týsdagur 5. januar 2010síða 15
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 2 - 5. januar 2010
15
Heilsutrygdin ein skattalætti?
”Fólkaflokkurin hevur ta
áskoðan, at táið hetta
gjald ið fellur burtur, so
skal tað virka sum ein
skatta lætti fyri øll tey, sum
hava goldið hetta inn, og tá
fara tey, sum hava lægst
inntøku, at fáa tann størsta
skattalættan, og tí meina
vit, at hesar 104 milli
ónirnar skulu ikki takast
inn sum ein meirskattur,
men tær skulu finnast í
reellum sparingum…”
Tað er ikki hvør sum
helst, ið hevur útbasúnerað
hesi orðini. Undir aðru
við gerðini um nýggju
heilsutrygdina, staðfesti
formaðurin í trivnaðar
nevnd løgtingsins, Jákup
Mikkelsen, at ongin ætlan,
og tíansheldur nøkur
semja, er gjørd í samgong
uni um, hvussu nýggja
heilsutrygdin skal fíggjast
eftir 31. desember 2011 –
um tvey ár.
Hesi greiðu boðini, frá
parlamentariska oddvit an
um í almanna og heilsu
málum, standa í grellari
andsøgn til mangt av tí,
sum sagt og skrivað er, um
umskiftið frá gomlu
sjúkra kassaskipanini til
hina nógv umrøddu al
mennu heilsutrygdina, ið
sigst vera farin til verka,
nú árs skiftið smoygdi sær
framvið okkum.
Táið hin legendariska
CHEsamgongan legði til
brots, fyri sløkum tveimum
árum síðani, var niðurfelt í
samgonguskjalið, at:
”Sjúkra kassagjaldið verður
lagt inn í skattin. Ser
gjalds skipan um sjúkra
kassagjald verður gjørd
fyri tey, sum hava skatta
fríar nettoinntøkur.” Hend
an ásetingin ger greitt, at
ætlanin frá fyrsta degi var,
at gamla proportionala
nevgjaldið (sama gjald fyri
hvørt nevið), sjúkra kassa
gjaldið, skuldi konverterast
inn í progressiva skatta
stigan, og at skatturin
skuldi hækkast samsvar
andi, fyri at fíggja alla
flytingina og ábøturnar, frá
meiri ella minni privatu
sjúkrakassunum til lands
kassan.
Nú er nýggja heilsu
trygd in samtykt á tingi,
eisini við okkara atkvøð
um, men vit royndu til tað
síðsta, at tryggja skipanini
eina fígging í framtíðini,
við at seta uppskot fram
um, at hon longu frá
nýggj árinum kom undir
almennu landsskatta skip
anina. Hetta eydnaðist ikki,
og nú hongur skipanin í
leysum lofti, um Fólka
flokk urin fær makt sum
hann hevur akt, í hvussu er
í síni latentu realpolitiskt
psykologisku yvirvág
mótvegis Javnaðar flokk
inum.
Áður sótu føroyingar
alspentir og bíðaðu eftir
nýársrøðu løgmans, men
makan til tóma røðu, sum
hesa feskastu, hevur ongin
løgmaður higartil megnað
at flutt fram, síðani danska
heimastýrislógin varð
smoygd niður um høvd,
herðar, lendar og øklar okk
ara. Løgmaður, sum livir í
sínum egna veru leikafjara
Leolandi, mælir m.a. fyri
munni: ”Í morgin skriva vit
ein nýggjan kapitul í heilsu
søgu Før oya, tá nýggj skip
an við almennari heilsu
trygd kemur í gildi. Skip
anin er samhaldsføst og ger
um sitingina smidligari og
bíligari. Ein meginregla er,
at tey, sum hava størsta
tørvin á heilivági, fáa mest í
stuðli.”
