeildina
og tryggja, at deildin liggur á odda í lønsemi og hevur mest
nøgdu kundarnar.
Virksemið á Vinnulívsdeildini fevnir um fíggjarligar heildar-
loysnir fyri allar okkara vinnulívskundar kring landið.
Harafturat arbeiðir deildin eisini við virksemi uttanlands.
18 fólk starvast á Vinnulívsdeildini, og tú fært ábyrgd av einum
dugnaligum toymi av starvsfólki. Starvið fevnir tí eisini um
starvsfólkarøkt og samskipan av arbeiðnum, sum skal tryggja,
at toymið virkar til fulnar, soleiðis at Vinnulívsdeildin til eina og
hvørja tíð er kappingarfør og framfýsin. Talan er um eitt
krevjandi starv, ið krevur áræði og orku, og leita vit tí eftir
einum persóni, ið hevur hesar førleikar og eginleikar:
Fakligir førleikar
- Tú hevur viðkomandi útbúgving, eitt nú cand. merc, cand.
oecon, HD ella líknandi og/ella hollan kunnleika til ella
royndir úr bankayrkinum
- Tú hevur royndir innan leiðslu ella ynski um at verða leiðari
- Tú hevur innlit í vinnulív, roknskap og búskap
- Tú hevur góðar málsligar førleikar, og dugir væl enskt í
skrift og talu
Persónligir eginleikar
- Tú hevur handilsligan hugburð og eyga fyri góðari
forrætning
- Tú ert jarðbundin, men eisini nýhugsandi og forvitin, og sært
møguleikar heldur enn forðingar
- Tú hevur lætt við at taka avgerðir og skjótt við at umseta
hugskot til veruleika
- Tú hevur gott yvirlit og samstundis tev fyri smálutum
- Tú hevur ein jaligan hugburð, góð samstarvsevni, dugir væl
við kundum og ert førur fyri at geva arbeiðsfeløgunum
íblástur
- Tú ert fleksibul, kanst arbeiða undir trýsti og ert sinnaður at
leggja stóra orku í arbeiðið
Vit bjóða tær
Eitt avbjóðandi starv við beinleiðis tilvísing til stjórn og við
møguleikum fyri persónligari og fakligari menning á einari
vinnulívsdeild í støðugari menning. Starvið verður sett sum
skjótast, og lønin verður sett eftir avtalu í samsvari við royndir
og førleika.
Fleiri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til
Bjarna Olsen, stjóra, á tlf. 548575, teldupostur:
bjarni.olsen@eik.fo, Boga Bendtsen, undirstjóra og
kredittleiðara, á tlf. 548520, teldupostur:
bogi.bendtsen@eik.fo ella Elin Sigvardsen, starvsfólkaleiðara,
á tlf. 548510, teldupostur: elin.sigvardsen@eik.fo.
Á Fíggjardeildini í Eik hava vit ábyrgdina av øllum fíggjar-
viðurskiftum í Eik-samtakinum, so sum fíggjarætlanum,
roknskapum og Investor Relations.
Sum starvsfólk á Fíggjardeildini verður tú m.a. við til at gera
roknskapir eftir IFRS-roknskaparreglum og øðrum altjóða
reglum, ið eru galdandi fyri børsskrásettar fyirtøkur.
Førleikar
Vit vænta, at tú
- hevur royndir við fíggjarstýring, fíggjarætlanum og ger av
roknskapum
- hevur viðkomandi útbúgving
- ert virkisfús/ur
- ert jalig/ur
- tekur ábyrgd
- ert liðleikari og ikki bangin fyri at deila vitan
Vit ynskja okkum, men krevja ikki, at tú
- hevur viðkomandi hægri útbúgving, t.d. cand.merc.
- hevur innlit í viðkomandi lógir og reglugerðir
- dugir at samskifta munnliga og skrivliga á enskum
- hevur royndir frá líknandi størvum
Vit bjóða tær
Eitt fjølbroytt og avbjóðandi starv í eini børskrásettari fyritøku
við virksemi í Føroyum og í Danmark. Ein krevjandi arbeiðsdag
í tøttum samstarvi við dugnaligar og inspirerandi starvsfelagar
við góðum møguleikum fyri fakligari og persónligari menning.
Størvini verða sett skjótast gjørligt, og verða lønt eftir avtalu í
samsvar við royndir og førleikar tínar. Lesandi, sum eru um at
verða liðug við útbúgvingina, eru vælkomin at søkja.
Fleiri upplýsingar um størvini eru at fáa frá Finn Danberg,
fíggjarleiðara, á tel. 548610, teldupostur: finn.danberg@eik.fo
ella Elin Sigvardsen, starvsfólkaleiðara, á tel. 548510,
teldupostur: elin.sigvardsen@eik.fo
Trý spennandi
størv í Eik Banka
Vit sóknast eftir leiðara til Vinnulívsdeildina
og tveimum starvsfólkum til Fíggjardeildina
í Havn
Tvey starvsfólk til Fíggjardeildina
Leiðari til Vinnulívsdeildina
www.eik.fo