mikudagur 12. desember 2001síða 3
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 240 - 12. desember 2001
Nr. 240 - 12. desember 2001
5
Mánadagagin varð
avdúkað, hvør hevur
vunnið kappingina
um at tekna nýggja
miðnámsskúlan, sum
skal byggjast í Vági.
Dómsnevndin sigur,
at tekningin sum
vann, er eitt sterkt
hugskot í skapi og
innihaldi
ARKITEKTAKAPPING
Áki Bertholdsen
– Ístaðin fyri at taka skúlan
burturúr lendinum, er hann
feldur inn í tað.
Tað var tann grundleggj-
andi tankin hjá teimum fýra
arkitektunum, Árna Winth-
er, Rúna Abrahamsen, Páll
Lave og Pauli Dam Joen-
sen, tá ið teir settust við
tekniborðið at tekna nýggja
miðnámsskúlan, sum ætl-
anin er at byggja í Vági.
Í september útskrivaði
Mentamálastýrið projekt-
kapping um at gera uppskot
til tann nýggja miðnáms-
skúlan, sum skal byggjast í
Vági.
Dómsnevndin fekk 12
uppskot at velja ímillum og
henni dámdi uppskotið hjá
teimum fýra arkitektunum
so væl, at teir vunnu kapp-
ingina og fingu 1. virðis-
lønina upp á 100.000 krón-
ur.
Dómsnevndin sigur, at
uppskotið, sum vann, er
vakurt framlagt, og er bæði
einfalt og sermerkt ísenn
Tað er eitt sterkt hugskot í
skapi og innihaldi og hevur
eina skipan, sum er ógvu-
liga greið og samstundis
gevur ríkar og fjølbroyttar
byggilistarligar uppliving-
ar.
Atgongdin og tilkoyring-
in til skúlan er natúrliga
lagt á slættara partin av
grundstykkinum, omanfyri
húsið og tað víkir frá øðr-
um uppskotum.
Tó heldur nevndin, at
vegurin kann vera trupul at
gera, men hon heldur eisini,
at hann kann leggjast øðr-
vísi, uttan at nerva heildina
munandi.
Úr erva slepst inn í húsið,
tvs, at inngongdin er niður í
húsið ígjøgnum eina for-
høll í tveimum hæddum,
sum greitt býtir frá tey høli,
sum skulu brúkast til al-
menn endamál hjá øðrum
enn skúlanum sjálvum.
Dómsnevndin
heldur
kortini, at inngongd eigur
at vera úr neðra eisini til
tey, sum eru til gongu.
Nevndin hugsar eisini um
aðrar broytingar, sum hon
skal tosa við arkitektarnar
um, kemur tað hartil,at
skúlin verður bygdur.
Men høvuðsætrlanin er
væl førd ígjøgnum og gevur
eitt tvíbýti innan, greitt
skilt sundur soleiðis, at
spennandi, rúmligir mót-
setningar møtast við einum
ovara parti, sum hevur ljós
úr erva. Hesin partur er
lagdur inn í lendið.
– Bygningurin er væl
skipaður og rúmliga sam-
ansetingin framútskarandi.
matarhøllin við útiøki er
einastandandi væl løgd.
Ikki roynt fyrr
Verður skúlin bygdur verð-
ur talan um byggilist, sum
er nýggj í Føroyum.
– Ístaðin fyri at taka seg
burturúr
lendinum,
er
bygningurin feldur inn í
lendið, sigur Gunnar Hoy-
dal, sum var skrivari hjá
dómsnevndini.
Hetta er gjørt á ein hátt,
sum ikki er roynt fyrr í Før-
oyum.
Tað sæst aftur í bygning-
unum, tí framsíðan á hús-
inum er ikki stór. Hinvegin
eru nógv høli í skúlanum
bygt inn í lendið, niðaneftir,
har ljósið kemur niður úr
erva ígjøgnum vindeygu í
loftinum.
Umframt at vera mið-
námsskúli, skal hann eisini
hava skeiðstilboð til stóran
part av fólkinum. Hann
hevur bæði matarhøll og
samkomuhøll, so at tað ber
til at hava mentanartiltøk av
alskyns slagi í honum.
Í samstarvi við komm-
una, verður eisini bókasavn
í skúlanum.
Óli Holm, landsstýris-
maður sigur byggingin
byrjar komandi ár og at
hann verður liðugur í 2005.
