týsdagur 5. januar 2010síða 9
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 2 - 5. januar 2010
Tony Paris fekk lítið
burt ur úr at stevna KÍ
eftir 1,3 milliónum
krón um fyri at hava
koyrt hann úr starvi
uttan grund
SAKARMÁL
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tony Paris hevði helst sett
nøsina upp eftir einari størri
upp hædd enn teimum um leið
360.000
krónum,
sum
dómarin, Jóannes Mad sen,
dømdi KÍ at rinda amerika
niseraða ong lend ing in um.
Fyri KÍ merkir tað so ein
útreiðsla á umleið 410.000
krón ur, tí felagið skal eisini
rinda fyri sakar máls kost nað
in.
Tony Paris var ikki til stað
ar í rættinum, tá dómur in
varð avsagdur, men sak førari
hansara var, Jens Vang. Han
hevði tó ongar við merkingar
til dómin, tí hann hevði ikki
tosa við klient sín enn.
Eisini saførarin hjá KÍ,
Jógvan Elias Winter Poul sen,
var í rættinum í dag, hann var
nevniliga sakførari í báðum
málunum, har dómur fall í
dag.
George L. Petersen,
Marni Gunnar
Simon sen, Kalmar
Linden skov, og Hen
rik KerrnJespersen
eru allir fríkendir
fyri djórapínslu, sum
teir vórðu ákærdir
fyri, tá teir ótu livan
di hummara í 2005.
Teir sluppu enntá frá
sakar máls kost nað i
num
DóMuR
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Allir ákærdu partarnir í
hummar a málinum,
sum
upp runa liga byrjaði í 2005,
tá hesir allir ótu livandi
hummara í eini ráðstevnu,
eru í dag frídømdir í Føroya
Rætti.
Tað hevur annars tikið
sína tíð hjá ákæruvaldinum
at fáa málið klárt, so ikki
fyrr enn í dag, varð dómur
sagd ur.
Orsøkin til, at menninir
vóru
frídømdir,
er,
at
hummari ikki verður mettur
sum vanligur fiskur, ella
djór við geislum, og tí er
hummari lægri standandi
djór.
Sakarmálskostnaðurin
verð ur goldin av tí almenna.
Fegin um frídøming
Georg L. Petersen, sum er
ein av teimum, ið varð frí
dømdur í rættinum í dag,
og hann er fegin um frí
dømingina.
Vit fegnast sjálvandi, at
vit eru frídømdir í hesum
máli num, har vit í fimm ár
hava verið ákærdir fyri at
vera
djórapínarar,
sigur
Georg L. Petersen.
Í málinum hava blað
menn in ir, sum vóru undir
ákæru alla tíðina ført fram,
at blivu teir dømdir, so var
tað at skerja talufrælsi, tí
teir dokumenteraðu bert
tað, sum nógv onnur, ha r
ímill um politikarar eisini
høvdu gjørt.
Politikararnir fortaldu
enn tá í rættinum, at teir
høvdu etið hummarar, men
ákær an var bert reist ímóti
okkum, undrast Georg L.
Peter sen framvegis.
Eftir rættarfundin fóru
teir fríkendu at fáa sær ein
betri bita, og Georg L.
Peter sen greiddi frá, at
funnu teir hummara, so
kun di tað verið eitt gott
hug skot.
