mikudagur 12. desember 2001síða 2
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 240 - 12. desember 2001
Nr. 240 - 12. desember 2001
3
Minningarorð um
Heidi Jensen
fødd 30.04.70
deyð 10.12.00
Tað vóru tung boð, vit fingu 10. des. 2000, at tú, góða
Heidi, var farin, bara 30 ára gomul. Tú, sum var mitt í
lívsins blóma, hevði fingið mann og tvær deiligar
gentur, sum tú var so góð við, og sum vóru góð við teg.
Tú var farin til Danmarkar eitt ár at ganga í skúla og
skuldi koma heim aftur um miðjan januar, og vit vistu at
tú gleddi teg ómetaliga til tað.
Vit sóust seinast í mai, tá ið vit vóru til konfirmatión
saman, tá visti eg ikki, at hetta varð okkara seinasti
dagur saman. Tit komu øll at vitja okkum, mamma tín
og tú, flennandi sum altíð.
Tankarnir leita nú aftur til ta tíð, vit fingu loyvi at
hava teg millum okkum. Eg minnist, hvussu nógv vit
gleddu okkum til tú bleiv fødd, tað var á Tvøroyri, har
foreldur tíni búðu tá, eg og Tórfríð sluppu at vitja teg alt
fyri eitt og blivu so góðar við teg. Síðan fluttu tit til
Sands, har tú vaks upp, men túar ofta her norði í Skopun
hjá ommuni og abbanum og øllum hinum, sum vóru so
góð við teg. Altíð vildu tú vita, hvar tey vóru, og spurdi,
um tú ikki sá tey.
Síðan kom tann tíðin tú var vaksin og fór til Havnar at
arbeiða. Sum 20 ára gomul gjørdist tú álvarsliga sjúk,
men tú var sum altíð tolin og bar hetta so væl. Tú
takkaði altíð fyri lívið og tók tað ikki sum eina
sjálvfylgju. Fyri sjey árum síðan misti tú beiggja tín í
bilvanlukku, og hetta tók tær fast. Í øllum hesum hevði
tú stóra umsorgan fyri foreldrunum hjá tær, ringdi ofta
suður at vita, hvussu tey høvdu tað og vildi ikki, at tey
skuldu vera kedd.
Nú er tín rødd tagnað, øll tíni sita aftur í stórari storg,
eingin er, sum ringir suður og spyr, hvussu tey hava tað,
saknurin er stórur hjá øllum. Vit skilja ikki Harrans
vegir, men vit hava bara ta trúgv, at tú er spard fyri
okkurt. Tú er nú saman við øllum teimum, sum tú var
góð við, og sum fóru undan. Sum mamma tín syngur í
einum sangi:
Um Himmalin eg droymdi og vakurleika har
eg hevði ongan longsul at búgva heima har.
Men nú ið mong av mínum tey farin eru heim
mær hjartaliga leingist at møtast har við teim.
Ein dag skal dreymur mín veruleiki verða,
ein dag tá skal eg síggja Himmalin.
Tann dag skal sorgin ei meira meg níva,
tann dag, tá Jesus turkar tár av kinn.
Ja, góði Herálv, Hilda og Benita, Fríðbjørg, Patsy,
Frankie, Valborg, Frans, Edmund og Valborg omman,
øll, sum stóðu Heidi so nær, orð eru so fátæk í hesi stóru
sorg, men ein dag skulu vit aftur møta Heidi handan
sýn, har bara gleði er. Við hesum orðum vil eg lýsa frið
yvir minnið um okkara Heidi.
Fríðhild
Eg hómi eitt land
handan handastu íður,
tað einasta landið um ævigar tíðir;
tá nátt mær er myrkast og myrkrið mær svartast,
tá lýsa teir ættlandsins vitar mær bjartast.
So sáran tá leingist mær
landið at skoða,
sum frægir í forðum mær frá hava boðað,
tí har er ei heyst, eingin baldrutur vetur,
har er bara summar, og sólin ei setur.
Eg takki tær, Guð mín,
at tú handan hav mær
í landinum borgararættindi gav mær;
leið tú meg ta leið, sum tú legði til landið,
har tú ræður eina, tín sonur og andi.
