Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-05, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. januar 2010síða 17

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 2 - 5. januar 2010 17 Fyri 10 árum síðani varð felag stovnað at sam skipa og betra um støðurnar hjá KT- vørðum í fólka skúla- num UNDIRVÍSING Mikudagin, 6. januar 2010, er stórur dagur fyri KT- vørð ir í fólkaskúlanum. Tá verð ur møguleiki at taka saman um og meta støðuna »KT í fólkaskúlanum«, nú 10 ár eru liðin, síðani felag- ið varð stovnað. - Samstundis seta vit sjálv sagt út í kortið ætlanir og ynski frameftir, ið hava til endamáls at menna KT í fólkaskúlanum, sigur KT- varða felagið í tíðindaskrivi. KT-varðafelagið er undir- felag til Føroya Lærarafelag og hevur til endamáls at betra umstøðurnar fyri KT- vørðirnar, men hetta verður altíð við tí í huga, at tá ið KT- vørðurin hevur góðar arbeiðs umstøður, verður tað til frama fyri bæði næm ing ar og lærarar í fólka skúla num. Skulu næming ar og lærarar hava møgu leika at taka KT inn, har tað er nátúrligt í gerand- is degnum, so skulu KT- vørð ir standa klárir, soleiðis at tøknin riggar, og at nýtari hev ur førleika at gagnnýta út gerðina. Nógv orka hevur seinastu árini verið løgd í at skipa ar beiðsviðurskiftini og í smá um at menna KT- vørð- ir nar. Hetta hevur ávíkavist ver ið við at lata Føroya Lærara felag væl gjøg num- arbeidda arbeiðslýsing og síða ni eisini at skipa fyri til tøk um og vistarskeiðum fyri KT-vørðir. Nakað av tí, felagið hevur fyri framman er, - at fáa arbeiðslýsingina set ta í verk, so skipað viður skifti eru á økinum - at skumpa undir út búgv- ing og skeið, so KT-vørðir eru dagførdir - at skipa samstarvið, soleiðis at KT-vørðir seta sítt fingramerki á skúladagin. Alneyðugt er, at KT-vørðir hava greið og skipað ar beiðs viðurskifti, soleiðis at møguleiki er at hugsavna seg og menna seg í teimum avbjóðingum, leggjast skulu fyri næmingar og lærar ar. Til hetta er sjálv- sagt neyðugt við útbúgving og skeiðum - og í øllum hes um er sjálvagdur lutur, at tað eru KT-vørðirnir í fólka skúlanum, ið eru við til at seta orð á tørvin og krøv ini. Í samband við 10-ára dag in verður felagsløta - fyri KT-vørðirnar - í húsum Fø r oya Lærarafelags, og síðani verður vitjað hjá yms um KT-fyritøkum. - Bestu ynski um gott nýggj ár og góðar KT- av- bjóð ing ar í føroyska fólka- skúla num, sigur Jákup av Skarði í KT-varðafelagnum í tíðindaskrivi. Vilt tú vera við at marknaðarføra Smyril Line á netinum og at samskifta online við málbólkin hjá okkum í Føroyum, Danmark, Týsklandi og aðrastaðni í Evropa, so hava vit eitt sera spen- nandi starv til tín. Vit leita eftir einum starvsfólki, sum skilir týd- ningin av online-samskifti, og sum kann gera Smyril Line sjónligt fyri umheiminum á interneti- num. Vit leita eftir einum starvsfólki, sum hevur dirvi og vilja, og sum skilir týdningin av online- marknaðarføring. Vit bjóða tær eitt spennandi fulltíðarstarv í ein- ari vaksandi fyritøku, sum heldur til í Tórshavn, Keypmannahavn, Hanstolm og Kiel. Størsta ábyrgdarøkið verður at samskipa sam- skiftið á netinum, syrgja fyri at Smyril Line verður sjónligt, har tað er neyðugt, millum annað á Google og øðrum leitimaskinum, skriva tekstir, viðlíkahalda heimasíður og annað. HØVUÐSUPPGÁVUR: – Styrkja Smyril Line á online-økinum – Samskipa aktivitetir í sambandi við dagføringar o.a. á heimasíðunum – Skriva tíðindi til heimasíðurnar – Dagføra tekstir og myndir – Syrgja fyri, at øll produkt eru at fi nna – Syrgja fyri, at alt sær gott út – Supportera allar skrivstovur á samskiftisøkinum VIT VÆNTA, AT TÚ: – Arbeiðir skipað og sjálvstøðugt – Hevur royndir á økinum – Hevur viðkomandi útbúgving – Dugir væl at samskifta við starvs- felagaðar og onnur – Dugir at orða teg í minsta lagi á føroyskum, donskum og enskum, bæði í skrift og talu – Hevur royndir við CMS-skipanum Internetsamskipari til Smyril Line Hevur tú spurningar um starvið, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við marknaðarstjóran, Henny á Líknargøtu, á +298 551511 ella á henny@smyril-line.fo. Starvið skal setast skjótast til ber, so um hetta hevur tín áhuga, verður tú vinarliga biðin um sum skjótast at senda okkum tína umsókn við teldubrævi til henny@ smyril-line.fo ella við vanligum brævi til: Smyril Line Yviri við Strond 1 Postboks 370 FO 110 Tórshavn Íslendski forsetin, Ólafur Ragnar Grímsson, vil ikki stað festa lógina um, at ís lendsk a ríkið skal veð- halda fyri skuldbindingar hjá Icesave-bankanum. For- set in boðaði frá avgerð síni í morgun. Avgerðin hjá forsetanum merkir, at spurningurin um Icesave- málið skal til fólka- atkvøðu. - Við hesum fær tjóðin valdið og ábyrgdina í sínar hend ur, stendur í frá boða n- ini frá forsetanum. Ólafur Ragnar sigur nei KT-varðafelagið 10 ár Skipað verður fyri »syngið við kvøldi« í missións húsi- num í Kollafirði leygar- kvøldið 9. januar kl 19.30. Kvøldið verður skipað so leiðis, at ymisk koma at lut taka við sangi og so verð ur eisini felagssangur. - Vit sita við smærri borð og njóta ein kaffi/themunn við køkum, siga fyri reik ar- ar nir. Hesi luttaka við sangi: Magda og Mai-Britt úr Eystur oy Kvinnur úr Sion , Kollafjørð. Gudny Magnussen , Kollafjørð Irena Jacobsen, Hvalvík Mirian og Kristoffur , Kollafjørð. Fyrireikararnir heilsa og siga, at øll eru hjartaliga væl lkomin at verða við til hettar sangkvøldið. Syngið við kvøld í Kollafirði