týsdagur 5. januar 2010síða 13
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
tíðindi
Nr. 2 - 5. januar 2010
Sambært nýggjum
korti hjá stovni und
ir ST, er føroyskt mál
í vanda fyri at vera
burtur, áðrenn vit
skriva 2100. – Før
oyskt fer ongan
veg, tí øll brúka tað,
sigur Jógvan í Lon
Jacobsen, mál frøð
ingur
Mál
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Sambært einum rímiliga
nýggjum heimskortið hjá
deildini fyri hótt mál hjá
UNESCO, sum er stovnur
undir ST, er føroyskt saman
við yvir 2000 øðrum málum
í vanda fyri at vera útdeytt
um 90 ár.
Fyri 10 árum síðan var
ein líknandi meting gjørd,
og tá var føroyskt í sama
bólki sum øll hini Norður
lendsku málini. Tey vóru
øll søgd at vera trygg tá.
Hetta merkir altso, at
UNESCO metir føroyskt
hava verið fyri afturgongd
sein astu 10 árini, tí nú er
føroyskt farið ein bólk
niður, so tað nú er í bólk
inum, sum eitur viðbreki.
Hetta er bólkurin, sum er
best fyri av málunum, sum
eru í vanda.
Lítið broytt
Jógvan í Lon Jacobsen,
mál frøðingur, undrast, at
før oyskt nú skal verða
bólkað saman við hóttum
málum, tí hann metir ikki
nógv vera broytt síðan
1999, tá hin kanningin var
gjørd.
– Tað kann vera, at talið
av brúkarum av málinum er
farið at viga meira í met
ingini, og so kemur tað
afturat, at føroyskt eru lut
falsliga illa fyri, tá tað kem
ur til ávís øki í sam felag
num.
– Tað er til dømis við
nýggjum tekniskum lutum,
har føroyskt til dømis ikki
kann verða nýtt á forritinum
á telduni og heldur ikki á
fartelefonini, greiðir Jógvan
í Lon Jacobsen frá.
Níggju kriteriu
Í metingini hjá UNESCO
eru níggju ymisk kriteriu,
sum liggja til grund fyri
metingini. Tey leggja mill
um annað dent á, hvussu
nógv eitt mál verður nýtt,
hvussu nógvir brúkarar eru
av málinum, á hvussu nógv
um ymiskum økjum málið
verður nýtt og hvørja tign
málið hevur av fólkinum,
sum nýtir málið.
Av
teimum
nýggju
ym isku
kriteriunum
er
føroyskt, sambært Jógvani í
Lon Jacobsen, ikki í besta
bólkinum í trimum av teim
um.
– Hóast tað ikki hevur so
nógv at siga, hvussu nógvir
brúkarar eru av einum máli,
so sigur tað seg sjálvt, at
ein mál við fáum brúkarum
er í størri vanda, sigur mál
frøðingurin.
Hann leggur afturat, at
tað, sum vigar tyngri hjá
hon um, og sum órógvar
hann meira, er at innan
náttúruvísund og í tøkni
ligari menning – tað eru
hini bæði økini, har mál
frøðingurin heldur føroyskt
vera í vandabólki – er før
oyskt rættiliga illa fyri, tí til
dømis meginparturin av
øllum vísindaligum grein
um, sum føroyingar hava
gjørt, eru á enskum.
Hetta
hevur
sambært
málfrøðinginum við sær, at
føroyskt ikki verður ment
eins nógv á hesum økjum,
sum hevði verið ynskiligt.
Styrkirnar
Hinvegin hevur føroyskt í
mun
til
metingina
hjá
UNESCO fyrimunir á hin
um seks økjunum. Týdn
ingarmest
er
sambært
Jógvani í Lon Jacobsen, at
øll ættarliðini og øll fólkini
í landinum tosa málið.
– Tað, sum ofta hendir
við málum, sum doyggja
út, er, at yngri ættarliga ikki
læra málið, og tá ganga
bara eini 50 til 90 ár til
málið er púra burtur, stað
festir málfrøðingurin.
