týsdagur 5. januar 2010síða 16
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 2 - 5. januar 2010
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Í dag fyllir Sylvia Sivertsen í Klaksvík
80 ár. Sylvia er ættað úr Havn, dóttir
Jenny og Jákup Andreas Petersen. Tey
vóru sjey systkin, Hendrik, Selma,
Sylvia, Malan, Hannis, Marjun og Mari
anna. Nítjan ára gomul giftist hon við
Sigvard Sivertsen úr Hvannasundi, og
búsettu tey seg á Stongunum í
Klaksvík.
Sylvia og Sigvard fingu fýra børn,
Elsu í 1949, Jenny í 1951, Birgir í 1952
og Símin Paula í 1961. Sylvia eigur 15
ommubørn og 11 langommubørn. Í
2000 doyði Sigvard av sjúku bert 71
ára gamal.
Hjá tær
mamma
hevur
heim
ið altíð verið títt dreymaslott. Tú vart
nógv einsamøll heima við okkum,
tá ið babba var til skips. Tit vóru so góð,
og hann rósti tær altíð og hevði fult álit
á, at tú tókst tær væl av øllum, meðan
hann var burtur. Tú vart altíð har fyri
okkum, og tað kom ikki fyri, at tú ikki
vart inni, tá ið vit komu aftur úr skúla
ella spæli. Tú hevur ikki gjørt so nógv
hóvasták burtur úr tær sjálvari, men
altíð hugnað um okkum. Og tað hava
vit børn og seinni svigar, ommu og
langommubørn notið stóra signing av.
Sylvia er ein serstakliga stillfør av
lyndi. Hon sigur ikki nógv, men tú
hevur ikki kent hana leingi, tá tú
varnast, at hon er ein gløgg kvinna.
Hóast hon er still og fáorðað, so hevur
hon kortini havt stóra ávirkan og verið
ein fyrimynd fyri síni børn og
familjuna. Gestablídni hevur altíð eyð
kent heimið. Henni dámar ógvuliga
væl, tá fólk kemur á gátt, og er altíð
klár við einum drekkamunni.
Nú, tú fyllir 80 ár, vilja vit ynskja
tær hjartaliga tillukku og takka tær
fyri alt, tú ert fyri okkum og ynskja,
at Harrin ríkliga skal signa teg í tíðini
sum kemur.
Børnini
Sylvia Sivertsen 80 ár
Jógvan var sonur Jógvan Isaksen,
ættaður úr Lorvík, og Annu f. Wolles
av Trøllanesi.
Hann kom tíðliga at taka við
ábyrgd, misti pápan, tá ið hann bert
var seytjan ára gamal, og mamman
sat eftir við sjey børnum, har fýra
vóru yngri enn hann.
Eg kom at kenna Jógvan longu
sum smádrongur, tá ið hann bleiv
trúlovaður við Harriet systir míni. Í
1956 skaffaði hann mær kjans við
“Atlantsfarðinum”, sum mamma
hansara Anna átti, men um ta tíðina
leigaði til Poul Hansen í Havn. Júst
í Túni var skipari, og Jógvan sjálvur
1.bestimaður, sum vit kallaðu tað
tá.
Eg kom so at sigla saman við
Jógvani tað árið. Vit fóru av
Klaksvík seinast í január mánað
yvir á suðurvesturlandið og royndu
út úr Jøklinum nakrar vikur, síðani
vóru vit heima og løgdu fiskin upp
og fóru yviraftur á suðurlandið við
toskagørnum. Hesar báðar túrarnar
fingu vit umkring 950 skippund til
saman. Síðani fóru vit til Grønlands,
vistnokk 10. mei, fiskaðu har nakrar
vikur og fóru so tann minniliga túrin
til New Foundlands, og har gjørdu
vit túrin lidnan, fiskaðu uppí skipið,
umkring 950 skippund. Heimaftur
komnir fóru vit á sild og gjørdu fýra
sildatúrar. So tað var eitt gott ár.