Hummara átarar fríkendir
Í 2005 ótu Georg L. Petersen og nógv onnur livandi hummara. Í dag vóru allir, sum vóru ákærdir
fyri djórapínslu fríkendir
100 ára gomul vrakpetti
Avstralskir granskarar halda seg hava funnið vrakpettir av einum flogfari, sum pólfararin Douglas
Mawson tók við sær til Antarktis longu í 1912. Jarðfrøðingurin og pólfararin, Douglas Mawson,
stóð fyri tveimum kanningarferðum til Antarktis í byrjanini av 1900talinum. Í 1912 tók hann við
sær eitt propelluflogfar. Flogfarið, sum varð bygt av bretska framleiðaranum Vickers í 1911 fekk
eina harða lending á Antarktis longu í byrjanini av ferðini. Hóast veingirnir vórðu skaddir, brúkti
Mawson kortini flogfarið sum eina sletu við motori undir kanningarferðini. Sum tíðin fekk,
oyðilegðist motorurin á flogfarinum av nógva kuldanum. Miðskeiðis í sjeytiárunum siga
granskarar, sum vóru á Antarktis, seg hava tikið myndir av flogfarinum. Men síðan tá skal eingin
hava sæð flogfarið, fyrr enn nú vrakpettir eru funnin. Nú hava vit so funnið partar av flogfarinum,
skrivar Tony Steward sambært tíðindastovuni AP á heimasíðu hjá granskarunum. Gjøgnum trý
summar hevur granskarabólkurin Mawson’s Hut Foundation leitað eftir flogfarinum á Antarktis.
Stórsigur
fyri KÍ
Hóast úrskurðurin
fyri uttanfyri
standandi tykist ein
greiður sigur til KÍ,
so metir formaðurin,
Tummas Lervig, at
felagið við hesum er
bumbað fleri ár aftur
í tíðina
SAKARMÁL
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Eg meti hetta ikki sum ein
sigur.
So bersøgin er Tummas
Lervig, formaður í KÍ, tá
fólk hava hug til at ynskja
honum tillukku við úrs li ti
num av sakarmálinum, sum
Tony Paris hevði lagt móti
felagnum.
At hann yvirhøvur fekk
við hald í nøkrum av ákæru
punktunum, er eitt tap fyri
okkum, og tað er eitt vón
brot fyri meg, at rætturin
ikki tekur støðu til, hvønn
Tony Paris hevði sáttmála
við, sigur Tummas Lervig.
Formaðurin í KÍ sigur, at
hann enn ikki hevur sæð
sjálv an dómin, og tí fær
hann
illa
gjørt
meiri
ná greini ligar viðmerkingar
til úrskurðin.
Men hann dylur ikki fyri,
at hetta er meiri enn dyggur
smeitur fyri KÍ.
Vit hava arbeitt hart fyri
at fáa felagið upp á føtur
aft ur fíggjarliga, men við
hes um dóminum er alt farið
fyri bakka. Felagið er stutt
sagt bumbað fleiri ár aftur í
tíð ina, sigur Tummas Ler
vig.
Hann heldur, at før oy
ingar samstundis hava lært
ein hilan hóp av hesum
máli num.
Nú er prógvað, at venjar
ar bara kunnu fara rættar
veg in og fella feløgini niður
í knæ. Vit mugu veruliga
siga, at fortíðin hevur inn
heint að okkum í hesum
máli num, sigur Tummas
Lervig.
Tá vit tosaðu við for
mannin í KÍ stutt eftir at
dómurin var fallin, var so
stutt frá liðið, at hann dugdi
ikki at siga nakað um, hvat
nú fer at henda.
Nú fara vit at lesa dómnin
nærri, og so rokni eg við, at
aftan á nevndarfundin, sum
verður í kvøld, verður støð
an eitt sindur greiðari. Men
eitt er vist: einki verður tað
sama eftir hendan dómin,
sig ur Tummas Lervig.
Hann
væntar
at
tað
verður meiri enn trupult at
út vega peningin, ið KÍ nú
skal gjalda til Tony Paris, tí,
sum hann sigur: Hvar í
vinnu lívinum finnast hasir
pengar nir í dag?
Eitt er so vist, eg tími
ikki at brúka mína frítíð til
at savna pening inn til Tony
Paris, staðfestir formaðurin
í KÍ, Tummas Lervig.
Brúki ikki tíðina upp á Paris
Tummas Lervig ivast í løtuni
í, hvør framtíðin hjá KÍ er