mikudagur 6. januar 2010síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 3 - 6. januar 2010
7
Landsstýrismaðurin
í fiskivinnumálum
hevur ongar ætlanir
um, at lata stuðul til
at innflyta frystan
fisk, men hann vil
kortini ikki heilt
avhøvda tankan
Fiskaarbeiði
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Tað eru ongar ætlanir um
at lata fiskavirkjum stuðul
til at innflyta frystan fisk til
virkingar.
Tað staðfestir Jacob Vest-
ergaard, landsstýrismaður í
fiskivinnumálum.
Kortini vil hann ikki
av høvda tankan heilt, tí
hann sigur, at er talan um at
fáa eina framleiðslu á føtur,
er tað møguligt, at ein stuð-
ul kann skumpa undir.
Tó at hann ikki beinleiðis
brennur fyri tankanum, sig-
ur hann:
- Tað kann vera, at hetta
er eitt gott hugskot. Men
hetta er ikki ein spurningur,
sum er viðgjørdur politiskt
og hann er heldur ikki á
dagsskrá beint nú.
Landsstýrismaðurin
í
vinnumálum sigur, at stuð-
ulin sum var til at keypa
frystan fisk úr Russlandi,
men hann kennir ov lítið til
eftirmetingarnar av teirri
royndini.
- Politiskt verður hinvegn
mest tosað um at niðurlagað
allar stuðulsskipanir, tí at
vinnan skal í mestan mun
klára seg sjálv.
Fiskivinnan
verður lívgað
Sjálvur hevur landsstýris-
maðurin ikki hildið, at stuð-
ul altíð er av tí ónda, men
hetta er so ikki ein spurn-
ingur, sum er uppi og ongin
hevur vent sær til Fiski-
málaráðið við hesum.
Men nú liggur eitt upp-
skot frá Miðflokkinum til
viðgerar í Løtinginum um
hetta, so málið kemur á
dagsskrá nakað skjótt.
Hinvegin
ivast
lands-
stýrismaðurin í, hvussu stór
undirtøka er fyri eini slíkari
stuðulsskipan.
Símun P. Jacobsen á
Fiskavirking
skilir
ikki
politiska málsetningin um,
at øll vinna skal vera stuð-
ulsfrí, tí hann heldur, at tað
er ikki rætt.
- Vit stuðla ferðavinnuni,
landbúnaðinum og aðrari
vinnu. Men so skjótt, tað
eitur fiskivinnan, sum vit
øll liva av, má talan ikki
verða um stuðul.
Hann heldur eisini, at tað
er løgið, at vit stuðla øllum
møguligum vinnum, men
nokta blankt at stuðla teirri
vinnu, sum vit øll liva av og
sum átti at verðið tann
fyrsta, sum skuldi fingið
stuðul.
- Hóast fiskivinnan er
tað, vit liva av, sum vit
kenna best til og sum vit
duga best, kann talan ikki
vera um stuðul til hana og
tað skilji eg ikki, sigur
hann.
Jacob Vestergaard er ikki
samdur.
- Landbúnaðurin fær nak-
að av stuðuli, men nógvar
ferðir minni enn okkara
kappingarneytar geva land-
búnaðinum.
Annars heldur hann ikki
at fiskivinnan er heilt sør
fyri stuðul.
- Virkini fáa flutnings-
stuðul og tað eru mong,
sum eisini kalla skatta frá-
dráttin til fiskimenn og
inntøkutrygdina fyri stuðul.
Alivinnan fær stuðul til
koppseting og til royndar-
virksemi. Og fara vit enn
longur, hava vit eisini Hav-
stovuna,
Fiskiveiðu eftir-
litið, fiskivinnuumsitingina
so tað almenna brúkar
sanni liga nógvan pening
upp á fiskivinnuna, sigur
Jacob Vestergaard.
