Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-05, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. januar 2010síða 6

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 2 - 5. januar 2010 Stórkavi í Kina Í Mið- og Suðurkina hevur tað kavað so illa í seinastuni, at har hevur ikki verið so nógvur kavi í meiri enn 50 ár. Í høvuðsstaðnum Beijing og aðrastaðni vóru 3.500 skúlar stongdir í gjár, og meiri enn tvær milliónir fólk fingu ein eyka frídag. Kavin hevur eisini órógvað samferðsluna, og fleiri flogferðir eru avlýstar. Sambært teirri almennu tíðindastovuni Xinhua er kavin í Beijing 30 centimetrar tjúkkur, og tað er tað mesta síðani 1951, verður sagt. Kinesisku veðurmenninir siga frá minni avfalli teir næstu dagarnar, men samstundis siga teir frá kulda heilt niður í 32 kuldastig, skrivar Xinhua. Yngri flogternur Teilendska flogfelagið Thai Airways vil hava yngri flogternur umborð á síni flogfør. Tí hava tær flogternurnar, sum eru farnar upp um tey 45, fingið tilboð um eina serliga fráfaringarskipan. Tað skrivar blaðið Bangkok Post. Stjórin í flogfelagnum sigur við blaðið, at felagið kann spara pengar við at fáa yngri flogternur umborð ístaðin fyri tær eldru, tí tær fáa betri løn enn tær ungu. Meðalaldurin á flogternunum hjá Thai Airways er millum 35 og 38 ár. Hjá kappingarneytanum Singapore Airlines er hann 28 ár. Inni í einum tunli við Oyggjarvegin standa einir 150 saltkassar og nøkur tons av salti. Men Tórshavnar Kommuna sleppur ikki inn í tunnilin, tí Arbeiðseftirlitið hevur stongt hann Hálka Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Myndir: Jens Kristian Vang Síðan kavin legðist um hálv an desember hevur hit- in ligið niðanfyri frost- mark ið at kalla alla tíðina. Bert onkra løtu er hitin farin upp um frost markið, fyri síðani at frysta aftur. Og tað er ikki bert smáfrost, ið hevur verið. Fryst hevur heilt niður í minus 6 stig onkrastaðni, og er tað hetta, sum er at kalla høvuðs- trupulleikin hjá kommunalu og lands fevnandi kava- ruddingar liðunum. Ísurin er sum stál. Saltið bítur ikki á harðfrysta ísin- um. – Vit salta alla tíðina, men saltið rínur ikki við harðfrysta ísin. Vit klára at halda bussleiðina koyrandi og rudda gongubreytirnar, men vit røkka ikki út alla- staðni, sigur arbeiðsfor- mað ur í Tórshavnar Komm- unu. Gomul sleppa ikki út Kommunala kavaruddingin røkkur ikki út til allar smá- vegir, og sum støðan er í løtuni, eru tað bert høvuðs- vegirnir, og har sum buss- leiðin koyrir, ið verða reglu- liga hildnir. Aðrastaðni, har tað ikki verður regluliga saltað og ruddað, liggur nú eitt tjúkt lag av ísi, sum ikki er til at fáa bilbukt við. Mortan Rasmussen, for- maður í Eldraráðnum í Havn, sigur at tey hava heitt á kommununa um at siga frá, hvar fólk kunnu fáa fatur á salti. – Tað eru so nógvar brekk ur, og gomul fólk sleppa ikki út. Høvuðs veg- irnir eru saltaðir, men á smá vegirnir verða ikki røktir. Kavin hevur ligið so leingi, og hann kemur at liggja nakrar dagar afurat. Og undir kavanum er blank- ur ísur, vísir Mortan Ras- mussen á. Hann greiðir frá, at tey royna at hugsa um tey gomlu, og tí eru tey komin við áheitanini á komm un- una, ásannandi at hon ikki røkkur út allastaðni, um at siga fólki frá, hvar tey kunnu fáa fatur á salti. Bjóða kassar við salti út Í reglugerðini fyri kava- rudd ing hjá Tórshavnar Komm unu verður sagt, at kommunan tekur sær av kavarudding og salting á kommunalu vegunum. Í vanligum kava taka maskin- urnar hjá kommununi sær av ruddingini. Er stórkavi verður hjálp tilkallað uttaní- frá. Kavaruddingin verður gjørd eftir somu raðfesting sum saltingin, sum verður raðfest soleiðis: 1. Høvuðsvegir, har Buss- leiðin koyrir og sjúkra- flutningur skal koma fram til Lands sjúkra- húsið. 2. Aðrir høvuðsvegir, har skúlar, stovnar og annað eru 3. Brattar brekkur 4. Býlingavegir 5. Íbúðavegir Felags fyri raðfestingina í øllum kommunalum vegum er, at í minsta lagi ein gongu breyt skal saltast. Síðan skrivar kommunan eisini í reglugerðini, at Tórs havnar kommuna letur kassar við salti til fólk at brúka. Fleiri eru tey, ið hava tikið av hesum tilboði, at kommunan setur ein kassa upp í støðum, ið ikki verða raðfest, og fólk so sjálvi kunnu stroya eitt sindur av salti út. Men í ár mangla hesir kassarnir í fleiri støð- um, og fólk standa spyrj- andi. Eiga bæði kassar og salt Um tú ringir til Snarskivuna hjá Tórshavnar kommunu og biður um at fáa ein av hesum kassunum settan upp á vegnum, har tú býr, skal tú tó ikki vænta tær játtandi svar. Trupulleikin er ikki, at kommunan ikki eigur nokk av kassum, tí har er ríkiligt til. Trupulleikin er heldur ikki, at einki salt er at koyra í kassarnar, tí tað trýtur held ur ikki. Stóri trupulleikin hjá komm ununi er, sambært ar beiðsformanninum, at tey hava goymt teir umleið 150 saltkassarnar og saltið inni í einum stórum tunli við Brandstøðina við Oyggj ar- vegin, og at síðani hev ur Arbeiðseftirlitið stongt tunnilin. Einki gerst í løtuni Boði Haraldson, býar verk- frøðingur hjá Tórshavnar Kommunu, váttar at teir hava fingið boð frá Ar - beiðs eftirlitinum, at teir ikki sleppa inn í tunnilin, tí tað er ósikkurt at ganga undir munnanum. – Men nú hava vit fingið Sleppa ikki eftir saltinum Í løtuni standa einir 50 av hesum saltkassunum úti í Tórshavnar kommunu. Men teir kundu verið nógv fleiri, tí hinir 150 standa innilæstir