Tað er rætt, at ávísir
veikir bólkar fáa ein bata í
útgjaldinum, fáa eitt størri
útgjald, men at rópa skip
anina fyri eina samhalds
fasta skipan er eitt stórt
bluffnummar. Næstu tvey
árini heldur proportionala
inngjaldingin, nevskatturin,
fram á sama hátt sum í
gomlu skipanini. Eftir tað
veit ongin hvussu leikur
fer. Sambært absolutta
parlamentariska oddvit an
um í almanna og heilsu
málum, fólkafloks mann
inum Jákupi Mikkelsen,
stendur og fellur fíggingin
til nýggju heilsutrygdina
eftir 31. desember 2011 –
um sløk tvey ár – við
hvussu vøddamikil táver
andi heilsumálaráðharrin
er, táið raðfestast skal í
fíggjarlógargerðini. Heilsu
trygdin er harvið, í fólka
floksoptikkinum, vorðin
ein kastibløka millum inn
tøkutrygd, tunlar, almenna
forsorg o.s.fr.
Harvið kann staðfestast,
at fyrireikingararbeiðið í
málinum als ikki er í lagi,
fíggingin hongur í leysum
lofti, og kann bara tryggj
ast í eini politiskari semju
kring um Fólkaflokkin, ið
rættiliga bersøgið hevur
gjørt sínum samgongu
flokkum greitt, at heilsu
trygdin, ið Aksel Vil helms
son arvaði frá CHEsam
gonguni, og sum síðani
varð maltrakterað í kvørn
ini hjá Fólka flokkinum,
skal skiljast sum ein
skatta lætti á 104 milliónir
krónur. Máti skal vera við,
at verða tikin við brók un
um niðri á politisku
øklunum. Hinvegin skal
lands stýris maðurin tó ikki
ivast í hjálpini frá Tjóð .
veldinum, táið útvegir
skulu finnast fyri at fáa
hesi viðurskiftini í rættlag,
ið hann nú er so illa skøl
settur av.
Minnist, at ein eldri kona
í Gøtu, einaferð í óvita
árunum, segði um eina
aðra væl til árs komna
konu, at hon hevði limað
seg úr samfelagnum. Onk
ur spurdi hví, jú, varð
svarað, hon hevði meldað
seg úr sjúkrakassanum. So
fundamental hevur sjúkra
kassaskipanin verið í huga
heimi fólksins, og skal hon
nú hoyggjast til í neo
liberala universinum hjá
Fólkaflokkinum, so er
spurningurin um vit ikki
hava rættað bakara fyri
smið.
Hetta alt, ímeðan nú og
fyrrverandi landsstýris
menn brúka geografisku
plaseringina á Føroya kort
inum sum lokalpolitiskt
valagn hjá sær sjálvum, í
einum pseudostríði, sum
onki hevur við kjarnuna í
málinum at gera. Enn er
onki argument fyri stað
setingini farið inn undir
húðina á nøkrum livandi
skapningi, so tóm, ego
relaterað og flosklakend
tey hava verið frá diverse
aktørum.
Harvið veri ikki sagt, at
nýggja heilsutrygdin ikki
skal virka úr Klaksvík.
Heldur enn gjarna, men
málið snýr seg nú einaferð
um at tryggja fólkinum
fíggingina til eina funda
mentala og serliga vitala
trygdarskipan, sum helst
skal verða betri enn gamla
sjúkrakassaskipanin, ann
ars hava vit fingið minni
fyri meira. Hetta gerst
bara, um politiska skip
anin, Fólkaflokkurin excl.,
alt fyri eitt fer undir at
samráðast um, hvør fígg
ingarleistur loysir nev
skattin av, táið tvey ár eru
umliðin, tess kvikari vit
eru á takinum, tess tryggari
verður fólkið í mun til hesa
heilsuligu grundskipan
samfelagsins.
Málið snýr seg um at
skottryggja fólkinum eina
heilsutrygdarskipan, og
ikki um at tryggja tveimum
eykavaldum tingmonnum
ein sess á Føroya løgtingi,
nú táið føroyingar mega
fáa eitt val, ikki bara fyri at
tryggja omanfyri umrøddu
skipan, men fyri at tryggja
alt samfelagið ímóti tí ør
mundargongd, ið var stað
fest, í tí burturav fátæks
ligu røðuni løg maður flutti
teknum sínum gamla árs
kvøld. Var hon ekspo nent
urin fyri ætl anum sam
gongunar, og er Andrass
Samuelsen nú vorðin
hugmynda frøð ingurin hjá
sjálv stýris monnunum í
samgonguni, tá kann bara
staðfestast, at hetta regime
punkteraði á hálvari leið í
valskeiðnum. Eitt politiskt
siðaskifti er átrokandi
neyð ugt, skal nøkur vón
verða um bata fólksins og
samfelagsins.