Í metingini verður eisini
hugt at, hvussu nógv tilfar
er til av málinum, og har
metir málfrøðingurin, at
nógvu útgávurnar av bókum
og øðrum á føroyskum siga
sítt um, hvussu væl doku
men terað føroyskt er.
Eitt annað, sum vigar
tungt
í
metingini
hjá
UNESCO, er, at málið
hevur tign millum fólkið,
sum brúkar málið.
– Tað er í veruleikanum
ótrúligt við føroyskum, at
tað er so væl fyri. Danskt
var ráðandi í fleiri hundrað
ár, men hóast føroyskt lítla
tign hevði, og millum annað
hevur verið kallað ein
»bjergdialekt«, so nýttu
før oyingar føroyskt heldur
enn danskt, tá teir tosaðu
saman, staðfestir Jógvan í
Lon Jacobsen, og vísir á, at
tað, sum hevur verið trupul
leikin hjá nógvum øðrum
málum, er at fólkið sjálvt
ikki metir tað hava nakra
tign.
– Tað er ofta soleiðis, at
tvey ella fleiri mál liva sam
an, og so verður eitt mett at
hava størri tign millum
fólk, og tí verður tað nýtt í
øllum skrivligum samskifti
og í almenna rúminum ann
ars. Tí doyggja summi mál,
staðfestir Jógvan í Lon
Jacobsen.
Ósamd um mál
Hetta við tignini hjá einum
máli botnar eisini í, hvussu
góð fólk eru við eitt mál, og
aftur har er Jógvan í Lon
Jacobsen sannførdur um, at
føroyskt er heilt væl fyri.
– Tað er ongin, sum
nakrantíð sigur, at vit ikki
skulu brúka føroyskt. Før
oyingar
eru
hinvegin
ósamd ir um føroyskt mál,
og tað sigur eisini okkurt
um, hvussu góð fólk eru
við málið, sigur málfrøð
ingurin.
Góðar vónir
Tá tað kemur til stykkis er
Jógvan í Lon Jacobsen
sannførdur um, at føroyskt
fer at liva í nógv ár afturat.
– Men sjálvandi. Málrøkt
kemur ongantíð á mál, og
hon má eisini halda fram,
men støðan, sum føroyskt
hevur í dag órógvar meg als
ikki, staðfestir mál frøð ing
urin.
Hinvegin sigur UNESCO
á heimasíðuni, at yvir av
teimum 6.700 málunum,
sum eru í heiminum í dag,
verður bara helvtin til um
90 ár.
Taka vit helvtina av mál
unum, so eru tey um 3.350.
Nýta
vit
kortið
hjá
UNESCO og telja mál, sum
verða nýtt av færri enn
60.000, sum er metta talið
av fólki, sum tosar føroyskt,
so er talan um umleið 2000
mál.
Tað vil við øðrum orðum
siga, at skulu vit taka dap
urskygdu hugsanina hjá
UNESCO fyri fult, so er
føroyskt framvegis í vanda
bólki.
UNESCO::
Føroyskt mál í vandabólki
Sambært hesum kortinum hjá UNESCO er føroyskt saman við meira enn 3000 øðrum málum í vanda fyri at vera útdeytt í 2100.
Hinvegin er føroyskt markað við hvítum, so tað er í tryggasta vandabólkinum, har málini merkt við reyðum eru í størst vanda, og
tey við svørtum longu eru útdeyð. Jógvan í Lon Jacobsen er sannførdur um, at føroyskt nokk skal klára seg
Kelda: www.unesco.org
Fyrstu skipini hava landað
Tey fyrstu skipini, sum fóru til fiskiskap beint eftir jólahalguna, eru nú
komin aftur av túri. Mánadagin landaðu fýra partrolarar í Saltangará. Rókur
og Lerkur høvdu tilsamans 300.000 pund og Heykur og Falkur, sum høvdu
ein rættiliga góðan túr, høvdu 480.000 pund tilsamans. Í morgin koma
eisini fýra partrolarar inn at landa. Teir eru Bakur og Stelkur og Polarhav
og Stjørnan, sum helst hava eini eini 340.000 pund hvørt parið. Øll veiðan
hjá partrolarunum er upsi.