Talan er um ein bygning
av træi, gróti, flagi og glasi,
er er kent byggitilfar í
Føroyum, í hesum førinum
tó lagt í ein nýmótans
bygning.
– Vit eru samdir um, at
tað gamla er gott og at tað
vilja vit varðveita, segði
Árni Winther, tá ið hann
fekk virðislønina vegna teir
fýra arkitektarnar, sum
vunnu.
Men hann legði afturat,
at tað er ikki altíð at vit
hugsa so nógv um, at tann
arvur, vit lata eftirkomarum
okkara, er tað, sum teir
skulu stríðast ta næstu
øldina.
Tí helt hann, at tað hevur
stóran týdning, at hugsa
um, at tað, vit lata úr
hondum, eisini skal vera til
gagns hjá teimum, sum
eftir okkum koma.
Nýggi Miðnámsskúl-
in, sum skal byggjast í
Vági, skal vera ein
virkin partur av sam-
felagnum og geva
møguleikar fyri at
binda saman undir-
vísing, mentan,
arbeiðslív og vinnulív
í Suðuroy
PROJEKTKAPPING
Áki Bertholdsen
Nýggi miðnámsskúlin, sum
ætlanin er at byggja í Vági,
skal ikki bara vera ein
tíðarhóskandi karmur um
fjølbroytt og framkomin
útbúgvingartilboð til ung
og tilkomin. Tá ið Menta-
málstýrið í september í ár
útskrivaði projektkapping
um skúlan, varð dentur
eisini lagdur á, at hann
skuldi hava umstøður til at
gerast ein virkin partur av
samfelagnum og at gera tað
møguligt at binda saman
undirvísing, mentan, ar-
beiðslív og vinnulív í Suð-
uroynni.
Talan var sostatt um eina
kapping, ið leggur dent á at
skapa karmar um ein
framtíðar skúla, sum verður
øðrvísi enn vanligu mið-
námsskúlarnir hava verið.
Hann
skal
vera
ein
savnandi kraft í Suður-
oynni, tí hann skal kunna
hýsa nógvum og fjølbroytt-
um arbeiðsháttum og vera
opin fyri skiftandi læring í
flokkum og bólkum og
samstundis skal hann geva
tí einstaka næminginum
góðar møguleikar fyri at
læra sjálvur og at leita sær
vitan og førleikar.
Men skúlin skal sam-
stundis vera ein opin og
virkin partur í tí samfelagi,
hann er í og hetta setur stór
krøv til bygningin, tí hann
skal kunna laga seg til
skiftandi tørv og umstøður,
ið støðugt broytast.
Dómsnevndin vísir eisini
á, at landslagið, har skúlin
skal byggjast, er serstakt og
krevur serstakt varsemi og
fyrilit fyri umhvørvi, na-
túru og veðurlagi.
Talan er tí um eina kapp-
ing, sum setir luttakarunum
stór krøv, sigur dóms-
nevndin, sum er Óli Holm,
landsstýrismaður, formað-
ur, Jógvan Krosslá, bý-
ráðsformaður, Ole Laursen,
deildarleiðari á miðnáms-
skúlanum í Vági, Turið
Nolsøe Mohr, arkitektur og
Lasse Hagerstrøm, arki-
tektur úr Finnlandi.
Tríggjar virðislønir
Lætnar
vórðu
tríggjar
virðislønir. Fyrstu virðisløn
upp á 100.000 krónur,
fingu arkitektarnir, Árni
Winther, Rúni Abraham-
sen, Páll Lave og Pauli
Dam Joensen fyri vinn-
araprojetkið, sum er umrøtt
aðrastaðni. Aðru virðisløn
upp á 60.000 krónur fingu
arkitektarnir Heidi Hjal-
grímsdóttir Poulsen, Marita
Weihe. Armgarð Weihe og
Johan Laksafoss fyri tað
næstbesta
projektið
og
triðju virðisløn upp á
25.000 krónur fekk Eyðun
Eliassen.
Men harumframt sam-
tykti dómsnevndin eisini at
keypa
tekningarnar
frá
Albert Isfeld fyri 15.000
krónur.
