Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-05, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. januar 2010síða 20

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 tíðindi Nr. 2 - 5. januar 2010 – Nýggi stovnurin Heilsutrygd hevði ligið best í Havn, har sjúkrakassarnir eiga bestu og størstu hølini, sigur Bjarni Djurholm, løgtingsmaður, sum hevur sett Aksel V. Johannesen ein grein 52 spurning í hesum sambandi POLITIKKUR Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Aksel V. Johannesen hevur gjørt av, at nýggi stovnurin Heilsutrygd fyrstu tíðina skal rekast av sjúkra kass­ anum í Klaksvík, har nýggi stovnurin eisini skal leggj­ ast. Í hesum sambandi spyr Bjarni Djurholm, um sak­ liga grundgevingin fyri at staðseta stovnin í Klaksvík. Hann spyr eisini, hvørji høli eru tøk í Klaksvík til nýggja stovnum, og hvat tað fer at kosta limunum at byggja upp nýggju umsit­ ingina í Klaksvík. Bjarni Djurholm spyr eis­ ini, í hvørjum plássum í landinum sjúkrakassarnir í dag eiga egnað høli til um siting av nýggju Heilsu­ trygd ini. Hann vil eisini hava at vita, hví sam ráð ing­ arnar við sjúkrakassarnar um eginognina longu eru slitn aðar, og hvat lands­ stýrismaðurin meinar við, tá hann sigur seg ikki vilja arbeiða undir trýsti. Eisini spyrja løgtingsmaðurin um, hvør vissa er fyri, at egin­ ognin hjá sjúkrakøssunum kemur limunum til góða, so tær umleið 45 milliónirnar enda í einum ódefineriligari nýtslu. Bjarni Djurholm sigur, at fríggjadagin undan jólum var nýggja lógin um heilsu­ trygd samtykt, sum hevði við sær, at sjúkrakassarnir fóru í søguna á nýggjárinum 2010. Full politisk undir­ tøka var fyri at modernisera sjúkrakassaskipanina. Bjarni Djurholm grund­ gevur soleiðis í grein 52 spurninginum til Aksel V. Johannesen: »– Hóast nýggja skipanin er komin í gildi, so eru tað framvegis viðurskifti, sum ikki eru eru endaliga av ­ greidd. M. a. er inngjaldið til skipanina fyrstu 2 árini at líkna við “gomlu” skip­ anin, har allir borgarar yvir 18 ár skulu rinda í hana. Hvussu inngjaldið verður síðani er enn ikki full greiða á. Annað ivamál var spurn­ ingurin um eginognina hjá sjúkrakøssunum, sum er roknað til uml. 45 mio. kr. Undan lógarsamtyktini játt­ aði landsstýrismaðurin at virka fyri semju við sjúkra­ kassarnar um eginognina hjá sjúkrakøssunum. Nú, 2. januar 2010, bert fáar ar ­ beiðsdagar aftaná lógar­ sam tyktina, hevur lands­ stýr ismaðurin boðað frá, at hann ikki vil samráðast við sjúkrakassarnar undir trýsti. Triðja málið var staðset­ ingina av nýggja heilsu­ trygd arstovninum. Framm­ an undan lógarsamtyktini boðaði landsstýrismaðurin frá, at stovnurin skuldi liggja í Klaksvík. Hann var tá kunnaður um, at full undirtøka ikki var fyri hesum, og at hann tí átti at venda spurninginum í polit­ isku skipanini, áðrenn enda lig støða varð tikin. Hetta játtað lands stýris­ maðurin, men 2. januar var so í miðlunum boðað frá, at stovnurin verður staðsettur í Klaksvík, hóast sjúkra­ kassarnir eiga vælegnaði umsitingarhølir í Tórshavn, meðan flestu aðrastaðni hevur verið hildið til í leig­ aðum hølum. Framferðin hjá lands­ stýris manninum er í and­ søgn við gjørdar avtalur og ber brá av lokalpolitiskum hovsaavgerðum. Tí verður hann biðin um at svara om anfyrisettu spurn ing­ um.« Við leygardagin segði Bjarni Djurholm, at tað ikki er rætt at leggja stovnin í Klaksvík, tá sjúkrakassarnir eiga væl egnað høli í Havn. Hann sigur, at grundgev­ ingin, sum landsstýris­ maðurin brúkti í útvaprinum fyrr í dag um, at stonvurin skal liggja nær við sjúkrahús og apotek passa eisini væl til Havn, har eisini størsta limagrundarlagið er. Bjarni Djurholm segði eisnin, at tey í samgonguni vóru samd um, at staðsetingin skuldi takast upp til polit­ iska viðgerð, og at tað er óneyðugt at brúka pengar til at byggja ein stovn upp í nýggjum hølum, tá góð og vælegnað høli eru til taks. Landsstýrismaðurin hev­ ur 10 dagar til at svara grein 52 spurninginum frá Bjarna Djurholm. Heilsutrygd eigur at liggja í Havn - Tað er ikki rætt at leggja nýggja stovnin Heilsutrygd í Klaksvík, tá sjúkrakassarnir eiga væl egnað høli í Havn, heldur Bjarni Djurholm, løgtingsmaður, sum hevur sett Akseli V. Johannesen ein fyrispurning um málið Mynd: Jens Kristian Vang Færri álop á Ísrael Ísraelska trygdartænastan Shin Bet staðfestir, at eingi sjálvmoðsálop vórðu framd móti Ísrael í farna ári. Nú 2009 er lokið, kann Ísrael staðfesta, at nógv færri álop vóru á landið í hesum ári enn árið fyri. Talið er nevniliga tað lægsta síðan ár 2000. Tað er ísraelska trygdartænastan Shin Bet, sum kemur við hesum upp­ lýsing um. Sagt verður, at tilsamans 15 ísraelar vórðu dripnir í 2009 ímóti 36 árið fyri. Tíggju ísraelskir hermenn og trý sivilfólk doyðu, tá Ísrael framdi álop móti Gasageiranum, sum byrjaði í endanum av 2008. Í ísraelska átakinum í Gasa geir­ an um doyðu umleið 1.400 palestinesarar, harav fleiri hundrað vóru sivilfólk. Í 2009 vórðu eingi sjálvmorðsálop framd móti Ísrael.