Jógvan var góður at vera saman
við. Hann var skilamaður, ógvuliga
vakin yvir tí, sum fór fram rundan
um hann, ein eginleiki sum man
vera góður, tá ið ein er yvirmaður á
skipi. Hann fór at føra Atlantsfarið
frá 1958 og seinni gjørdist hann
skipari á “Stellu Mariu” hjá Laksa
foss brøðrunum í Klaksvík. Hann
varð ikki verandi á sjónum so leingi,
men fór at arbeiða á heilsøluni hjá
Kjølbro, har hann gjørdist formaður.
Har var hann í mong ár. Seinni yvir
tók hann saman við Benjamin Joen
sen Tog og Snørisvirkið frá Sámali
Thorsteinsyni.
Jógvan var uppi í komunupolitikki
og var eisini býráðsformaður í Klaks
vík.
Jógvan var hampamaður og fyri
myndarligur at vera saman við fyri
teir, sum vóru yngri enn hann. Hann
hevði sína føstu gongd í “Betesta”
frá ungum árum. Hann segði ikki so
nógv tey fyrru árini, men tey seinnu
árini tók hann orðið av og á og
gjørdist annars ein av álitismonn
unum í samkomuni.
Hann ferðaðist eisini í mong ár
runt landið og helt møti um veturin
saman við Levi Joensen, góða vini
hansara frá ungum árum, og øðrum.
Hann hevði ein greiðan vitnisburð
um, hvussu hann, sum smádrongur,
setti sítt álit á Harran við torvkassan
í heimi foreldranna.
Jógvan var góður frásøgumaður,
dugdi væl at lýsa ta fyrru tíðina, tað
sum hann kundi minnast frá barna
og ungdómsárum. Tað var sera
áhugavert at lurta eftir honum. T.d.
kundi hann taka hetta fram av og á
við gravarbakkan hjá bygdarmonnum
og kvinnum.
Harriet hevur verið honum ein
góður stuðul, og tað er einsligt í
Brekkuni, nú ið Jógvan ikki er har
longur. Tað kennist svárt fyrst og
fremst fyri Harriet, børnini og teirra,
men vit sakna hann øll, øll vit ið
kendu Jógvan. Har er eitt stórt
tómrúm, hann fylti so nógv.
Nú hevur Jógvan longu verið hjá
Harra og Frelsara sínum í rúma tíð,
har skulu vit skjótt síggja hann aftur
saman við øllum teimum heilagu.
Ærað verið minnið um Jógvan Isak
sen.
R. Danielsen
Minningarorð um Jógvan Isaksen
Jógvan í Brekkuni Klaksvík
20. 11. 1931- 11. 05. 2007
Andlát og jarðarferðir
Kristina Joensen á Økrum andaðist 4. januar Suðuroyar
Sjúkrahúsi, 90 ára gomul.
Nilsia Meyer, fødd Bærentsen, ættað úr Trongisvági,
búsitandi í Tisvildeleje, andaðist 29. desember, 80 ára
gomul. Jarðarferðin verður úr Tibirke Kirkju fríggjadagin 8.
januar.
Andlát og jarðarferðir
Dagurin
5. januar. Símeon. Halgimenni úr Kilikiu í Lítluasia,
sum doyði í árinum 459. Fekk navnið Stylites, tá ið
hann í 422 fekk sær tilhald á einari 6 alin høgari súlu.
Súla eitur stylos á grikskum. Hebráiska navnið Shimon
er av somu rót sum navnið Sámuel og merkir lítli
Sámal.
(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at
Mads Berg Petersen
Tórshavn
andaðist á Tjarnargarði nýggjársdag, 91 ára gamal.
Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni
leygardagin kl. 13.00.
Familjunnar vegna
Ásla Borch v/ fam.
Tey, ið ynskja at minnast Mads Berg, kunnu lata KFUM ella KFUK
eina gávu, konta í peningastovnunum.
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum,
at góða mamma, vermamma, omma
og langomma okkara
Jenny Hentze
av Sandi
ættað frá uppi á Regni, Toftum
andaðist sunnudagin 3. januar, 84 ára gomul.
Bønarhald verður á Landssjúkrahúskapellinum
mikudagin kl. 14.30.
Jarðarferðin verður úr Sands kirkju
hósdagin kl. 13.00.
Fyri tey avvarðandi
Richard, Lis og Guðrun
Tey, ið vilja minnast Jenny, kunnu lata Heilafelagnum
eina peningagávu