Á samkomuni, sum var,
tá ið vinnarin var avdúk-
aður, heitti Mads Winther,
stjóri á Føroya Studenta-
skúla, staðiliga á Menta-
málastýrið
um
at
fáa
byggisáttmálan undirskriv-
aðan, áðrenn løgtingsvalið í
vár, tí tað kann fáa ávirkan
á tað politiska landsslagið.
Royna nýggja byggilist í Vági
Soleiðis fer nýggi Miðnámsskúlin í Vági at
taka seg út. Hann er feldur inn í lendi og tí
er framsíðan ikki serliga stór, Summi av
hølunum eru bygt innumdir lendið
niðaneftir og tey fáa ljós úr teimum stóru
vindeygunum í loftinum
Ein savnandi kraft í Suðuroy
Hetta eru teir fýra arkitektarnir, sum vunnu kappingina um at tekna nýggjan miðnámsskúla í
Vàgi. Teir eru f.v. Páll Lave, Pauli Dam Joensen, Rúni Abrahamsen og Árni Winther
Annfinn Brekkstein
væntar, at Kirkjubøar
kommuna verður
løgd saman við Tórs-
havnar kommunu
einaferð í framtíðini.
Fyri fyrst hevur
bygdaráðið tó valt
samstarv við at søkja
um limaskap í
Kommunusamskipan
Føroya, har tær
størru kommunurnar
eru limir
KOMMUNUR
Stefan í Skorini
Kirkjubøar kommuna hev-
ur søkt um limaskap í
Kommunusamskipan Før-
oya, ið umboðar 67% av
fólkatalinum, men bara
seks kommunur. Samstund-
is hevur hon tikið seg úr
Føroya
Kommunufelag,
sum ikki megnaði at røkja
hennara áhugamál til fuln-
ar.
– Vit hava betri umboðan
í KSF enn í kommunufel-
agnum, og vit standa sterk-
ari í tí felagsskapinum. So-
leiðis kunnu vit víðka sam-
starvið við størru kommun-
urnar enn meira, sigur Ann-
finn Brekkstein.
Hann vil vera við, at
kommunufelagið als ikki
megnaði at fylgja við og
røkja teirra áhugamál. Tí
heldur hann, at kommunu-
felagið skuldi tikið upp
samráðingar við KSF um
limaskap. Úrslitið hevði
verið eitt kommunufelag í
landinum, sum er øllum at
gagni.
Hann heldur, at komm-
unusamskipanin
hevur
størri førleika enn komm-
unufelagið. Og tá stórar av-
bjóðingar og tungar byrðar
eru fyri framman hjá
kommununum, stendur ein
lítil kommuna seg betri í
samstarvi við tær størru.
Her verður m.a. sipað til
barnaansing og eldrarøkt.
– Tann minna kommunan
fær altíð meira burturúr
einum samstarvi við eina
størri
kommunu,
sigur
Annfinn.
Kirkjubøur, Velbastað og
Syðradalur hava longu um-
fatandi samstarv við Tórs-
havnar kommunu, og ætl-
anin er at víðka hetta sam-
starvið.
– Tær smáu kommunurn-
ar hava ongan møguleika at
taka ábyrgd av eitt nú eldra-
økinum og øðrum, ið land-
ið fer at leggja út, og tí
mugu vit dúva uppá Tórs-
havnar kommunu, sigur
borgarstjórin.
Fyri samanlegging
Annfinn Brekkstein heldur,
at nýggja kommunulógin
leggur upp til, at kommun-
ur verða lagdar saman í
størri eindir.
– Lógin skuldi verið
gjørd soleiðis, at kommun-
urnar vórðu noyddar til
samanleggingar, men tað
verður ikki sagt beinleiðis í
lógini, sum tó bara er gjørd
til størri eindir, sigur borg-
arstjórin.
Hann ivast ikki í, at
Kirkjubøar kommuna verð-
ur løgd saman við Tórs-
havnar kommunu einaferð í
framtíðini, tí eingin ivi er
um, at hetta er ynskið hjá
landsins myndugleikum, og
hesum tekur hann undir
við. Tó hevur bygdaráðið
ikki viðgjørt henda spurn-
ingin ítøkiliga enn.
Eitt triðja kommunufelag
er við at taka seg upp, og
tað er samstarv millum út-
oyggjar, ið hevur ætlanir
um at seta eina skrivstovu á
stovn.
