Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-05, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. januar 2010síða 14

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 2 - 5. januar 2010 Sosialurin Færri aðalráð Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – he­ vur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. SAMBAND eirikur liNDeNSkov eirikur@SoSiAluriN.fo tlf 341800 viðmerkingar Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Marknaðarleiðari: Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Høgni Thomsen hogni@sosialurin.fo Elin Vatnhamar Olsen evo@sosialurin.fo Svein Rógvi Nielsen Ljósstein sveinrogvi@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Inna Törnroos inna@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Árni Joensen arni@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl­ an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Kykmyndir: Alvin Elleby Andersen alvin@ras2.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e­post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e­post: aki@sosialurin.fo e­post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 frá kl. 8.00­20.00 og boða frá Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.­frí. 8­16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag­fríggjadag klokkan 1330 Ein spurningur, sum hevur verið nakað frammi beint undan nýggja árinum er talið av aðalráðnum. Hetta er sjálvandi eitt mál, sum eigur at verða viðgjørt longu nú, tí hetta árið 2010 er ikki bara eitt nýtt ár men tað er eisini tað fyrsta í einum nýggjum ártíggju. Tvs. at vit hava bæði orsøk til og brúk fyri at seta hol á mál, ið vit ynskja skulu broytast kolveltandi komandi árini. Føroyar telja bara unleið hálvthundrað túsund menniskju. Tí eiga viðurskiftini eisini at lagast út frá hesum fortreytum. Eisini spurningurin um talið á aðal- ella landsstýrisráðnum. Vit mugu veruliga fara í “tænkeboks” av nýggjum og gera upp við vanabundna hugsan og tillaga alla skipanina av aðalráðnum eftir tørvi og hvat vit hava ráð til. Tey eru níggju í tali í dag, og talið hevur verið heilt niðri á seks. Tvs. heili trý aðalráð færri. Hvør er so orsøkin til, at tey eru vorðin so nógv í tali? Er tað arbeiðsbyrðan, sum er vorðin størri ella er tað rætt og slætt fyri at fáa politiskar kabalur at ganga upp! Sjálvandi er talan um bæði tvey, men politiska kabaluleggingin man vera høvuðsorsøkin til, at vit fingu so mong aðalráð. Hóast ABC samgongan varð skipað við ikki færri enn 9 ráðum, so hava bæði løg maður, fíggjar mála- ráðharrin og nú eisini vinnu mála ráð harrin mælt til at lækka talið av aðalráðum. Onkur hevur sett tal á. Seks aðalráð. Eitt er teori, annað er praksis. Hvat kunnu vit so vænta? Neyvan er realistiskt at rokna við eini broyt ing í hesum valskeiðnum, men hví ikki brúka byrjanina av hesum ártíggju til at fyrireika at fækka talið á aðalráðnum. Hví ikki gera hetta til eitt felagsmál fyri allar flokkar: at uttan mun til hvør samgonga situr eftir komandi val, so skal talið av aðalráðnum lækkast, so tað hóskar til okkara veruleika. Í nýggjárssending í ÚF komu bæði stjórin á Hagstovuni og stjórin á Havsbrún inn á nettupp spurningin um aðalráð. Og har var svarið greitt: leggið fiskivinnu- og vinnumál saman og gevið júst hesum málsøki nógv størri fokus. Herman Oskarsson fór so langt sum at siga, at vinnumálini áttu at fingið nógv størri raðfesting enn eitt nú fíggjarmálini. Hetta eru avgjørt áhugaverdir tankar. Tí tað er vinnu lívið, sum er grundarlagið undir øllum, og tá stjórin á einum av landsins størstu vinnuvirkjum, Havsbrún sigur sítt virki verða slept nærum uppá fjall í almennu skipanini, tí tað hvørki hoyrir undir fiskivinnu- ella vinnumál, so er okkurt