mikudagur 6. januar 2010síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 3 - 6. januar 2010
NýbygNiNgur
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Um ein góðan mánaða ella
so stevnir nýggi Tróndur í
Gøtu
væntandi
inn
á
Gøtuvík.
Skrokkurin er smíðaður í
Pólandi, og tað er Karst
ensens Skibsværft í Skagen,
sum ger skipið liðugt.
Dávið Jacobsen, tekniskur
leiðari hjá Varðanum í
Gøtu, sigur, at sambært upp
runaliga
sáttmálanum
skuldu teir havt fingið
skipið longu í august mán
aða í fjør, men hetta hevur
drigið út.
Seinastur á lista
Orsøkin er, at skrokkurin
var so nógv seinkaður úr
Pólandi. Sum skilst, var
hetta seinasti skrokkur á
listanum hjá skipasmiðjuni
í Gdynia, og tað hevur helst
havt sína ávirkan, at menn
ikki hildu seg hava so nógv
at skunda sær til.
Tekniski leiðarin sigur, at
síðan skrokkurin kom til
Skagen í august mánað í
fjør, hevur alt gingið sum
eftir ánni, sum hann tekur
til.
Dávið sigur, at eftir ætlan
og soleiðis, sum arbeiðið
gongur nú, verður skipið
liðugt um ein mánaða ella
so.
Nýggi Tróndur í Gøtu
verður 81,6 metrar langur
og 16,6 metrar breiður og
fer at lasta eini 2700 tons.
Hóast nýbygningurin er
heilar 14 metrar longri og
stívliga tveir metrar breiðari
enn gamli Tróndur í Gøtu,
lasta skipini umleið tað
sama, men nýbygningurin
fer at bera lastina nógv betri
enn hin gamli.
Sáttmálaprísurin
fyri
nýggja skipið liggur um
stívliga 230 miljónir krónur,
men við ymiskum, sum
kemur aftrat, útgerð og
reiðskapi fer kostnaðurin
helst at tátta í 250 miljónir
krónur.
Gamli Tróndur í Gøtu,
sum tó ikki er hin elsti í
røðini, stevndi fyrstu ferð
inn á Gøtuvík hin 12. januar
í 1987.
Tað vóru kinverjar, ið
keyptu stívliga 20 ára gamla
skipið, sum nú fiskar í
Kyrrahavinum undir peru
anskum flaggi.
Fer royndartúr
Dávið Jacobsen, sum eisini
hevur eftirlitið við bygging
ini fyri felagið í Gøtu, vænt
ar, at nýbygningurin fer
tekniskan royndartúr um
einar tríggjar vikur ella so.
Hann sigur, at vísir tað
seg tá, at skipið riggar eftir
ætlan, verða útgerð, spøl og
reiðskapur roynd.
Gongst, sum ætlað, verð
ur klárt at loysa í Skagen
um hálvan februar. Vit
vænta soleiðis, at nýggi
Tróndur í Gøtu stevnir inn í
føroyskan sjógv stutt eftir
hálvan februar, um ikki
okkurt
óvæntað
hendir,
sigur tekniski leiðarin.
ElService á Skála hevur
gjørt
eltalvur
og
el
instalatiónir til skipið, og
Radioservice og Vónin eru
eisini veitarar av útgerð og
reiðskapi.
Nýggja flaggskipið
hjá gøtumonnum
liðugt um 5 vikur
- Gongst, sum ætlað, verður klárt at loysa í Skagen um hálvan februar. Vit vænta,
at nýggi Tróndur í Gøtu stevnir inn í føroyskan sjógv stutt eftir hálvan februar, um
ikki okkurt óvæntað hendir, sigur tekniski leiðarin hjá Varðanum í Gøtu, Dávið
Jacobsen
Gongst sum ætlað, stevnir nýggja flaggskipið hjá gøtumonnum inn í føroysk
Nýggi Tróndur í Gøtu er 81,6 metrar langur og 16,6 metrar breiður og fer at lasta eini 2700 tons. Hann er soleiðis 14
metrar longri enn gamla skipið – og stívliga tveir metrar breiðari
Málið ov gamalt
Alt bendir á, at amerikanska ákæruvaldið fer at sleppa
málinum ímóti donsku kvinnuni Camilla Broe, sum var
ákærd fyri at hava smuglað 106.000 ecstasytablettir til
USA. Málið var fyri í rættinum í Miami í nátt, og har kom
dómarin til ta niðurstøðu, at ákæruvaldið skal sleppa
ákæruni, tí málið er ov gamalt. Amerikanski verjin hjá
teirri 42 ára gomlu donsku kvinnuni fer nú at royna at fáa
hana leysa ímóti gjaldi. Verður ákæran ímóti Camillu Broe
slept, kann málið fáa eitt politiskt eftirspæl í Danmark, tí
fleiri settu spurnartekin við, at løgmálaráðið gjørdi av at
útflýggja hana til rættarsókn í USA.
Brúka nógv blóð
Sjúklingar á donskum sjúkrahúsum fáa nógv meiri blóð
enn sjúklingar á sjúkrahúsum í øðrum londum. Kristeligt
Dagblad skrivar, at í 2008 brúktu tey donsku sjúkrahúsini
67 blóðpakkar fyri hvørjar 1.000 íbúgvar. Til samanbering
ar brúktu tey norsku sjúkrahúsini 42 blóðpakkar, tey
svensku 51 og tey sponsku bara 27 fyri hvørjar 1.000
íbúgvar. Jørgen Georgsen, yvirlækni á blóðbankanum í
Odense, sigur við Kristeligt Dagblad, at tað besta var, at
blóðnýtslan í Danmark var um 50 pakkar fyri hvørjar
1.000 íbúgvar. Hann heldur, at ymsar mannagongdir í
sjúkrahúsverkinum eru orsøk til ta stóru blóðnýtsluna.