mikudagur 12. desember 2001síða 4
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 240 - 12. desember 2001
Nr. 240 - 12. desember 2001
7
Føroya arbeiðsgev-
arafelag vil ikki hava
tað sitandi á sær, at
tær nýta Fútarættin
til órættvíst endamál.
Hetta skyldast heilt
einfalt, at tað ikki er
nakar arbeiðsrættur í
Føroyum, skrivar
Vinnuhúsið. Gunn-
leivur Dalsgarð, for-
maður fyri Starvs-
mannafelagið, er alt
annað enn samdur
ARBEIÐS-
MARKNAÐUR
Heri á Rógvi
Ósemjur millum partarnar
á abeiðsmarknaðinum er
ikki nakað óvanligt í Føroy-
um. Við jøvnum millumbili
plaga verkfallini at vitja
okkum sum ein onnur
plága. Tað er ymiskt,
hvussu leingi verkføllini
vanliga eru, men tað plagar
at merkjast. Verkføllini taka
tað tíð, sum tað tekur pørt-
unum at semjast.
Í sambandi tær seinastu
ósemjurnar er fútarætturin
eisini komin upp í leikin.
Eitt nú í trætuni um ambul-
ansutænastuna kom fúta-
rætturin upp í málið, og
hetta fekk fakfelagsleiðar-
arnar at geva ilt av sær. Í
hesum førinum eins og í
øðrum førum gjørdi fúta-
rætturin
arbeiðssteðgin
ólógligan. Tískil noyddist
arbeiðsfólki
aftur
til
arbeiðis, uttan at tey ynsktu
tað.
Arbeiðsrættur
Eftir seinastu træturnar á
arbeiðsmarknaðinum, so
vóru tað fyrst fakfelags-
leiðarir, sum tóku til orð-
anna. Teir hildu tað als ikki
vera nakað gott hugskot at
blanda fútarættin upp í tílík
mál, tá ið hetta als ikki
hevði verið siðvenja áður.
Eisini funnust teir at Fúta-
rættinum fyri ikki at taka
alt málið til viðgerðar, men
bert at viðgera partar av
málinum til fyrimuns fyri
annan partin – teirra mót-
part.
Nú hevur eisini Føroya
arbeiðsgevarafelag gjøgn-
um Vinnuhúsið komið við
nøkrum úttalilsum í hesum
sambandi.
Føroya arbeiðsgevarafel-
ag vísir á, at tað í løtuni
ikki er nakar arbeiðsrættur í
Føroyum, og av teirra orsøk
er Fútarætturin ella Føroya
rættur noyddur at viðgera
málið. Hetta er fyri so vítt
ikki nakað nýtt sjónarmið,
og hevur spurningurin við-
víkjandi arbeiðsrættinum
eisini verið frammi áður.
Føroya arbeiðsgevarafelag
er sjálvt heldur ikki nøgt
við støðuna sum hon er.
–Føroya Arbeiðsgevara-
felag mælir tí til, at sett
verður gongd á orðaskiftið
um og fyrireiking av stovn-
setan av einum føroyskum
arbeiðsrætti.
Eitt
er
í
hvussu so er vist, og tað er,
at so leingi eingin føroysk-
ur arbeiðsrættur er stovn-
settur vil Føroya Rættur
(harundir fútarætturin) eis-
ini vera »arbeiðsrættur« í
Føroyum. Sostatt avgera
fakfeløgini í stóran mun
sjálvi hvussu leingi Føroya
Rættur (harundir fútarætt-
urin) framhaldandi skal
vera »arbeiðsrættur« í Før-
oyum, skrivar Vinnuhúsið.
Føroya Arbeiðsgev-arfel-
ag sóknast eftir øllum at
døma eftir einari skipan,
sum er mestsum álík teirra
skipan, ið danir nýta nú.
– Sambært dómspraksis
er á føroyska arbeiðs-
marknaðinum galdandi ein
friðarskylda meðan ein
kollektivur sáttmáli er gald-
andi.Við at gera kollektivan
sáttmála tryggjar arbeiðs-
gevarin sær sostatt arbeiðs-
frið í sáttmálaskeiðinum.
Nevnast kann eisini, at
galdandi er ein tulkingar-
fyrimunur fyri arbeiðsgev-
aran soleiðis at tulking ar-
beiðsgevarans fyribils skal
leggjast til grund til rættar-
avgerð fyriliggur, skrivar
Vinnuhúsið.
