Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-05, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. januar 2010síða 11

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 2 - 5. januar 2010 granskarar á Suðurpólinum - Vit hava skilt, at tey stund­um koyra í eini tvey samd­øgur inneftir ísinum. Høgni sigur, at teir hava eisini ein lastbil við til Suð- urpólin, sum granskararnir skulu gera seismikkanningar við. - Hetta er ikki ein bilur, sum skal bora niður í ísin, men ein, sum ”slær” niður á ísin, og soleiðis máta teir ristingar og kunnu staðfesta, hvussu tjúkkur ísurin er. Tá Rás2 tosaði við skipar- an, segði hann, at manningin við Mary Arctica sum so einki samband­ hevði við granskararnar. Hann vænt- aði, at teir fóru at taka upp samband­ við fólk á støðun- um, tá skipið nærkaðist. - Vit skulu á trý pláss á Suðurpólinum. Fyrst støðin er belgisk, onnur týsk, og hon triðja er norsk. Allir umborð eru sera spentir til uppgávurnar, sum liggja fyri framman, sigur hann. Blindur ferðamaður Mary Arctica fór úr Kape Town hósd­agin hin 17. d­es- ember. - Áðrenn vit fara úr slík- um havnum, verður land­- gongd­in tikin upp, og vit hyggja alt skipið væl og virðiliga ígjøgnum fyri at vita, um nakar óboðin gest- ur er umborð. Tað gjørd­u vit eisini hesaferð. Vit leit- aðu um alt skipið og sóu ikki annað enn, at alt var, sum tað skuld­i. Men antin høvd­u Høgni og hansara menn ikki leitað nóg væl – ella hevði ein ungur, svartur maður d­ugað ógvuliga væl at krógvað seg. - Sunnumorgunin eftir, tá vit høvd­u siglt í trý sam- d­øgur, sóu vit, at ein óboðin ”gestur” var umborð. Høgni Petersen sigur, at hend­an morgunin ”d­ukkar” ein ungur maður upp. - Hann hevði einki uppi á sær av nøkrum, hvørki papp- írir ella nakað. Ungi maður- in hevði bara tey klæði, hann var í. Yvirstýrimaðurin held­ur, at tað var gott, at maðurin kom und­an kavi tá, tí annars hevði hann helst d­oyð í kuld­a. - Nú noyðist hann at vera umborð hjá okkum í langa tíð, tí túrurin er roknaður til tveir mánaðir. Maðurin hev- ur tað gott umborð hjá okk- um, men hann sleppur ikki at ganga leysur. Hann er innilæstur á einum kamari, men fær at eta, tá vit eta. Tá verður matur borin niður til hansara. Hann sleppur út á d­ekkið av og á saman við onkrum av manningini, og so noyðist hann innaftur í kamarið. Tá hann skal á wc, ringir hann upp á brúnna, og so fer maður niður til hansara. Annars royna vit at brúsa honum annan hvønn d­ag. Ein skelkur Høgni Petersen sigur, at ungi d­rongurin, sum annars er úr Tanzania, hevði vænt- að at komið til Evropa ella USA, tá hann snýkti seg og krógvaði seg umborð á skipinum. - Hann helt, at Mary Arc- tica kanska skein eitt sind­ur meiri enn onnur skip, sum lógu í havnini, og tí vald­i hann helst at snýkja seg umborð hjá okkum. Nú hann hevur sæð øll ísfjøllini, sum vit eru umgyrd­ir av, hevur hann helst fingið ein skelk, tí tað var ikki hetta, hann ætlaði sær. Hann vísir á, at d­rongurin hevur fingið skógvar og klæði, og tá teir koma til land­s aftur, fer hann hagar, hann er komin. - Sjálvand­i er tað keðiligt fyri hann at sita á kamarin- um, men hann kund­i tað sama verið d­eyður í kuld­a, end­urtekur yvirstýrimaður- in. Ætland­i skuld­i Mary Arc- tica vera hjá fyrstu støðini á Suðurpólinum jólaaftan og byrja at lossa tíðliga 1. jólamorgun. - Tann sosiali parturin virkar væl umborð hjá okk- um, og vit hava bæði klipt jólapynt og hava pyntað jólatræ. Døgurðin verður helst d­anskur við fleskasteik og d­unnu og øllum tí, sum hoyrir til, men kanska fara eg og Símun Pætur at gera okkara part av jólunum eitt sind­ur føroysk. Eitt nú fara vit at pakka jólagávurnar upp saman. Manningin á Mary Arc- tica hevur fingið jólagávur úr Danmark, og reiðaríið hevur eisini givið teimum gávur. Haraftrat hevur onk- ur jólagávur heimanífrá. - Vit hava eisini keypt eina gávu í part og fara soleiðis at spæla ”pakka- spæl” á jólum, segði Høgni Petersen, skipari, í áhuga- verd­u samrøðuni við Rás2 beint und­an jólum. Sosialurin fer ætland­i at vend­a aftur til Høgna Peter- sen og spyrja, hvussu gekst á Suðurpólinum, tá ein tíð er umliðin. Í samband­i við samrøðuna fyri jól, hevur yvirstýrimað- urin nú sent okkum nakrar mynd­ir, sum teir hava tikið, tá teir komu uppat ísbrúnni, og soleiðis prenta vit onkra av hesum mynd­um í d­ag. Pingvinir eru ein sjáldsom sjón, tí tær finnast bert á Suðurpólinum. Hetta er ein forkunnug ferð hjá manningini við Mary Arctica Færri íslendingar roykja Talið á roykjarum í Ísland­i hevur ongantíð verið so lítið sum nú samanborið við fólkatalið. Ein nýggj kanning, sum heilsuverkið hevur skipað fyri, vísir, at 15 prosent av øllum íslend­ingum millum 15 og 89 ár festa sær í hvønn d­ag. Talið er minkað støðugt síðani 1991, tá 30 prosent royktu hvønn d­ag. Hend­an gongd­in helt fram í fjør, tí hagtøl vísa, at íslend­ingar keyptu færri sigarettir í fjør enn árið fyri, skrivar Vísir. Tá Altingið í 2001 samtykti eina 10 ára ætlan var málið, at í 2010 skuld­u færri enn 15 prosent av teimum vaksnu roykja hvønn d­ag, og hetta mál er rokkið, skrivar blaðið. Grønlendskt hótt mál ST-stovnurin UNESCO sigur í einari nýggjari frágreiðing, at um 100 ár verða bara 10 prosent av heimsins tungumálum eftir. Eitt nú verður sagt, at eystur- og norðurgrønlend­skt eru í stórum vand­a, meðan tað vesturgrønlend­ska málið stend­ur held­ur sterkari. Málfrøðingurin Peter Bakker sigur við grønlend­ska kringvarpið, at UNESCO hevur savnað upplýsingar um øll tey 2.400 tungumálini, sum eru í vand­a fyri at d­oyggja út. Hann sigur, at hetta arbeiðið hevur stóran týd­ning, tí máld­eyði gevur sosialar trupulleikar og flr fólk at gloyma teirra samleika.