ravrusk- andi galið. Lat okkum taka úttalilsini í hesi frá- líku ÚF sending til eftirtektar og taka tey við í modu leringini av eini heilt nýggjári skipan við aðalráðnum eftir komandi val. Tað kann annars virka heilt øvugt, tá vit hoyra formann Fólkafloksins vilja avmarka almenna forbrúkið samstundis sum hann sjálvur gongur á odda við at hækka hesar útreiðslur umboðandi ein hin størsta vøksturin í almennu skipanini, nevniliga uppbyggingina av einum uttanlandsráð, hvørs uppgávur í stóran mun kundu verið riknar av løgmansembætinum. Tað hevur altíð verið fest­ ligt at uppliva nýggjárs­ konsertina hjá Føroya Symfoniorkestri. Har var alt, musikkur, blómur, ballónir, glað menniskju. Tú sat væl og fylgdi øllum sum fór fram á pallinum. Og stemningurin var í topp, tú bleiv flutt inn í eina heita og glaða verð. Vit gleddu okkum til hesa ljómandi og vøkru løtuna saman við Føroya Sym­ foniorkestri. Hesi seinnu árini hevur tað verið so, at stórur part­ ur av billettunum og tey bestu plássini eru seld, áðrenn billett­sølan er byrjað. Tað er eitt sindur skuffandi hjá okkum, sum annars eru trúgvir áhoyr­ arar og stuðlar hjá Føroya Symfoniorkestri alt árið, at sita eftir við molunum. Eg giti, at tað munnu vera virk ir við stórari keypi­ orku, sum soleiðis framm­ anundan sleppa at keypa billettir sum gávu til síni starvsfólk. Haraftrat hevur konsert­ in, síðani konsertsalurin fekk flatt gólv og klingran bleiv tikin uppí rúmið, verið sum ein skuggi av sær sjálvum. Sjálvt um orkestrið spælir líka væl sum altíð, so er tann stóra upplivingin mestsum burt­ ur, tá tú ikki kanst fylgja við tí, sum fer fram á pall­ inum, men bert hyggur inn í nakkan á teimum, sum sita frammanfyri tær. Eg havi mestsum hug at velja hesa ársins størstu kon sert­ ina frá. Sjálvandi má eisini hav­ ast atlit til tað fíggjar liga, men man tað ikki bera til at hava tvær konsertir, nú øll manningin er saml að, ístaðin fyri at stúgva okk­ um saman á fløtum gólvi, ella lata okkum gjalda eitt sindur meira fyri billettina? Góðu tit sum ráða fyri borgum: Gevið okkum ta festligu nýggjárskonsertina aftur. Yvirskriftin bendir kanska á, at sjónvarp tekur av út varpi sum formidlari av upplivilsum. Undirskilt soleiðis, at sjónvarpið hevur fyrimunin av at lýsa søguna bæði í orðum og myndum. Vit fáa sjón fyri søgn. Útvarpið sigur bara søguna. Umhvørvið og umstøðurnar, søgan fer fram í, mást tú ímynda tær. Men tá ið útvarp er best, kveikir søgan í tínum huga myndir, ið taka av teimum neyvt tilkliptu myndunum, sum myndatólini fanga teg í. Soleiðis er sendirøðin ‘Meg minnist’ við Jógvani Ingvard Olsen. Og takk fái navnin, Jógvan Arge, ið førir siðaarvin eftir út varps legenduna Niels Juel Arge víðari. Sjáldan, um nakratíð, havi eg hoyrt frásøgumann siga so livandi frá, at tú sjálvur livir við í søguni. Tú situr rúnabundin og lurtar. Her angar av hoyggi og torvi. Tú hoyrir súðin og meldurin í sjóvarmál­ anum og kennir brota­ sjógv in rykkja í skips­ skrokk in. Tú ert umborð og kennir roykin í lugarin­ um og saltráman av stór­ havinum. Jógvan Ingvard sigur frá, sum tá ið Hem­ ingway er bestur. So livandi og einkult. Humor­ in liggur undir sum eitt fjálgt eygnabrá, og virð­ ingin og tokkin til teirra, ið flokkast í søguni, eyð kenn­ ir søgumannin. Einki upp­ gjørt, einki hóvasták og sjálvur framburðurin kann best sammetast við máls­ ligu perluna ‘Feðgar á ferð’ eftir Heðin Brú. Lukkutíð at sjónvarpið ikki fekk hugskotið til at seta myndir á søguna hjá Jógvani Ingvard, áðrenn Jógvan Arge heitti á hann. Nú kunna vit gleða okkum til næstu bergtakandi, mynda ríku útvarps send­ ingina – og endur send­ ingarnar við. Tá ið útvarp verður sum sjónvarp WILLIAM SMItH Gevið okkum ta festligu nýggjárskonsertina aftur BErgLjót MAdSEN