Víðkaðan gerðarrætt
Sum vera mann í tílíkum
spurningum, so er mótpart-
urin
mestsum
púrasta
ósamdur. Hóast Gunnleivur
Dalsgarð ikki plagar sam-
ráðast so øgiliga nógv við
partarnar á privata arbeiðs-
marknaðinum, so heldur
hann ikki nógv um upp-
skotið hjá Føroya arbeiðs-
gevarafelag, sum hann met-
ur kann fáa kollveltandi
týdning
fyri
føroyska
arbeiðsmarknaðin.
– Føroya arbeiðsgevara-
felag veit fult væl, at ein ar-
beiðsrættur ikki er nakað,
sum fakfeløgini kunnu taka
undir við, sigur Gunnleivur
Dalsgarð.
Sum heild metir Gunn-
leivur ikki at tað er neyðugt
við einum tílíkum arbeiðs-
rætti, sum vit eisini kenna
úr Danmark. Hann heldur,
at tað eru partarnir í einari
arbeiðstrætu, sum sjálvir
skulu loysa trupulleikan,
soleiðis sum teir eisini hava
gjørt áður. Harafturat skilur
Gunnleivur Dalsgarð als
ikki, hvat tað er fyri trupul-
leikar, sum Føroya arbeiðs-
gevarafelag eftir øllum at
døma sær.
– Vit hava saman við øðr-
um nú í eina tíð arbeitt við
einari ætlan um ein víðkað-
an gerðarrætt, men hetta
hevur seinastu tíðina ligið á
láni. Hetta er ein loysn, har
partarnir
sjálvir
kunnu
skipa ein stovn, sum kann
loysa tílík trætumál, sigur
Gunnleivur Dalsgarð.
Formaðurin í Starvs-
mannafelagnum sigur seg
vera til reiðar at tosa við
Føroya arbeiðsgevarafelag
og onnur, um hesar spurn-
ingarnar, men ein arbeiðs-
rættur er ikki nakað, ið
hann teir kunnu taka undir
við.
Føroya arbeiðsgevarafelag:
Vilja seta á stovn Arbeiðsrætt
John Christensen,
sum hevur staðið á
odda fyri kanningini
hjá Menas um Føroy-
ar sum oljuland, er
ikki í iva um, at kann-
ingin hjá teimum er
vísindalig, hóast Suni
á Dalbø vil vera við
nakað annað. Eisini
Hjarnar Djurhuus frá
BP ivast ikki í, at
hetta er eitt gott
vísindaligt verk
KANNING
Heri á Rógvi
Tað var í Útvarpi Føroya
mánakvøldið, at Suni á
Dalbø kom framat mikro-
fonini í sambandi við tað so
kendu Menas frágreiðing-
ina, sum er skrivað við tí
fyri eyga at lýsa Føroyar
sum eitt komandi oljuland.
Kanningin kallast fyri A
Study of The Impact of The
Development of Hydro-
carbon Resources on The
Faroe Islands. Sum heitið
sigur so er talan um eina
kanning í orðsins rætta
týdningi. Til at hjálpa sær
við
kanningini
fingu
Menas fólkini samstarv í
lag við Fróðskaparsetur
Føroya, Søgu- og samfel-
agsdeildina. Teir skuldu so í
felag taka sær av kanning-
ini. Tá kanningin varð løgd
fram varð hon eisini løgd
fram sum um, at hetta hevði
verið ein verkætlan, har
allir partar vóru nøgdir,
men hetta er nú sáaur ivi
um.
Vísindaligt
Í teirri áður umtalaðu
tíðindasending segði Suni
Dalbø seg als ikki vera
nøgdan við verkætlanina.
So mikið, at hann kendi seg
noyddan at fara burturúr
arbeiðinum, tá ið arbeiðið
ikki var nóg mikið ella als
ikki vísindaligt.
Hann fór eisini so mikið
langt sum at siga, at Fróð-
skaparsetri valdi at selja
seg til eina bretska fyritøku
við hesari kanningini.
Tað var John Christen-
sen, sum stóð á odda fyri
verkætlanini. John Chris-
tensen er sjálvur úr Jersey
er víðagitin sum serfrøð-
ingur innan fyri búskap hjá
smærru samfeløgum. Hann
er nógv knýttur at Menas.