Tórbjørn
jacobsen
Tá uppsagnarreglurnar í
sín ari tíð komu inn í sátt
málan millum Fiski manna
felagið og
Reiðarafelagið, var hetta
at rokna sum eitt stórt
fram stig fyri fiskimannin.
Nú tykast partar av upp
sagnar reglunum verða ein
forðan fyri, at fiskimenn
koma undir somu treytir
sum onnur í ALS skipan
ini.
Tá bæði Fiskimanna
felagið og Reiðarafelagið
eru greið yvir, hvørjar
treytir ALS stýrið setur
fyri, at afiskimenn koma í
ALS skipanina, tá ið skip
liggja í eitt óvist tíðarskeið,
so eigur at bera til at laga
tann partin av uppsagnar
reglunum soleiðis, at fiski
menn hava somu treytur
sum onnur, tá ið teirra
vinnu tól liggur stilt í longri
tíð.
Øll sum hava havt við
skip at gera kenna trupul
leikan, tá ið skip til dømis
skal á beding.
Roknað verður við, at
yvirhálingin tekur kanska
tvær vikur. Tá arbeiðið er
byrjað, so kemur ein rúgva
av øðrum tingum undan
kavi, sum eisini eru neyð
ug at gera, áðrenn skipið
sleppur frá kai aftur, tað
verður seg krav frá Skipa
sýninum, klassa og mangt
annað.
Er talan um eitt eldri
skip, so kann lættliga tann
fyrsti mánaðurin og meiri
enn tað ganga, áðrenn loyst
verður aftur. Mong dømir
eru um, at tað sum var
ætlað at taka tvær vikur,
kom at taka seks vikur.
Alla hesa tíðina gongur
manningin uttan nakra
krónu.
Tað var harmuligt, at
roynd ikki var gjørd at
broyta tann partin av
uppsagnarreglunum, nú
samráðingar vóru millum
partarnar stutt undan
jólum.
Eg eri ikki í iva um, at
um øll trý manningar
feløgini samdust við reið
arafelagið um at gera eina
roynd í eitt ár at annulera
uppsagnarregluna, um tá
skip koma at liggja í óvissa
stytri tíð, men samtíðis
hildið fast við restina av
uppsagnarreglunum, so
høvdu fiskimenn komið í
ALS skipanina á sama hátt
sum onnur.
Tað hevði verið spenn
andi at sæð, hvussu eitt
royndarár hevði gingist.
Truplari enn tað er nú,
kann tað neyvan blíva.
Nútímansgerð er neyðug
Henrik
old
Torbjørn og
Høgni villleiða
Torbjørn Jacobsen og Høgni Hoydal bóru fram ávika
vist tann 3. januar í Útvarpi Føroya og tann 4. januar í
Sjónvarpi Føroya, at Heilsutrygdin ikki er sam halds
føst. Báðir føra teir fram, at skipanin onga fígging
hevur eftir 1. januar 2012. Hetta er ikki rætt.
Skipanin er samhaldsføst
Útgjaldið úr Heilsutrygd verður munandi meira sam
haldsfast enn eftir gomlu skipanini. M.a. er ein heilt
nýggj skipan fyri heilivágstilskot partur av nýggju
lógini. Heilivágstilskot verður nú latið eftir einum
progressivum leisti, soleiðis at borgarar, sum brúka
nógvan heilivág, rinda lutfalsliga minni enn tey, ið
brúka lítið av heilivági.
Eisini er ásett hámark fyri, hvussu nógv borgarar
skulu gjalda í egingjaldi fyri heilivág. Ung undir 18 ár
og eldri yvir 67 ár koma sambært nýggju lógini ongan
tíð at gjalda meira enn 1.195 krónur um árið fyri heili
vág. Hjá teimum í aldrinum 18 til 67 ár er egingjalds
markið 1.600 krónur um árið.