Fiskaaling vil ganga á odda í
granskingar- og menningarvirk-
semi innan alivinnuna í Føroyum,
og vil byggja upp eina gransking-
arstøð á altjóða støði. Felagið
skal skapa karmar um hetta virk-
semið og skapa møguleikar fyri
at fáa eina tilgongd av skikkaðum
granskarum, sum kunnu útbyggja
og víðka vitanarstøðið undir
fiskaaling í Føroyum.
Felagið skal í størri mun enn
nú samstarva við granskingar-
umhvørvið í Føroyum og granna-
londum okkara og taka lut í
felags verkætlanum. Eisini er
ætlanin, at felagið í ein vaksandi
mun skal virka sum tænastuveit-
ari og ráðgevari til alivinnuna,
innan økir har tílíkar tænastur
ikki eru í Føroyum.
At miðla vitan og úrslit frá
granskingar- og menningaarvirk-
seminum til vinnuna og almenn-
ingin og at veita ráðgeving eru
týðandi arbeiðsuppgávur hjá
Fiskaaling. Ein onnur týðandi
uppgáva er at arbeiða víðari við
menning av marinum fiskasløgum.
Førleikar
·
tú hevur viðkomandi
útbúgving
·
tú hevur góð leiðslu- og
samstarvsevni
·
tú ert nýhugsin og ágrýtin
·
tú hevur kunnleika
til gransking og vinnulív
·
tú dugur at samskifta
á enskum
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett skjótast gjør-
ligt, men vit hava møguleika at
bíða nakað eftir rætta viðkom-
andi. Lønin verður ásett eftir
nærri avtalu og í mun til útbúgv-
ing og starvsroyndir.
Arbeiðsstaðið er á høvuðsskriv-
stovuni hjá Fiskaaling við Áir.
Meira fæst at vita við at venda
sær til Ingolf Joensen, fráfarandi
stjóra á 21 47 47 ella Sigurð Ó.
Vang, nevndarformann á 28 10 90
(eftir kl. 16).
Umsókn við avritum og møgulig-
um ummælum, skulu sendast til:
SPEKT
Staravegur 17, Postsmoga 3258
FO-110 Tórshavn
Umsóknin skal vera komin fram
í seinasta lagi 20. januar 2010
kl. 12. Allar umsóknir verða
viðgjørdar í trúnaði.
P/F Fiskaaling søkir eftir stjóra
P/F Fiskaaling er partafelag, har Føroya Landsstýri eigur allan partapeningin. Fiska-
aling hevur virksemi við Áir, í Nesvík og í Skopun. Samlaða starvsfólkatalið er umleið
20, herav fleiri granskarar. Virksemi fevnir um at granska, menna og ráðgeva innan
aling av vatnlivandi djórum og plantum og innan biotøkni, herundir verkætlanir inn-
an matvørugóðsku, aliumhvørvi, fóður, vatn, framleiðsluhættir, nýggj aliøkir, aling á
harðbalnum økjum v.m. Meiri fæst at vita á www.fiskaaling.fo
P/F Fiskaaling Við Áir www.fiskaaling.fo
s o z o p r e p r e s s
Ongar ætlanir
um at stuðla
fiskavirkjunum
Stuðul er ikki altíð av tí ónda, men eg ivist í um undirtøka er fyri at stuðla virkjum at innflyta
frystan fisk til virkingar, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum
Ert tú góður við tíni húsdjór?
So er SkyttenS hunda- og kettufóður rætta valið
Søcla (20 kg)
Fyri posan kr. 540,-
Kettufóður (15 kg)
Fyri posan kr. 390,-
Special (20 kg)
Fyri posan kr. 450,-
til vaksnar
hundar
SKYTTENS hunda- og kettufóður er kvalitetsfóður, framleitt í Dan-
mark síðan 1970. Fóðurið er framleitt úr fiski og høsnarunga og
inniheldur ikki konserveringsevni, litevni, aromaevni ella sojaprotein.
Bílegging á kho@olivant.fo ella tel. 22 12 40. Ókeypis útkoyring í Tórshavn
til hvølpar