Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-05, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. januar 2010síða 10

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 2 - 5. januar 2010 Sigling Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Beint undan jólum hevði Rás2 samrøðu við Høgna Petersen, yvirstýrimann, sum býr í Rituvík. Saman við restini av manningini, sum tilsamans telir 15 mans, vóru teir umborð á umleið 10.000 tons stóra farmaskipinum Mary Arc­ tica í holt við eina spennandi uppgávu á Suðurpólinum. Høgni er ikki einsamallur føroyingur umborð. Manningin telir 15 mans tilsamans, harav 1. stýri­ maður er Símun Pætur Ant­ honiussen, sum eisini er før­ oyingur, ættaður úr Norð­ oyggjum, men býr í Dan­ mark. Við skipinum eru annars 12 danir, ein grøn­ lendingur og ein norðmaður, ið er við sum staðkendur. Mary Arctica siglir mest millum Danmark og Grøn­ land og ymiskar havnir í Grønlandi. Uppgávan hjá Høgna Petersen og hansara monn­ um er hesaferð at føra for­ sýningar og útgerð til trý granskaralið á Suðurpólin­ um, har eingin av manning­ ini hevur verið áður. Bert norðmaðurin, sum er við, er staðkendur á hesum leiðum. Yvirstýrimaðurin hevur áður verið við skipi í Kape Town í Suðurafrika, men tað er langur vegur úr suður­ endanum á Afrika til Suður­ pólin. Tá Rás2 tosaði við yvir­ stýrimannin og eisini hevði stutt prát við 1. stýrimann, høvdu teir fínasta veður og nærkaðust ísinum. Teir skuldu skipa útgerð upp, og væntandi var, at teir fóru at liggja tað mesta av einum mánaða við Suðurpólin. Eitt, sum óvæntað ger hesa ferð uppaftur øðrvísi enn eina vanliga ferð, er, at ein blindur ferðamaður er umborð, men tað veit manningin einki um, tá teir loysa í Kape Town – ei held­ ur teir fyrstu tríggjar dag­ arnar á ferðini suðureftir. Hetta venda vit aftur til seinni í greinini. Eingin bryggja ­ Vit hava verið inni í Bremerhaven í Týsklandi og í Kape Town í Suður­ afrika og lastað. Tá vit koma niður til Suðurpólin, skal útgerðin skipast upp á ísin. Alt er øðrvísi enn tað, vit eru vanir við. Har er eingin bryggja, bert ísbrúgv, og stundum kann hon verða millum 18 og góðar 20 metrar høg. Í samrøðuni sigur Høgni Petersen, at uppskipingin kann gerast eitt sindur trupul, tí har er jú einki at binda skipið í. ­ Vit hava gjørt okkum nakrar pullartar, sum vit ætla at bora niður í ísin fyri at vita, um vit ikki kunnu binda skipið, meðan avskip­ ingin fer fram. Um hetta ikki fer at bera til, noyðast vit at liggja við motorunum koyrandi og við síðuskúvun­ um royna at halda skipið uppat ísbrúnni. Hann sigur, at teir eru spentir, hvussu tað nú fer at gangast at loysa hesa upp­ gávu, men teir síggja ikki uppgávuna sum ein stóran trupulleika, leggur hann aftrat. ­ Tað er altíð ein ávísur vandi at sigla í ísi. Hetta vita allir, sum hava siglt á leiðum, har ísur er. Tú noyðist at sigla varisliga, og tú fert ikki buldrandi ígjøgnum ís á havinum. Vit eru vanir at sigla í ísi í Grønlandi, men vit eru ikki vanir við at leggja uppat ísi við skipinum. Ymiska útgerð Høgni Petersen sigur, at teir á ferðini hava alt frá mati til vanligar brúksvørur til tey trý granskaraliðini á Suður­ pólinum. Hetta eru vørur, sum tey brúka í tí dagliga, meðan tey eru har. ­ Vit hava eisini nakrar maskinur við, sum kunnu koyra uppi á ísinum. Hetta eru eitt nú maskinur við plógv, sum kunnu rudda fyri sær, og vit hava eisini húsvognar við. Granskar­ arnir noyðast viðhvørt at ferðast leingi og noyðast tískil á sova á ferðini. Yvirstýrimaðurin vísir á, at tað kann vera langur veg­ ur frá ísbrúnni til støðirnar, har hesi fólkini búleikast á kanningarferðini. Føroyingar flyta útgerð til g Tveir føroyingar umborð á skipinum Mary Arctica eru í hesum døgum saman við øðrum í holt við eina forvitnisliga og spennandi uppgávu, sum teir ikki hava roynt áður. Tá teir høvdu siglt í trý samdøgur úr Kape Town ávegis til Suðurpólin, funnu teir út av, at óboðin ferðamaður var umborð á skipinum. Ein ungur, svartur maður úr Tanzania, sum ætlaði sær til Evropa ella USA, endaði nú suðuri í ísinum, har pingvinirnar halda til Tveir føroyingar, yvirstýrimaður og 1. stýrimaður umborð á Mary Arctica, hava reist flagg á Suðurpólinum Hóast teir hava siglt nógv í ísi í Grønlandi, hava hvørki Høgni Petersen ella Símun Pætur Anthoniussen ligið við ísbúgv áður Svenskur teknari hóttur Svenski blaðteknarin Lars Vilks, sum millum annað hevur teknað fleiri tekningar av Muhammed profeti, fekk eina drápshóttan í gjár. Svenskir fjølmiðlar skriva, at ein maður ringdi til Lars Vilks og spurdi, um hann visti, hvat var hent danska blaðteknaranum Kurt Westergaard. Tá Lars Vilks svaraði játtandi, segði maðurin í telefonini, at svenski teknarin stóð næstur á listanum, og at hann fór at fáa vitjan. Ein kanning hjá svensku løgregluni staðfesti, at maðurin, sum ringdi til Lars Vilks, ringdi úr Somalia. Tað skrivar Aftonbladet. Kuldin hóttir heimleys Í Danmark hevur veturin verið óvanliga kaldur, og myndug­ leikar og felagsskapir stúra fyri, at tann nógvi og áhald­ andi kuldin kann kosta heimleysum lívið. Í desember doyðu tveir heimleysir menn í Skagen og Horsens, og fleiri felagsskapir stúra fyri, at tað sama skal henda øðrum heim­ leysum, nú veðurmenninir siga frá kulda alla vikuna. Lars Lydholm hjá Frelsens Hær sigur við DR, at tað eru serliga tey, sum ikki eru skrásett nakrastaðni, sum eru í vanda. Nógv heimleys eru úr Vesturafrika og eru ikki fyrireikað til so nógvan og varandi kulda sum nú, sigur hann.