Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-05, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. januar 2010síða 7

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 2 - 5. januar 2010 7 tíðindi Útlendingar tiknir Myndugleikarnir í Iran siga nú, at fleiri útlendskir ríkisborgarar vórðu tiknir undir ófriðinum í Teheran og øðrum býum upp undir ársskiftið. Tað almenna sjónvarpið sigur, at útlendingarnir róku tað, sum sjónvarpið kallar "sálarliga krígsførslu" ímóti iransku stjórnini. Iranskia fregnartænastan sigur, at útlend­ ingarnir komu til Iran í sambandi við ta átrúnaðarligu hátíðina ashura, men einki verður sagt um, hvørjum londum teir eru úr. ES hevur fordømt framferðina hjá iransku løgregluni ímóti mótmælisfólkinum. ES eyka toppfund ES­forsetin, Herman Van Rompuy, sum av álvara byrjaði í nýggja starvi sínum í gjár, hevur longu sent boð eftir ríkis­ og stjórnarleiðarunum, sum eru bidnir um at koma til fundar tann 11. februar. Van Rompuy sigur við tíðindastovurnar, at toppfundurin skal viðgera búskaparstøðuna í samveldinum og taka støðu til, um tað er neyðugt við nøkrum tiltøkum fyri at seta meiri ferð á búskaparvøksturin. Tað var framman undan avgjørt, at ES­leiðararnir skuldu halda toppfund í mars, og tann fundurin er framvegis á dagskránni. fígging til at fara at tryggja munnan. Arbeitt hevur leingi verið við at tryggja tunnilin innan, so henda støðan er ikki nýggj, men Arbeiðseftirlitið hevur nú staðfest, at tað er ótrygt at ganga undir munnnan, og tí er tunnilin stongdur, váttar Boði Haraldson og stað­ festir, at arbeitt verður við at finna bestu loysnina, men at tað verður ikki nú meðan kavin liggur. Tunlarnir við Brand støð­ ina verða nýttir av komm­ ununi til at goyma ymiskt í, eitt nú liggur allur jóla­ býurin og bíðar eftir at sleppa inn. Men fyrr enn vátt an er fingin fyri, at tunn ils munnin er tryggj­ aður, fæst hvørki kassi ella salt úr tunlinum. – Men trupulleikin er also ikki størri enn so, at tað eru einir 50 kassar, sum eru úti í býnum, og saltið fáa keypa vit frá Saltsøluni, sigur Boði Haraldson, býar­ verkfrøðingur. Hann roknar tó við, at verður púra galið við salti og øðrum, so kunnu teir finna útav einari loysn við Arbeiðseftirlitinum, soleið­ is at teir hava eftirlit meðan menn sleppa inn í tunnilin eftir saltinum og kassunum, og so kann tunnilin stongjast aftur. Men inntil ein loysn er fing in á hesum, verður einki meira gjørt, og mugu tey, ið ikki hætta sær út, klára seg við einum gomlum føroyskum heimaráði og lata seg í skølingar. Inni í hesum tunli standa 150 kassar og nøkur tons av salti og bíða eftir at verða avheintað. Men inn sleppur kommunan ikki, hóast hon sjálv eigur tunnilin Sum er, fáa kavaruddingarliðini ikki bilbukt við harðfrysta ísinum. Bert har, sum Bussleiðin koyrir og á høvuðsvegunum í kommununi klára teir at halda ferðsluni glíðandi