Tøkk
Øllum tykkum, sum vístu samkenslu, tá ið góði pápi
og abbi okkara,
Conrad Hovgaard
í Sandvík
doyði og varð jarðaður, takka vit hjartaliga
Fyri okkum avvarðandi
Gudrid og Rannveig, Jákup, Jóna og Ári
Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at okkara kæra
mamma, vermamma og omma
Samuelina Olsen
andaðist á landssjúkrahúsinum
leygardagin 8. desember, 78 ára gomul.
Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni
mikudagin 12. desember kl. 14.00.
Familjunnar vegna
Elsba, Poul Andrias, Marjun, Poulina og Árni
Næsta hálva árið hava eyst-
uroyingar ein spildurnýggja
sýslumann og hann er enntá
eysturoyingur. 1. desember
tók Kristian Martin Joen-
sen við starvinum sum
sýslumaður í Eysturoynni.
Sýslumaðurin í Eystur-
oynni Kári Thorsteinsson er
farin í farloyvi. Hann er
vorðin skrivari í samtak-
inum hjá teimum størru
kommunum.
Kristian Martin Joensen
er føddur og uppvaksin í
Oyndarfirði, sonur Noru og
Einar Joensen. Hann er 42
ára gamal, giftur og eigur
børn. Seinastu árini hevur
hann starvast á politistøðini
í Havn.
- At vera sýslumaður er
nógv ørvísi enn at vera
vanligur
løgreglumaður,
her eri eg leiðari og meira
fyrisiting liggur í arbeið-
inum. Vit eru nýggju fólk á
støðini. Tað er ikki soleiðis,
at eg havi droymt um at
gerast sýslumaður, men nú
eri eg tað næsta hálva árið
og tað er ein spennandi
uppgáva, sigur Kristian
Martin Joensen.
- Eg veit ikki hvussu tað
er í dag, men vit sóu upp til
sýslumannin, tá eg var
smádrongur í Oyndarfirði,
ja vit ræddust hann enntá,
tað var øgiliga høgt at vera
sýslumaður, men tað er
nokk broytt, sigur hann.
NØVN Í VIKUNI
Nýggjur sýslumaður í Eysturoynni
Kristian M. Joensen verður sýslumaður í
Eysturoynni næsta hálva árið
Kári Thorsteinsson, sýslumaður, er farin í
farloyvi
- Hjartað brennur av-
gjørt fyri B6 og
sjúkrasystrayrkinum,
men nú er ovboðið.
Tað tekur fleiri dagar
at koma uppundan
aftur eftir eina ar-
beiðsviku, og ikki
bara vit, men eisini
familjur okkara líða
undir stóru arbeiðs-
byrðuni. Hetta kunnu
vit hvørki bjóða
okkum sjálvum ella
teimum, siga Ingun
Gaardbo, Katrin
Højgaard Høgnesen
og Anna Justesen,
sjúkrasystrar, sum
allar hava sagt seg úr
starvi
LANDSSJÚKRAHÚSIÐ
Turið Kjølbro
Úr vindeyganum á skriv-
stovuni á B6 á Lands-
sjúkrahúsinum síggja vit
stóra leiðslubygningin om-
an fyri vegin reisa seg sum
eitt fjall í stóra lands-
lagnum av bygningum. Ba-
rakkin, har tey gomlu halda
til, sýnist sum dukkuhús
afturímóti. Uttanfyri er
veðrið gott, turt og lýtt.
Sjáldsamt miðskeiðis í
jólamánaðinum.
Innan-
veggja er luftin kaldari. Alt
sær tó vanligt út. Kvikar
sjúkrasystrar tita framvið,
smárennandi millum stov-
urnar.
- Vit royna at lata sum
um, at alt er sum tað eigur
at vera, sigur ein sjúkra-
systir, sum kvikliga beinir
okkum inn á eina stovu.
Fjølmiðlarnir
eru
ikki
vælkomnir í arbeiðstíð, eru
boð komin frá leiðsluni um.
Tríggjar sjúkrasystrar, sum
vit hava sett stevnu, hava tó
verið so beinasamar at
brúka døgverðasteðgin til
at greiða okkum frá per-
sónligu avleiðingunum, tað
hevur fyri tær allar 18, at
tær hava kent seg noyddar
at siga seg úr starvi.
