Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-06, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. januar 2010síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 3 - 6. januar 2010 Fiskaarbeiði Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Framleiðsla úr frystum rá ­ fiski er ein stór vinna rund­ an um okkum, sigur Jógv an Gregersen á Vað horn á Strondum. Hann nevnir, at í Noregi er stór framleiðsla av saltfiski og klippfiski. Og í Danmark eru tvey saltfiskavirki sum framleiða 10.000­15000 tons um árið burtur úr innfluttum, fryst­ um fiski, serliga burtur úr alaskatoski, sum er triðja­ landsfiskur í Føroyum. Í Týsklandi er eitt salt­ fiskavirki, sum framleiðir úr frystum. Frystur toskur úr Grøn­ landi er eisini triðjalands­ fiskur hjá okkum, hóast vit eru í sama ríki og Russland er stórur leverandørur av toski bæði til Norra og Kina, sum so aftur endar sum liðugtvøra í ES. Fleiri avtalur Í løtuni hava vit kumu­ lering savtalu við ES um fisk úr Noregi og Íslandi, so hann kann flytast til Før­ oya, virkast her, og útflytast á marknaðin í ES sum før­ oyskur upprunafiskur. Í hesum føri er farma­ gjaldið at fáa rávøruna til Føroya einasti munurin á føroyskum, íslendskum og norskum framleiðarin. ­ Tá kappast vit á jøvnum føti og er talan um javn­ bjóðis kapping, standa fø roy ingar seg í kappingini, sigur Jógvan Gregersen á Vaðhorn. Men verður frystur fiskur fluttur úr øðrum londum enn Íslandi og Noregi og virk aður á føroyskum virkj­ um, kann tann lidna vøran ikki flytast á ES marknaðin, uttan at koma undir rætti­ ligan høgan toll. Hett er tað, ið verður nevnt triðjalandsfiskur. Til dømis er tollurin á flaktum saltfiski 11% og tollurin á saltflaki er 16%, tá ið vøran er virkað úr fiski frá triðjalondum. Tollurin verður roknaður av teirri lidnu vøruni og her kann tað snúgva seg um einar 5,50 krónur fyri kilo av flaktum saltfiski og einar átta krónur fyri saltflak. Hetta svarar til einar tríggjar krónur fyri kilo av ráfisik fyri flaktan saltfisk og 4,50 fyri kilo av ráfiski, tá ið tað kemur til saltflak. ­ Tað er hetta óhugsandi at fara í holt við, tí tollurin verður høgdi enn skiftis­ avlopi, sigur Jógvan Greg­ er sen. Fyri flak er tollurin eini 7,5% av liðugtvøruni, sum í rundum tølum svarar til áleið tríggjar krónur fyri kilo ella 1,50% fyri hvørt kilo av ráfiski. Jógvan Gregersen heldur tískil, at tað átti eisini at verið ein politisk uppgáva at fingið líknandi avtalur um fisk úr fleiri londum, tí føroyskir fiskakeyparar fáa javnan tilboð um at keypa fisk úr Russlandi, Alaska og úr Grønlandi. ­ Tað hevði verið ein øgi­ ligur fyrimunur, leggur hann afturat. Fáa flakavirkini stuðul til at innflyta frystan fisk til virk­ ingar, hevði tað ført við sær, at rávøru­ tilgingdin til fiska­ virkini bleiv javnari og arbeiðið støðugari Fiskaarbeiði Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Verður endurgjaldsskipanin sett aftur í gildi, hevði tað kunna skapt arbeiði til fólk, sum í dag eru arbeiðsleys og tað hevði fingið lív aftur í virki, sum í dag standa still, ella í besta føri, hava óstøðugt arbeiði. Tað staðfestur Símun P. Jacobsen á Føroya Fiska­ virking. Í grein í Sosialinum í gjár søgdu bæði hann og Jógvan Gregersen á Vaðhorn, at verð ur almennur stuðul aft­ ur latin til at innflyta frystan fisk til virkingar, kundi tað skapt arbeiðið til eini 400 fólk og samstundis hevði tað ført til eina virðisøking í samfelagnum upp á 150­ 250 milliónir Landið hevði sosttatt fing­ ið stuðulin fleiri ferðir aftur, eru teir báðir samdir um. Nógv og støðugt arbeiði ­ Ein stórur trupuleiki hjá Føroysku flakavinnuni, er ójøvn rávøru tilgongd, sigur Símun P. Jacobsen á Føroya Fiskavirking. Hann nevnir sum dømi, at í 2002 vórðu 120.000 tons av botnfiski fiskað undir Føroyum, men í fjør er ikki talan um meiri enn eini 80.000 tons. Men umframt stórar broytingar frá ári til ár, eru eisini sera stóra í einum ári. ­ Fyrra hálvár er vanliga nóg mikið ­ ella kanska ovmikið ­ av fiski til, meðan tað seinna hálvár er alt ov lítið til. Hann sigur, at hetta ger tað sera tórført at leggja eina virkisætlan til rættis, sam stundis sum tað er tor­ ført at gera fastar sáttmálar uppá liðugvøru. Frysta rávøran hevur tann fyrimun, at tú avgert sjálvur, nær hon skal framleiðast. Hartil er góðskan javnari tí fiskurin verður frystur um ­ borð, minn enn átta tímar eftir at hann er fiskaður og á virkinum verður hann tiðnaður í 12­16 tímar. ­ So tilsamans er fiskurin minni enn eitt samdøgur gamal, tá ið hann verður framleiddur á einum virki og somuleiðis er liðugtvøran kend og góðtikin á markn­ aðinum, sigur Jógvan Greg­ ersen. Men skal frystur fiskur innflytast til virkingar á virkjunum kring landið, kostar tað eyka í farmagjaldi at flyta hann til Føroyar. Og er harafturat talan um triðjalandsfisk, skal eisini tollur betalast av lidnu vøruni, verður hon flutt til ES. Fyri flak er talan um toll, sum runt roknað er tríggjar krónur fyri kilo av teirri lidnu vøruni. ­ Men tá ið vit, longu áðr­ enn vit byrja framleiðsluna, vita, at vit eru tríggjar krónur fyri kilo verri fyri enn okkara kappingarneytar, er tað óhugsandi, at vit kunnu fáa nakra gongd á virksemi við frystari rávøru, sigur Símun P. Jacobsen. Jógvan Gregersen á Vað­ horn sigur, at verða um ­ støð ur at taka táttin upp aftur at virka innfluttan, frystan fisk í Føroyum, sam an við feskum fiski frá føroyskum skipum, kunnu virkini hava javnari arbeiði, so at arbeiðsfólkið fær javnt sínar 40 tíma viku, og virkini fáa størri nøgdir og sostatt størri avkast. Meiri fiskur og støðugt arbeiði á flakavirkjunum Føroyingar missa eina stóra vinnu av hondum Útvarpsmaður myrdur Í Bulgaria er ein kendur útvarpsmaður funnin myrdur í miðbýnum í høvuðsstaðnum Sofia. Tann 30 ára gamli Bobi Tsankov hevði fleiri útvarpssendingar um mafiavirksemið í Bulgaria, og hann hevur eisini skrivað bøkur um evnið. Myndugleikarnir siga, at ókendir menn skutu Bobi Tsankov, og at tveir lívverjar, sum fylgdust við honum, vórðu særdir. Hetta er ikki tað fyrsta morðið, sum bulgarska mafian er løgd undir at hava framt, men tað er ógvuliga sjáldan, at nakar verður dømdur. Tað hevur fingið ES at finnast hvassliga at bulgarska dómsvaldinum, skrivar Reuters. Neyðtók 32 kvinnur Í Suðurkorea er ein maður, sum arbeiddi sum brúd leyps­ fyriskipari, dømdur fyri at hava neyðtikið ikki færri enn 32 kvinnur. Sambært Sky News hevur mað urin, sum er 45 ára gamal, fingið lívlanga fongsuls revsing. Í ákæruritinum varð maðurin ákærdur fyri at hava gjørt seg inn á kvinnur, sum búðu einsamallar. Øll lógarbrotini hendu tíðliga um morgunin. Myndugleikarnir siga, at tað var torført at avdúka mannin, tí hann var sera varin og ansaði altíð eftir, at ongar DNA­royndir skuldu avdúka seg. Men eftir at løgreglan hevði hildið eygað við honum í 100 dagar, bleiv hann tikin. At innflyta frystan fisk, er stór vinna í okkara grannalondum, men í Føroyum ber tað ikki til, fyrrenn landið spælir við, siga framleiðarar