Annfinn Brekkstein met-
ir ikki, at hesum felags-
skapi er lív lagað, tí hvað-
ani skulu pengarnir koma
frá, spyr hann.
Fleiri kommunur á
veg inn
Hann avdúkar samstundis,
at fleiri kommunur fara at
søkja um limaskap í KSF.
Hetta er greitt, eftir at
Kirkjubøar kommuna hev-
ur søkt um limaskap.
Tí kunnu vit vænta, at
fleiri kommunur fara at
venda kommunufelagnum
bakið, sum harvið fer at
missa bæði styrki og før-
leika.
Tað er hetta, sum fær
Annfinn
Brekkstein
at
halda, at best hevði verið,
um bara eitt kommunufelag
er í Føroyum.
Mykines er tann
kommunan, ið hevur
ásett størstu broyt-
ingina í barnafrá-
dráttinum. Í ár er
hann 1.500 krónur,
men næsta ár er hann
øktur til 6.000 krón-
ur. Hetta er fyri at
lokka ungar barna-
familjur út til oynna,
sigur borgarstjórin
BARNAFRÁDRÁTTUR
Stefan í Skorini
Tvær kommunur í Føroy-
um hava ein barnafrádrátt á
6.000 krónur. Tær eru
Gjáar og Mykinesar komm-
una, ið royna at lokka ungar
barnafamiljur til bygdirnar.
Mykinesar kommuna hevur
hækkað barnafrádráttin við
heili 4.500 krónum, úr
1.500 uppí 6.000 krónur.
– Vit hava valt at hækka
barnafrádráttin munandi,
og tað er fyri at lokka ungar
barnafamiljur út til Myki-
nesar, sigur Katrina Joh-
annesen, ið er borgarstjóri í
Mykinesi við einum bygda-
ráði, sum hevur tríggjar
limir.
– Vit vilja so ógvuliga
fegin hava eina aðra familju
út higar at búgva, bæði fyri
børnini og fyri okkum. Vit
hava tí hækkað barnafrá-
dráttin, so eingin skal hava
tað at finnast at, um tey
ætla sær at flyta út, sigur
hon.
Hon torir tó ikki at
vænta, at onkur fer at taka
stigið at flyta út á eina út-
oyggj, hóast hon innarliga
vónar hetta.
Skatturin tann sami
Bygdaráðið hevur tó ikki
lækkað skattin, sum tey við
Gjógv hava gjørt. Skatta-
prosentið í Mykinesi er
framvegis 16%, og við
Gjógv er tað bara 13%.
– Vit hava valt ikki at
lækka skattin, tí vit vilja
framvegis hava nakað inn í
kommunukassan, so vit
kunnu gera tað, sum krevst
í bygdini, sigur Katrina
Johannesen.
Hon eigur tvey børn, ið
eru tey einastu í bygdini.
Stórar ætlanir
Maður Katrinu er Esbern í
Eyðansstovu, og hann hev-
ur saman við einum sam-
starvsfelaga ein dunnufarm
úti í Mykinesi.
Har hava teir havt 500
dunnur gangandi til jólar.
Nú eru 400 dunnur slaktað-
ar, og tær eru sendar á tann
føroyska marknaðin. Tær
flestu eru seldar heilsøluni
hjá Poul Michelsen, meðan
nakrar eru seldar privat.
Hetta er fyrsta árið, at
dunnufarmur hevur verið
úti í Mykinesi, og tað hevur
eydnast væl, frætta vit.
Teir hava roynt at fara
undir grísahald úti á oynni,
men stuðul fekst ikki frá
landinum, so tær ætlanirnar
eru fyribild lagdar til viks.
Eisini hevur talan verið um
at fara undir aling, men
hetta krevur stóra fígging,
og hetta er ikki fingið uppá
pláss enn, men tó eru ætl-
anirnar ikki gloymdar.
Tey royna, hvat tey
kunnu fyri at halda lív í
bygdini Mykinesi.
Annfinn væntar samanlegging
Annfinn Brekkstein metir, at fleiri kommunur eru á veg úr
kommunufelagnum inn í Kommunusamskipan Føroya við
teimum størru kommununum
Mykines lokkar barnafamiljur
Katrina Johannesen, borgarstjóri í Mykinesi, sigur, at tey hava
hækkað barnafrádráttin fyri at lokka ungar barnafamiljur til
bygdina
C
M
Y
K
5
4