Tá vit ringdu til hansara, so
segði hann seg ikki kenna
nakað til, at Suni Dalbø
skuldi vera ónøgdur við
hesa kanningina hjá teim-
um. Í kanningini nýtir
Menas fleiri víðagitnar ser-
frøðingar á mongum økj-
um.
– Eg kann í veruleikan-
um ikki siga so nógv, tá ið
eg ikki havi sæð nakað
skrivligt frá Suna Dalbø.
Hann var við í verkætlanini
fyri Fróðskaparsetur Før-
oya, men hann tók seg síð-
ani úr. Ein og hvør kann
fara í útvarpi at tosa, men
eg havi ikki sæð nakað
skrivligt,
sigur
John
Christensen.
Hann leggur afturat, at
teir bygdu kanningina á
vísindaligar arbeiðshættir
og hava eisini tikið vísinda-
lig fyrivarni.
Tað eydnaðist okkum
ikki at fáa eina viðmerking
frá Maluni Marnersdóttir,
rektara á Fróðskaparsetri
Føroya, ella Jógvan Mørk-
øre, sum eisini luttók í
verkætlanini fyri Fróðskap-
arsetur Føroya.
Menas svarar aftur:
Kanningin er vísindalig
Suni Dalbø var einaferð
knýttur at Menas
kanningini, men hann
gjørdist so mikið ónøgdur, at
hann tók seg burturúr. Nú
sigur hann kanningina vera
óvísindaliga
John Christensen, sum stóð á odda fyri verkætlanina fyri
Menas, heldur kanningina hjá teimum vera vísindaliga
Stjórin fyri Vinnuhúsið er
farin at skriva um at seta á
stovn ein arbeiðsrætt í
Føroyum.
Fútarætturin skal í
framtíðini ikki vera tað
staðið, har træturnar á
arbeiðsmarknaðinum skulu
loysast. Hetta ynskja
partarnir báðu megin borðið.
Loysnin á trupulleikanum er
tó ymiskur fyri hvønn partin
Grækaris vitjar
í Klaksvík
Tað er neyðugt at fáa
vinnuna at samstarva
við kommununa í
einum partafelag, so
góðshavnin í Ánun-
um kann gerast liðug,
árenn undirsjóvar-
tunnilin kemur um
Lorvíksfjørð, heldur
Jógvan við Keldu
ÚTBYGGING
Eyðun Klakstein
Klaksvík: Góðshavnin í
Ánunum skal vera liðug, tá
undirsjóvartunnilin kemur
um Lorvíksfjørð.
Tað heldur Jógvan við
Keldu,
býráðslimur
í
Klaksvík og fyrrverandi
borgarstjóri. Í farnu viku
var hann framsøgumaður
hjá
Fólkflokkinum,
tá
fyrsta viðgerð av málinum
um Norðoyatunnlinum var
fyri í løgtinginum.
- Skal hetta lata seg gera,
so er neyðugt, at vinnan og
kommunan samstarva í
einum
privatum
parta-
felagi, sum kann standa fyri
arbeiðnum í Ánunum, sigur
Jógvan við Keldu.
Seinnu árini hevur Klaks-
víkar kommuna fylt út í
Ánunum, og hetta arbeiðið
skal halda fram 1. januar.
Trupulleikin hjá komm-
ununi er ferð eftir ferð
íløguloftið, og tað er tað
eisini í sambandi við
havnina í Ánunum. Tað
kunnu bara brúkast av-
markaðir pengar til hetta
arbeiðið, um onnur øki í
samfelagnum skulu byggj-
ast út samstundis.
Avskipa fyri alt økið
Jógvan við Keldu heldur, at
arbeiðið í Ánunum hevur
skund, tí góðshavnin má
verða klár at taka í nýtslu,
tá undirsjóvartunnilin kem-
ur um Lorvíksfjørð, og tað
roknar hann fer at verða um
eini fýra ár.
Tí kundi eitt partafelag,
har kommunan og vinnan
vóru við, gjørt arbeiðið
skjótari.
- Klaksvík hevur ein
stóran møguleika at gerast
avskipingarhavn fyri eitt
dynamiskt og spennandi
øki, sum millum annað um-
fatar Klaksvík, Lorvík,
Gøtu og Fulgafjørð. Tá
undirsjóvartunnilin er kom-
in, verður tað ein stórur
fyrimunur at avskipa góðs
úr Klaksvík, heldur enn at
koyra tað ein longri tein til
onkra aðra havn, heldur
Jógvan við Keldu.
