týsdagur 5. januar 2010síða 21
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
ÍTRÓTTARBLAÐIÐ
Sosialurin 5. januar 2010
Andrass fremstur
í duathlon
Gamlaársmorgun skipaðu Tórshavnar Súkklufelag
og Føroya Triathlonfelag fyri kapping í Duathlon
Duathlon
Tíðindaskriv
post@sosialurin.fo
Ætlanin var at kappast á gøtunum millum Hotel Føroyar og fjósini í
Havnardali.
Men ísur og kavi gjørdu, at kappingin bleiv eitt sindur broytt.
Runnið bleiv sum ætlað 6 km, men súkklingin fór út á vegin frá
ríðingabreytini í Marknagili til rundkoyringina við Skansan og niðan
aftur 11 km. Og so varð aftur runnið eftir ríðingabreytini, niðan á
sínuna fyri vestan og sftur á málið.
Andrass Joensen legði hart út á fyrsta renniteininum, og skifti eisini
fyrstur til súkklingina. Gunnar Dahl Olsen tók nakað inn á Andrass í
súkklingini, men ikki nóg mikið, tí Andrass fór eisini fyrstur út á seinna
renniteinin, og bara økti un munin til Gunnar. Eli Christiansen lergði
seg í miðjuna, og har helt hann seg alla kappingina. Kári Simonsen og
Evald Rasmussen kappaðust, sum so mangan fyrr, sínámillum, púra
óávirkaðir av kappingini í oddinum. Kári legði seg framum móti
endanum av fyrra renniteininum. Eina løtu á súkkluteininum lukkaðist
tað Evaldi at fáa fatur á Kára, men so dróg Kári frá aftur og bara økti á
seinna renniteininum
Kappast varð eisini á fjallasúkklu. Her var tað Sigmundur Olsson, ið
kom best frá tí, men hann gjørdi tað mistak at súkkla ov langt oman
eftir Oyggjarvegnum, og so kundu teir báðir Høgni Øster og Anders
Damh sneiða inn á málið, Sigmundur kom inn á triðja plássi.
Úrslitini vóru hesi:
Duathlon:
1 Andrass Joensen
1 tíma 00 min 15 sek
2 Gunnar Dahl Olsen
1 tíma 01 min 37 sek
3 Eli Christiansen
1 tíma 06 min 32 sek
4 Kári Simonsen
1 tíma 16 min 04 sek
5 Evald Rasmussen
1 tíma 16 min 40 sek
Fjallasúkkling:
1 Høgni Rúnason Øster
42 min 15 sek
2 Anders Damh
42 min 40 sek
3 Sigmundur Olsson
43 min 50 sek
4 Sverri Mohr Edvinsson
44 min 45 sek
Tað er upp til FSF sjálvt
at gera av, um gras ella
graslíki verður undirlagið,
tá farið verður undir nýggja
undankapping í august
mánaði. Og Gundadalur
tykist upplagt, um talan
ikki júst er um Ongland ella
annað fótbóltsstórveldi
Menningin av graslíki hevur verið
støðug, og fyri skjótt trimum árum
síðani úrslitaði hetta í, at føroysk
feløg kundu velja at spæla altjóða
heimadystir í Gundadali, har undir
lagið og karmarnir annars høvdu
fingið blátt stempul frá UEFA.
Í fjør royndi føroyska U21lands
liðið seg á graslíki við framúr úrslit
um. Og tykist túrurin vera komin til
Alandsliðið hjá monnum.
– Enn er eingin avgerð tikin. Vit
høvdu ein starvsnevndarfund tann
17. desember, og har numu vit
eisini við hendan spurningin. Men
nøkur avgerð varð ikki tikin. Sum eg
havi skilt tað, so skulu vit bara frá
boðað í seinasta lagi tveir mánaðir
undan dystunum, hvar spælt verð
ur. Og har er graslíkið í Gundadali
nú ein møguleiki á jøvnum føti við
grasi á Toftum ella á Tórsvølli. Tað
hevur tú eisini sæð aðrastaðni. Eitt
nú tá Russland og Týskland spældu
á graslíki á Luzhniki í Moskva, sigur
Høgni í Stórustovu, FSFforseti.
Mugu ikki gloyma
nýggjan leikvøll
Forsetin nevnir, at eingin avgerð er
tikin, men tað skilst á øllum brøgd
um, at hann er sera positivt inn still
aður til møguleikan at spæla í
Gunda dali.
– Tá tað kemur hartil, so er hetta
sjálvandi ein møguleiki, sum verður
viðgjørdur við teimum atlitum, sum
skulu takast.
– Tað sóu vit millum annað, tá
Brian Kerr hevði ynski um, at vit
spældu móti Litava á Svangaskarði.
Ta ferðina eftirlíkaðu vit honum,
uttan at eg skal siga, at tað er
venjarin, sum ger av, hvar vit spæla.
Men hansara ynski viga sjálvandi
eisini við í eini slíkari viðgerð. Og
hann hevur áður sagt, at er tað
gjørligt, so vil hann fegin hava, at
dystirnir verða spældir í tí undir lag
num, sum spælararnir eru vanir við.
– Hinvegin eri eg sannførdur um,
at vit framvegis mugu arbeiða við
ætlanunum um at gera egið
stadion. Tað er nakað, sum má til,
um vit skulu skapa okkum bestu
møguligu karmarnar til landsliðið
og til fótbóltin sum heild, sigur
Høgni í Stórustovu.
Bert 1.500 áskoðarar
Eitt annað,s um uttan iva eisini
vigar við, tá dystir skulu plaserast, er
plássið fyri áskoðarum.
Til landsdystir er bert loyvt at
hava sitipláss, og tað merkir, at ovari
vøllur í Gundadali er avmarkaður til
1.500 áskoðarar. Og verða Føroyar
somikið hepnar, at eitt nú Ongland
er í okkara potti til komandi luta
kast, er lítil ivi um, at karmurin við
6.000 áskoðarum á Tórsvølli er
meira hóskandi. Ikki minst til
pengakassan hjá FSF.
Hinvegin er møguleikin kanska
meira upplagdur, um talan er um
dyst móti rímilliga ókendum
eystur lendskum fótbóltsnøvnum.
Tá kann vera, at 1.500 pláss eru
beint í undirkantinum, men hetta
verður helst væl og virðiliga
uppvigað av eini tættari atmosferu
og ítróttarliga fyrimuninum, sum
graslíkið tá gevur.
– Nú mugu vit fyrst síggja,
hvussu lutakastið skikkar sær. Tað
verður í februar mánaði, og um
sama mundi skal eg vegna FSF á
UEFAfund, har vit kunnu fáa greitt
seinastu spurningarnar og iva mál
ini í hesum sambandi. Men helst
verður úrslitið, at vit í 2010 hava eitt
triðja alternativ, tá heimavøllurin
hjá Alandsliðnum skal ásetast,
sigur Høgni í Stórustovu.
Nógvi kavin hevði hug at órógva súkklingina, men tað eydn
aðist kortini at gjøgnumføra ætlaðu duathlonkappingina
gamlaárskvøld
Mynd: Álvur Haraldsen
Ovari vøllur í Gundadali
hev ur longu lagt gras líki til
europiskar upp gerð ir hjá
feløgum og undan kapp
ingardystir hjá U21liðnum.
Nú verður eisini loyvt hjá
Alandsliðnum at spæla har
A-landsdystir
í Gundadali
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk