Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-06, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. januar 2010síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 3 - 6. januar 2010 Uppi í Hvamm Tað er felagið P/F Hvamm, sum fer at eiga og reka nýggja skipið, og tað er P/F Varðin í Gøtu, sum eigur all­ an partapeningin í felag­ num. Hvamm, sum er ein lítil dalur sunnanfyri Tyril, er gamalt navn í Gøtu, og áður hevur felag, sum rak skip, borið hetta navn. Í Gøtu siga tey eitt nú Uppi í Hvamm. Lítið man vera at ivast í, at navnið á nýggja skipinum hjá gøtumonnum verður Tróndur í Gøtu. Jákup Jacobsen, reiðari, sigur í stuttari viðmerking, at tað skulu góðar grundir til, um nýbygningurin ikki fær navnið Tróndur í Gøtu. Gamli Tróndur í Gøtu, sum var stívliga 20 ára gamal, sigur ”farvæl” á Gøtuvík. Hann kom til Føroya hin 12. januar í 1987 Mynd: Dávur Winther kan sjógv um ein góðan mánaða Skrokkurin er smíðaður í Gdynia í Pólandi, og síðan er skipið gjørt liðugt á Kartensens Skibsværft í Skagen, har arbeiðið hevur gingið væl Gamalt gos goysir Eftir at hava ligið stilt í meiri enn 130 ár er gosfjallið Turialba í miðamerikanska landinum Guatemala farið at goysa. Tað 3.340 metrar høga gosfjallið, sum er nakað eystan fyri høvuðsstaðin San Jose, byrjaði at goysa í gjár og hevur sent øsku og eim upp í luftina síðani. Myndugleikarnir hava flutt fólk burtur úr økinum, og nú bíða teir eftir, um fjallið fer at senda øsku inn yvir høvuðsstaðin. Turrialba hevur ikki goyst síðani í 1860’unum, og í 1866 var gosið so ógvusligt, at tað sendi øsku inn yvir grannalandið Nikaragua, sum er fleiri hundrað kilometrar haðani, skrivar AP. Nazistur hjálpti løgregluni Ein fyrrverandi oddamaður í svensku nazirørsluni sigur nú, at hann bleiv biðin um at selja tað kenda skeltið, sum bleiv stolið úr Auschwitz­leguni herfyri. Men sambært Aftonbladet fekk maåðurin kaldar føtur, sum sagt verður, og hann gjørdi tí ístaðin fyri av at hjálpa polsku myndugleikunum at finna skeltið aftur. Skeltið við teimum kendu orðunum „Arbeit Macht Frei“ bleiv stolið tann 18. desember og varð funnið aftur í trimum pettum fimm dagar seinni. Svenska løgmálaráðið hevur sagt, at polsku myndugleikarnir fingu hjálp úr Svøríki til at finna skeltið aftur.