- Men tað er umráðandi,
at Klaksvík fyrireikar seg
til hendan møguleika. Vit
skulu greiða skipafeløgun-
um frá okkara ætlanum,
samstundis
sum
góðs-
havnin verður gjørd.
Gamalt samstarv tikið
uppaftur
Jógvan við Keldu sær stórar
møguleikar fyri samstarvið
millum Klaksvík og eystara
part av Eysturoynni.
- Vit hava eitt fjølbroytt
og gott vinnulív í hesum
øki, og tá undirsjóvartunn-
ilin kemur eri eg sann-
førdur um, at vinnan,
handilslívið, mentanarlívið
og ítróttarfeløg fara at sam-
starva nógv meira, enn tað
verður gjørt í dag. Gamla
samstarvið fer at verða
tikið uppaftur, heldur hann.
Sum dømi um samstarv
nevnir Jógvan við Keldu
møguleikan at samantvinna
arbeiðið hjá kommunu-
læknunum,
Klaksvíkar
Sjúkrahús kann aftur veru-
liga gerast sjúkrahús hjá
teimum, sum búgva á
eystursíðuni av Eystur-
oynni, og møguleikar eru
við spennandi útbygging á
ítróttarøkinum. Harafturat
vera tað bara 25 minuttir
millum Klaksvík og olju-
havnina í Runavík, og har
sær hann góðar møguleikar
hjá Klaksvíkini at vera við í
eini komandi oljuvinnu.
- Tað hevur nógv at siga
fyri klaksvíkingar at fáa
fast samband um Lorvíks-
fjørð, men tað hevur ikki
minni týdning fyri eystara
part av Eysturoynni, heldur
Jógvan við Keldu.
Stórar broytingar
Tá uppskotið til anleggslóg
um Norðoyatunnilin var til
fyrstu viðgerð í løgting-
inum í farnu viku, var breið
undirtøka fyri hesa ætlan.
Seismiskar kanningar eru
gjørdar í Lorvíksfirði, og
nú er málið, at arbeiðið at
gera
undirsjóvartunnilin
skal bjóðast út næsta
summar, so arbeiðið kann
byrja á heysti í 2002.
- Við einum undirsjóvar-
tunnli fara vit at fáa eitt nýtt
økissamstarv, sum fer at
skapa stóran framburð í
økinum, heldur Jógvan við
Keldu.
- Føroyska samfelagið fer
eisini at broytast nógv
longu við undirsjóvartunnl-
inum um Vestmannasund.
Møguleikarnir fyri at ferða
bæði innanlands og uttan-
lands fer at økjast munandi,
og eg rokni við, at flog-
førini í framtíðini fara at
flúgva soleiðis, at tú kanst
fara til Danmark á morgni
og koma aftur á kvøldi
uttan stórvegis trupulleikar,
sigur Jógvan við Keldu.
Hann stúrir ikki fyri, at
heimbýur hansara gerst ein
sovibýur, tá fasta samband-
ið er komið.
- Um tað verður soleiðis,
so eru vit heilt einfalt ikki
nóg dugnalig. Royndirnar á
Akranesi í Íslandi, sum er í
líknandi støðu eru sera
góðar. Har hevur fast sam-
band veruliga skapt fram-
burð á øllum økjum.
Klaksvík:
Grækaris D.
Magnussen fer mikudagin
at vitja í Leikalund í Klaks-
vík, har hann fer at signera
nýggju bók sína, Horvin
føroyingur.
Bókin hevur verið nógv
umtalað, síðani hon kom
út, og líkt er til, at hendan
umtala hevur skapt stóran
áhuga fyri bókini.
Grækaris vitjar í Leika-
lund mikudagin frá klokk-
an 15.00 til 17.00.
Grækaris D. Magnussen
Nýggja góðshavnin hevur skund
Góðshavnin í Ánunum skal verða ein partur av samstarvinum millum Klaksvík og eystaru síðu av Eysturoynni, tá
undirsjóvartunnilin kemur um Lorvíksfjørð. Tí hevur arbeiðið skund, heldur Jógvan við Keldu
C
M
Y
K
7
6