týsdagur 5. januar 2010síða 8
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 2 - 5. januar 2010
Ætlanarskrivið er ikki
alment atkomiligt
– í hvussu er ikki enn
– og í løtuni havi eg
onga viðmerking til
tað ítøkiliga í skriv
inum, sigur Annika
Mittún Jacobsen,
kringvarpsstjóri
ÆTLANARSKRIV
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Stóru tíðindini í gjár – alla
aðra staðni enn í Kringvarp
inum – vóru, at tíðinda
leiðarin, Jón Brian Hvidt
feldt,
hevði
fingið
ætlanarskriv frá stjóranum,
Anniku Mittún Jacobsen.
Tíðindaleiðarin varð sam
stundis fyribils settur frá
starvi
sínum,
og
um
vikuskiftið boðaði Annika
Mittún Jacobsen frá, at Ingi
Rasmussen við tænastuboð
um er settur sum virkandi
tíðindaleiðari.
Kringvarpsstjórin sigur í
ætlanarskrivinum, at orsøk
irnar til skrivið eru eitt nú
samstarvstrupulleikar, ovur
nýtsla av peningi í triðja
ársfjórðingi, og harav mist
álit á tíðindaleiðaran.
Annika Mittún Jacobsen
hevur tó onga viðmerking,
hvørki til samstarvs trupul
leikarnar ella til støddina av
ovurnýtsluni av pengum.
– Talan er um eitt persóns
mál, og eg havi ongan hug
til at gera nakra viðmerking
til málið í løtuni, sigur
Annika Mittún Jacobsen.
Í gjár kom eisini fram, at
17 av starvsfólkunum á
tíðindadeildini hava skrivað
undir eitt skriv, har tey mót
mæla, at Jón Brian Hvidt
feldt hevur fingið ætlanar
skrivið sum er forleyparin
til
endaligu
uppsøgnina
sum tíðindaleiðari.
Men heldur ikki um tað
vil kringvarpsstjórin úttala
seg.
– Eg eri fegin um, at Jón
Brian Hvidtfeldt fær stuðul,
men eg havi framvegis onga
viðmerking, heldur ikki til
tað, sigur Annika Mittún
Jacobsen.
Sum nevnt í Sosialinum í
gjár hevur Jón Brian Hvidt
feldt fyribils valt at mót
mæla ætlanarskrivinum, og
hann hevur 14 daga freist at
svara endaliga frá 29. de
sember at rokna.
Verður hildið fast um ætl
anarskrivið og uppsøgnina
sum tíðindaleiðari, stendur
framvegis Jón Brian Hvidt
feldt í boði at halda fram
sum vanligur tíðindamaður.
Annika onga viðmerking
Annika Mittún Jacobsen
hevur onga viðmerking til
ætlanarskrivið, sum hon
hevur handað Jón Brian
Hvidtfeldt, tíðindaleiðara í
Kringvarpinum
Livdi 20 ár í jungluni
Tvey ár eftir, at hon skapti eina sensatión, er 28 ára gamla kambodianska ”junglugentan”, sum hevði verið
burtur í sløk 20 ár, so smátt byrjað at tosa. Tað var í 2007, at unga kvinnan varð funnin skitin, nakin og svong, tá
hon royndi at stjala mat frá einum bónda. Hon dugdi ikki at tosa, men kundi bara siga ljóð, sum hoyra
dýraheiminum til. Søgan um Rochom P’ngieng, sum hon verður rópt, fór um allan heim. Fyri 20 árum síðan
rýmdi hon heimanífrá, og øll hesi ár hevði eingin sæð gentuna. Nú dugir hon at biðja um mat, vatn og onnur
smáting, tá hon er svong, sigur pápi hennara, Sal Lou. Spurnartekin hevur verið sett við, um søgan um
junglugentuna veruliga er sonn. Onkur arr, sum gentan hevði, vórðu hildin kanska at benda á, at hon hevði verið
fangi og heldur ikki varð hildið, at húðin undir føtrunum bendi á, at hon hevði livað í jungluni. Løgreglumaðurin
Sal Lou hevur sagt, at gentan er hansara dóttir, sum hevur verið burtur í næstan 20 ár. Hann skal kenna hana
aftur av einum arri á høgra armi, ið hon fekk sum smágenta, tá hon spældi við ein knív. Hvørki Sal Lou ella
kona hansara hava latið seg DNAkannað fyri at prógva, at Rochom P’ngieng er dóttir teirra.
Starvsfelagarnir í
kringvarpinum hjá
Jón Brian Hvidtfeldt
krevja, at ætlaða
uppsøgnin verður
tikin aftur
UppSøgN
Randi Jacobsen
randi@sosialurin.fo
Starvsfólkini í kringvarpin
um finna seg ikki í, at
stjórin vil av við Jón Brian
Hvidsfeldt sum tíðinda
leiðara.
17 starvsfólk á tíðinda
deildini hava sent kring
stjóranum Anniku Mittún
Jacobsen eitt mótmælis
skriv
Tey siga seg hava fult álit
á, at Jón Brian Hvidtfeldt
hevur røkt sínar uppgávur
eftir teimum umstøðum,
hann hevur havt at arbeiða
undir. Tey halda eisini, at
Jón Brian Hvidtfeldt er sera
væl fakliga fyri at røkta
starvið sum tíðindaleiðari.
Starvsfelagarnir vísa á, at
tíðindadeildin hevur havt
alt ov lítla játtan til at røkja
sínar skyldur, og tey krevja,
at ætlaða uppsøgnin verður
tikin aftur.
Tey hava eisini biðið um
fund við stjóran um hetta
málið, og henda fundin
vilja tey hava í seinasta lagi
í morgin.
Tey sum hava undirskrivað
mótmælið eru Leivur Fred
eriksen, Dánjal Højgaard,
Ingolf S. Olsen, Johnsigurd
Johannesen, Óluva Zach
ariasen, Elin Winther Poul
sen, Ingi Rasmussen, Sig
mar Bláberg, Rúni F. Kjær,
Herluf Sørensen, Høgni í
Jákupsstovu,
Karolina
Thostrup, Dia Midjord, Kaj
Joensen,
Jógvan
Hugo
Gardar, Jóhann Mortensen
og Sigrún H. Brend.
Fær stuðul frá starvsfeløgunum
Jón Brian Hvidsfeldt