Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-05, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. januar 2010síða 19

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 2 - 5. januar 2010 19 tíðindi og prestar fara tó longu vitan um, hvørjir umsøkjararnir eru og ikki minst, hvat teir standa fyri. Hinvegin er møguleiki hjá kirkjuráðunum at fáa nærri kunnleika til hetta, annaðhvørt við at bjóða umsøkjarunum á fund, fyri at læra viðkomandi betri at kenna, at hoyra hann præd­ ika ella tey senda viðkom­ andi nakrar týdningarmiklar spurningar, sum tey fegin vilja hava svar uppá. Eitt týdningarmikið evni í hesum umfarinum kann vera, hvørt presturin vil samstarva við bæði mann­ ligu og kvinnuligu starvs­ felagar sínar, um hesin vil víga fráskild, um hesin vil halda seg til liturgi’ina í kirkjuni og annað í tí sambandinum. Men spurningar kunnu eisini vera av heilt øðrum slagi, t.d. um hvørjar ætlanir prestur hevur í arbeiðinum, um viðkomandi ætlar at skipa fyri serstøkum guds­ tænastum, hvussu hann hugsar sær undirvísingina fyri konfirmantum skipaða, hvørji skeið hann kundi hugsað sær at farið á, og kanska eisini um, hvussu viðkomandi fer at fyrihalda seg mótvegis fólki, ið ynskja t.d. dóp ella giftar­ mál. Ein annar møguleiki er at kirkjuráðslimirnir sjálvir taka orðið og boða frá, hvønn umsøkjara sum tey persónliga halda vera tann rætta til at røkja kallið í prestagjaldinum. Draga ella spjaða Henda løtan, tá tann einstaki umsøkjarin er til umrøðu, er – ella kann verða – tann avgerandi fyri, hvør sum at enda verður innstillaður sum tann fyrsti. Givið er, at hin einstaki limurin í kirkjuráðnum kann hava sín favoritt til starvið. Men ynskið hjá øllum er uttan iva, at tann setti presturin verður til gagns og gleði fyri kirkjuna og kirkjufólkið á staðnum. Líka so vist er tað, at fólkakirkjan er opin og breið, og skal vera fyri alt fólkið. Tað er tí kanska mest her, at sjónarmiðini kunnu standa ímóti hvørjum øðrum: Summi ynskja ein prest sum kann fevna um alt og øll. Summi vilja hava ein prest sum vil samstarva við kvinnuligur prestar. Summi vilja hava ein sum í præd­ikum sínum d­regur fólkið nærri at Gud­i. Summi vilja hava ein fólks­ ligan prest. Summi ynskja ein prest sum ikki er for­ d­ømand­i. Og summi ynskja ein prest sum er trúgvur ímóti siðum, lit­ urgi’­um, og sum annars er soleiðis sum ein prestur nú einaferð eigur at vera eftir teirra tykki. Á einum slíkum fundi er frítt at tala og siga sína hugsan, og kann hetta taka sína tíð. Ein máti fyri at fáa stytta um fundin og fáa svar frá øllum umsøkjarunum ísenn, er snøgt sagt at bjóða teimum øllum á henda fundin. Nr. 1, 2 og 3 Tá hesin parturin er liðugur fer bispur av fundi, og nú er upp til kirkjuráðslimirnar út frá tjakinum at innstilla tann prestin, tey ynskja sum fyrstvalda, um ein kann siga tað so. Henda atkvøðugreiðslan er skrivlig og loynilig, og alt verður talt upp alment og undir eftirliti. Síðani verður sama mannagongd nýtt, tá nr. 2 og 3 skulu veljast. Boðini um innstillingina verða síðani latin bispi so skjótt sum tilber, og er næsta stigið nú at hann handar innstillingina til Mentamálaráðið. Síðani er tað upp til landsstýriskvinn­ una í kirkjumálum at útnevna prestarnar og seta teir í starv. Seinasta punktið í hesi longu skrá er sjálv innset­ ingin av prestunum og dóm­ prósti. Sum longu nevnt er longu nú greitt, at Hanus á Gørð­ um verður innsettur sunnu­ dagin, og at Uni Næss og Ann Dahl Hansen verða inn­ sett 31. Januar. Ætlanin er somuleiðis at innseta prest­ arnar í embætini við Skála­ fjørðin og í Norðurstreymoy hinar báðar sunnudagarnar í hesum mánaðinum. Tá hetta er gjørt mugu starvsfólkini á bispakontór­ inum beinanvegin fara und­ ir sama arbeiðið einaferð aftrat: Greitt er longu nú, at prestastarvið í Fuglafirði er leyst, tí Uni Næs er vorðin dómpróstur. Og tað er somuleiðis greitt, at nýggjur prestur skal setast í Hvalvík, tí Mogens T. Petersen hevur boðað frá, at hann fer frá seinni í vár. Og tað kundi meiri enn so borið á, at okkurt annað starvið aftrat verður leyst um stutta tíð! ” Givið er, at hin einstaki limurin í kirkju­ ráðnum kann hava sín favoritt til starv­ ið. Men ynskið hjá øllum er uttan iva, at tann setti presturin verður til gagns og gleði fyri kirkjuna og kirkjufólkið á staðnum Við Vesturkirkjuna eru tveir prestar sum er. Men leygardagin verður avgjørt, hvør tann triði verður Fólk í Kvívík er eisini spent eftir teirri avgerðini, sum kirkjuráðið er at taka leygardagin um prestastarvið Enn er støða ikki tikin til, hvør skal verða sóknarprestur í Sjóvar Prestagjaldi Hóast eingin nýggjur prestur er settur í fast starv seinasta hálvt triðja árið, hevur kirkju­ fólkið trúfast gingið kirkju­ gøtuna bæði í bygd og býi (Savnsmynd úr Gjáar kirkju