týsdagur 5. januar 2010síða 4
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 2 - 5. januar 2010
Felagið Børn uttan
Rættindini fær lítið
gjørt fyri at hjálpa
pápum, sum hóast
avtalu ikki sleppa
at síggja síni børn.
Frægasta hjálpin at
geva teimum er bara
at lurta, sigur Edith
Dahl, forkvinna
Børn og foreldur
Randi Jacobsen
randi@sosialurin.fo
Hvat kann ein pápi gera, tá
ið hann hevur fingið sam
veruresoultión
gjøgnum
Ríkisumboðið um at at hava
barn sítt ávísar dagar, og
mamman forðar honum í at
síggja barnið?
Mannagongdin er at fara
til fútarættin, men eg veit, at
fleiri pápar aftra seg við at
fara so langt, sigur Edith
Dahl, forkvinna í felagnum
Børn uttan Rættindi.
Hon veit eisini okkurt
dømi um, at tosað hevur
verið at biðja barnaverndina
um hjálp, og tá gekk betur,
tí tað vildi mamman hóast
alt ikki mátti henda.
Edith Dahl hevur um høg
tíðina frætt frá fleiri ólukku
ligum foreldrum, sum ikki
hava sloppið, hóast resolu
tión frá Ríkisumboðnum
um, at foreldrið skuldi hava
barn sítt í eitt ávíst tal av
døgum.
Ringast hjá útisetum
Tað er bara so, at foreldrið,
sum hevur barnið, altíð
kann seta forðingar av vegn
um, og syrgiligastu ósemj
urnar eru, tá ið hitt foreldrið
býr uttanlands og bara kann
síggja barn sítt við at koma
heim, til dømis á jólum, sig
ur Edith Dahl.
Tað er ikki líka lætt at
bróta avtalurnar, tá ið bæði
forldrini búgva í landinum.
Edith Dahl sigur, at fleiri
foreldur, sum ikki hava fing
ið loyvi at síggja barn sítt
um høgtíðina, hava ringt til
Børn uttan rættindi um høg
tíðina, og tey í felagnum
hava lítið annað kunnað
hjálpt við enn at lurta. Í fel
agnum eru fólk, sum hava
verið fyri tey sama, ella eru
í somu støðu, og tey duga at
lurta.
Tey, sum ringja, hava ofta
nógv brúk fyri at tosa, tí
støðan er so fast læst.
Edith Dahl sigur, at fleiri
børn hava ilt við at skilja,
hví myndugleikarnir skulu
blandast uppi spurningin,
nær tey skulu vera saman
við mammuni og nær sam
an við pápnum.
Børnini hugsa logist.
Bara foreldrini tosaðu sam
an, var eingin trupulleiki,
sigur Edith Dahl.
Felagið Børn uttan Rætt
indini
hevur
avmarkað
arbeiðsorku. Tað er mest, tí
ið mál taka seg upp sum nú
um høgtíðina, at felagið
virkar eftir ætlan.
Tvey foreldur
Málið hjá felagnum er
greitt:
Felagið arbeiðir fyri at
tryggja
øllum
børnum,
hvørs foreldur hava valt
ikki at liva saman, rætt til
gott og tætt samband við
bæði foreldur.
Hetta skal vera ein rættur
hjá børnunum og ein skylda
hjá báðum foreldrum at
virða.
Kunnu bara
lurta eftir
sviknum pápum
Letur uppaftur
USA hevur gjørt av at lata sendistovuna í jemenska
høvuðsstaðnum Sanaa uppaftur. Sendistovan bleiv stongd
á nýggjárinum, tí ein felagsskapur við tilknýti til alQaeda
hevði hótt við at søkja at amerikonskum málum í Jemen. Í
gjár skutu jemenskir trygdarmenn tveir menn, sum høvdu
tilknýti til alQaeda, og sambært myndugleikunum vóru
tað teir, sum hóttu USA. Bretland og Frakland valdu eisini
at lata sínar sendistovur í Sanaa aftur aftan á hóttanina
ímóti teirri amerikonsku, men tær lata eisini uppaftur nú,
skrivar Reuters.
Noktar seg sekan
Maðurin, sum er skuldsettur fyri at hava skipað fyri einum
hópdrápi í Filipsoyggjunum í november, noktaði seg sekan,
tá hann kom fyri rættin í morgun. Datu Andal Ampatuan
Jr., sum er borgarstjóri í einum lítlum býi á oynni
Mindanao, er skuldsettur fyri at hava ábyrgdina av, at 57
fólk blivu myrd, tá vápnaðir menn lupu á tey tann 23.
november. Millum tey myrdu vóru 30 tíðindafólk, sum
fylgdu við valstríðnum upp undir tað komandi
landspartavalið. Rættarmálið ímóti tí skuldsetta er í einum
serligum hølum inni á løgregluhøvuðsstøðini í Manila.
Tey flestu foreldur, sum ikki
búgva saman, megna at semjast
um samveruna við barnið, men
viðhvørt setir tað, foreldið, sum
hevur barnið, alsyns forðingar í
vegin. Barnið er sum lús millum
tvær negl og hevur einki at siga
Grunnurin hækkar
rentuna fyri eftirlønir
til 5,0%, frá verandi
2,5%
efTIrløn
Galdandi fyri 2009 hækkar
rentan fyri eftirlønir úr eftir
lønargrunni Havnar Hand
verkarafelags til 5,0% frá
verandi 2,5%. Hesum boðar
grunnurin frá í tíðinda
skrivi.
Árið 2009 hevur roynst
væl hjá Eftirlønargrunni
Havnar Handverkarafelags.
Millum annað hava láns
brøvini staðið seg væl, men
í aðar mátar hevur samlaða
avkastið verið gott, og tí
hevur nevndin fyri grunnin
ásett rentuna fyri 2009 til
5%, sigur Sofus Joensen,
nevndarformaður.
Okkurt bendir á, at
djúpa fíggjarkreppan er um
at hæsa av, og støðan á
fíggjarmarknaðinum er í
broyting rætta vegin. Nevnd
in í grunninum fegnast um,
at grunnurin er komin væl
gjøgnum
fíggjarkreppuna
higartil, sigur Sofus Joen
sen.
Sofus Joensen sigur, at
hann hevur kannað, hvussu
er statt við rentum aðra
staðni, og støðan er hendan:
Føroya Banki
2,00%
Eik Banki
2,10%
Norðoya Sparikassi
2,25%
Suðuroyar Sparikassi
2.85%
Lív
2,50% (2009)
Lív
3,50% (2010)
Rentumarginalurin (um tað
kann brúkast) er sostatt frá
3% til 2,15% tað sum vit
bjóða meira, sigur Sofus Joen
sen, sum vísir á, at tey ikki
kunnu annað enn fegnast um
2009. Limirnir skulu hava
tað, teir hava uppiborið ta
bestu rentuna, sigur hann.
Eftirlønargrunnur Havnar Handverkara
felags hækkar rentuna