Grundreglan handan hesar broytingar er tann, at tað
ikki eigur at verða ein fíggjarligur smeitur fyri tey, ið
vegna sjúku hava tørv á nógvum ella kostnaðarmiklum
heilivági.
Sjúkrakassagjaldið er tikið av
Fram til 1. januar høvdu vit 11 sjúkrakassar í Føroyum,
sum hvør í sínum lagi ásettu sítt egna sjúkrakassagjald.
Gjaldið var rættiliga ymiskt frá sjúkrakassa til sjúkra
kassa. T.d. var mánaðarliga gjaldið í Fuglafjarða
sjúkra kassa einans 175 kr., meðan tað í t.d. Sandoyar
sjúkrakassa var heilar 310 kr.
Hetta er nú broytt til eina meira samhaldsfasta inn
gjaldsskipan. Næstu tvey árini fara øll at rinda sama
gjald, uttan mun til, um borgarin býr í einum av teim
um sterkaru ella einum av teimum veikaru økjunum í
landinum.
Við lógini um Heilsutrygd er sjúkrakassagjaldið
eisini tikið av frá 1. januar 2012. Tað framgongur greitt
í lógartekstinum, sum eitt næstan einmælt løgting
hevur samtykt, at sjúkrakassagjaldið fellur burtur tann
1. januar 2012 og verður flutt inn á samhaldsføstu
landsskattafíggingina, har breiðastu herðarnar fara at
bera lutfalsliga meira.
Gjaldið yvir skattin í 2012
Tað er ikki rætt, sum bæði Høgni Hoydal og Torbjørn
Jacobsen bera fram, at lógin ikki ásetur, hvat skal
henda eftir henda dag. Tað framgongur greitt av bæði
lógartekstinum og viðmerkingunum til lógina, at gjald
ið verður tikið inn yvir skattin frá og við 1. januar
2012.
Tað er rætt, at tað ikki framgongur av lógini um
Heilsutrygd, um ella hvussu hetta skal takast inn yvir
skattin til ta tíð. Tílíkar ásetingar hoyra heldur ikki
heima í eini lóg um Heilsutrygd. Heilsutrygdin lóg
gevur um stuðul til heilusveitingar. Hvussu okkara
skattalóggáva skal verða samanskrúvað, er eitt skatta/
fíggjarmál og ikki eitt heilsumál, og hvørki kann ella
eigur hetta at verða regulerað í eini lóg um Heilsu
trygd. Tað vita royndir politikarar sum Torbjørn Jacob
sen og Høgni Hoydal fullvæl, og tí eru teirra útsagnir
ikki annað enn gykl og villleiðing.
Mett verður, at sjúkrakassagjaldið fer at geva lands
kassanum eina inntøku á 104 mió. kr. í 2010. Tá
sjúkra kassagjaldið fellur burtur tann 1. januar 2012,
missir landskassin hesa inntøku.
Tað er altíð neyðugt at føra ein fíggjarligan ábyrgd
ar fullan politikk, ikki minst í hesum tíðum, tí eri eg
samdur við Høgna Hoydal og Torbjørn Jacobsen í, at
neyðugt verður at broyta skattastigan í skattalógini til
ta tíð, soleiðis at landskassin fær tær mistu 104 milli
ónirnar í sjúkrakassagjaldi meira inn á samhalds føstu
landskattafíggingini. Eg ivist onga løtu í, at allir flokk
ar eru so mikið ábyrgdarfullir, at teir fara at taka undir
við teimum neyðugu tillagingum í skattalógini, sum
mugu gerast til ta tíð.
Tað munar tó lítið at taka sjúkrakassagjaldið inn yvir
skattin í 2012, um Tjóðveldi samstundis fær sína vilja
og minkar ríkisveitingina við umleið 120 mió. um árið
tey næstu fimm árini til hon er heilt burtur í ár 2014.
Hoyvík, tann 4. januar 2010
heilsumálaráðharri
aksel V.
joHannesen
viðmerkingar