- Hjartað brennur avgjørt
fyri B6 og sjúkrasystra-
yrkinum, men nú er ov-
boðið. Vit eru útkoyrdar og
útbrendar, sigar tær allar
við ein munn, Ingun Gaard-
bo, álitiskvinna á B6,
Katrin Højgaard Høgnesen
og Anna Justesen. Ingun og
Katrin hava arbeitt á B6
síðani ávikavist 1987 og
1988, og Anna seinastu sjey
árini.
Persónlig avgerð
Hjá
hvørji
einstakari
sjúkrasystir, sum hevur sagt
seg úr starvi, hevur tað
verið ein persónlig avgerð
at siga seg úr starvi.
- Skal eg arbeiða 20 ár
afturat sum sjúkrasystir,
kann eg ikki halda fram
undir hesum arbeiðstrýst-
inum og arbeiðsbyrðuni.
Tað tekur fleiri dagar at
koma upp undan aftur eftir
eina arbeiðsviku. Familjan
líður eisini av somu grund.
Mín familja tekur fult undir
við míni avgerð, hóast vit
avgjørt ikki klára okkum
bert við eini inntøku, sigur
Katrin Højgaard Høgnesen,
sum hevur umhugsað sína
avgerð um at siga upp væl
og leingi.
Ingun Gaardbo var tann
fyrsta av teimum átjan, sum
segði upp.
- Eg kann ikki bjóða mær
sjálvari ella mínari familju
hetta lívið. Og av tí, at so
nógv er at gera alla tíðina,
verður einki gjørt so væl
sum vit kundu hugsað
okkum tað. Eisini, tá ið vit
hava frí, hugsa vit um
arbeiðið. Tað er ómetaliga
strævið at vera til arbeiðis,
tá ið ein er illa upplagdur.
- Tað sum pínir mest, er,
at eg ikki orki at taka mær
av mínum børnum, tá ið eg
komi heim úr arbeiði.
Útlitini fyri einum bata
vóru og eru ring, so tað
einasta eg kundi gera, var at
siga upp. Eg hugsi ikki so
nógv um, hvussu støðan hjá
okkum verður eftir 1. jan.
við eini inntøku minni.
Sjálv havi eg einki ímóti at
gera okkurt heilt annað,
sigur hon.
Sum sjúkrasystir hevur
Anna Justesen arbeitt á
øðrum deildum eisini, men
einki kann samanberast við
arbeiðstrýstið á B6, sigur
hon.
- Uttan at taka nakað frá
nøkrum, er hetta nógv tann
strævnasta deildin eg havi
verið á. Sjúkrasystrales-
andi, sum koma á deildina í
starvsvenjing, siga við ein
munn, at her skulu tey ikki
arbeiða, greiðir Anna frá.
At siga farvæl til eina
inntøku, hevur givið vøku-
nætur hjá fleiri.
- Maður mín er útróðrar-
maður og tann inntøkan
kann vera svikalig. Tað
merkist hjá okkum øllum,
at ein inntøka verður minni,
men vit hava ongan annan
møguleika um leiðslan ikki
setur fleiri fólk, sigur Anna
Justesen.
Illgrunasamt
Ingun, Katrin, Anna og
hinar sjúkrasystrarnar á B6
kenna seg ikki sørt eyg-
leiddar í hesum døgum.
Fólk úr leiðsluni halda
neyvt eyguni við, hvat
verður gjørt og hvussu,
kannað pappír og annað.
- Tað tykist, sum tey leita
eftir onkrum trupulleika
her á deildini. Vit hava ong-
ar samstarvstrupulleikar á
deildini, heldur tvørtur-
ímóti. Øll frá gongsgentu
til lækna arbeiða ógvuliga
væl saman, og tað hevur
gjørt, at nógvar hava hildið
út so leingi, siga tær allar.
Arbeiðið á B6 er øðrvísi
enn á øðrum deildin. Her
koma sjúklingar akutt inn,
her liggja nógv við kron-
iskum sjúkum, so sum
maga-tarmsjúkum,
her
koma fólk, sum hava fingið
heilabløðing, her liggja
eldri óhjálpin fólk, og eisini
parkenson-sjúklingar, sum
tørva hjálp til alt.
- At hava við so ymiskar
sjúklingar at gera, krevur
eina stóra og breiða vitan.
Men tá ið arbeiðið hjá okk-
um er so strævið, eisini
kropsliga, hava vit aldri
orku til at menna okkum
fakliga, sigur Anna Juste-
sen.
- Uppgávurnar hjá okk-
um eru nógv broyttar og
øktar alt meðan sama tal av
fólki arbeiðir her, sigur
Katrin Højgaard Høgnesen.
Sjúkradagatalið
hjá
sjúkrasystrunum er eitt gott
barometur fyri, hvussu
heilsustøðan hjá teimum er.
Í 1997 var talið 387, sum
varð mett at vera eitt høgt
tal. Talið í fjør var 545.
Síðani tvístøðan tók seg
upp
millum
sjúkra-
systrarnar og leiðlsuna, er
arbeiðstrýstið á B6 minkað
nakað, og munandi seinastu
dagarnar. Teir krevjandi og
akuttu sjúklingarnir eru
sendir á hina medisinsku
deildina, B7.
- Hetta virkar fyri okkum
rættiliga løgið og illgruna-
samt. Trupulleikarnir verða
bara fluttir á henda hátt,
sigur
Katrin
Højgaard
Høgnesen.
Vónbrot
Tað var tíðliga í vár, at
sjúkrasystrarnar gjørdu bart
og sendu leiðsluni bræv, har
tær vístu á ótolandi ar-
beiðsviðurskifti teirra og at
deildini
tørvaði
fleiri
sjúkrasystrar. Beinanvegin
fingu tær at vita, at deildin
fekk ikki fleiri sjúkrasystrar
og fleiri tól vórðu heldur
ikki keypt. Seinastu árini
eru fleiri sjúkrasystrar farn-
ar úr starvi av somu orsøk
sum hesar átjan, og nógvar
hava í longri tíð tosað um at
siga upp.
- Ótolandi støðan hevur
vart alt ov leingi. Tá ið vit
sendu brævið til leiðsluna,
høvdu vit satt at siga
væntað at verðið tiknar í
álvara. Eingin okkara hevði
roknað við, at vit ikki fóru
at fáa undirtøku fyri okkara
sjónarmiðum. At sjúkra-
røktarleiðarin, sum vit fóru
í verkfall fyri at fáa í starv,
ikki skilir okkara støðu, er
ógvuliga skuffandi. Hon
arbeiðir avgjørt ikki við
okkum. Vit kenna tað sum
um hon og leiðslan stingur
okkum í ryggin. Hon kundi
roynt at arbeitt her eina tíð,
so hevði hon skilt, hvussu
strævið tað er, sigur Ingun
Gaardbo.
- Fyri mær virkar tað sum
um vit tosa um hvør sítt.
Leiðslan vil vera við, at vit
hava samstarvstrupulleikar,
meðan vit siga, at arbeiðs-
byrðan er ov stór, sigur
Katrin Højgaard Høgnesen
Stuðul fløvar
Fakfeløg og starvsbólkar
hava lýst sjúkrasystrunum
sín fulla stuðul í stríðnum
at fáa nøktandi arbeiðskor.
- Tað fløvar veruliga, at
starvsbólkar her á sjúkra-
húsinum stuðla okkum.
Eisini sjúklingarnir sjálvir
skilja okkum, sigur Anna
Justesen.
- Fólk á gøtuni skilja
okkum betur enn leiðslan,
sigur Ingun Gaardbo.
Anna Justesen og Katrin
Højgaard Høgnesen hava
kannað møguleikarnar fyri
arbeiði uttanlands.
- Noreg er ein møguleiki,
og tað kundi verið, at eg fór
til Noregs at arbeiða eina
tíð um tað verður neyðugt
uttan
familjuna,
sigur
Katrin Højgaard Høgnesen.
Útkoyrdar og útbrendar
- At sjúkrarøktarleiðarin, sum vit fóru í verkfall fyri at fáa í starv, ikki skilir okkara støðu, er ógvuliga skuffandi. Hon arbeiðir
avgjørt ikki við okkum. Vit kenna tað sum um hon og leiðslan stingur okkum í ryggin, siga Ingun, Katrin og Anna
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
3
2