mikudagur 6. januar 2010síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 3 - 6. januar 2010
Kári á Rógvi, løgtings
maður, heldur
tað vera órætt av
landinum at sita á
peninginum, sum
varð kravdur inn
uttan heimild. – Tað
er ikki í lagi, bara tey
eru nóg nógv, og tað
er nóg langtsíðani,
staðfestir hann
MVG-Málið
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Friður er enn ikki við málin
um um MVGið av skráset
ingargjaldinum, sum TAKS
heintaði inn uttan at heim
ildin var til staðar.
Løgtingsmaður Sjálvstýr
isfloksins, Kári á Rógvi,
vísir í lesarabrævi í bløðun
um í dag á, at »var nakað
skil á í landinum, so boðaði
landsstýrismaðurin í fíggjar
málum frá, at hann hevði
góðkent, at hetta var prin
sippmál vert at føra – og tá
ið endaliga niðurstøðan fyri
lá fingu øll somu viðferð«.
Kári á Rógvi, sum, um
framt at vera løgtingsmaður,
eisini er doktari í løgfrøði,
vísir á, at tað stendur í fyrn
ingarlógini, at tú kanst vera í
»utilregnelig Uvidenhed om
sit Krav« tað vil siga ikki
vita av, at onkur skyldar tær
pengar – og at tá eigur fyrn
ing ikki at roknast, fyrrenn tú
»ved sædvanlig Agtpaagiven
hed vilde have været i Stand
til at kræve sit Krav betalt.
Palliba hevur ringt við at
taka dagar ímillum heim
ildir hjá landinum og eigur
tí at fáa longri boð. Í hesum
førinum haldi eg tað hevði
verið rímiligt at sagt, at í
fyrsta lagi á heysti í 2006, tá
Skatta og avgjaldskæru
nevndin kom við sínum
fyrsta úrskuri, var Palleba
við, sigur Kári á Rógvi, løg
tingsmaður, sum heldur, at
eisini átti at verið nóg mikið
at kært heldur enn at stevnt.
Borgarin má
ikki svíða
Kári á Rógvi heldur, at
landsstýrismaðurin í Fíggj
armálum eigur at koma upp
í málið nú.
Eg ásanni, at partvíst er
tað lógarverkið, sum er trup
ulleikin í hesum málinum,
við fyrningarfreist og øðr
um. Men tað kann borgarin
ikki svíða fyri. Tað stendur
í bæði Grundlógini og í
Stýrisskipanarlógini, at tað
skulu vera bæði lógarheim
ild og fíggjarlig heimild,
áðrenn landið kann taka
skatt ella avgjøld inn. Tað
var tað ikki í hesum førin
um, og tað er ikki í lagi,
bara tí tað er nóg nógv, sum
hava sviðið, og tí bara tað
er nóg langtsíðani. Her átti
landsstýrismaðurin at verið
komin upp í málið. Jóannes
Eidesgaard eigur at taka
málið um tulkingina av
fyrninginini upp í lands
rættinum, og fingið staðfest,
hvørja siðvenju vit skulu
fylgja. Serliga er tað hasin
spurningurin við, nær Palli
ba verður varðugur við, at
hann hevur verið fyri órætti.
Landið eigur at ganga á
odda innan fyrisitingarsið,
staðfestir Kári á Rógvi.
Kári á Rógvi vísir á at ein
trupulleiki er, at teir, sum
hava ført málið ikki hava
fyri neyðini at leggja serliga
stóran dent á fyrningar
spurningin, tí hjá teimum
er fyrningin útsett í teirri
løtu, málið er tikið upp í
rættinum.
Sjálvstýrisløgtingsmaður
in sigur eisini, at ger fíggjar
málaráðharrin einki í hesum
máli, so eigur Løgmaður at
gera okkurt, og ger hann
einki, so eigur Løgtingið at
byrja at spæla upp á sínar
træðrir, fyri at fáa avklárað
hetta málið, hvør tað verður
gjøgnum landsstýrismála
nevndina ella gjøgnum eitt
misálit ella okkurt heilt
annað.
Ómoralskt
Tað eru bæði moralsk og
rættarlig atlit at taka til í mál
inum, sigur Kári á Rógvi.
Moralski spurningurin í
hesum málinum er, hvørt
tað er rætt at landið liggur
inni við einum tali millum
100 og 120 milliónum krón
um, sum eru kravdir inn
uttan at nøkur heimild var
fyri at heinta peningin inn,
og sum fella til tað almenna,
tí at Palleba ikki visti av, at
honum var gjørdur nakar
órættur, og tá hann gjørdist
varugur við tað, var fallin
fyri fyrningarfreistini í ein
ari lóg, sum fyllir 102 ár í
ár.
Tað ber heldur ikki til,
at støddin á upphæddini
kann avgerða, hvønn veg
rættarskipanin koppar. Um
tað til dømis var okkurt
meira óvanligt enn bilar,
eitt nú kranar ella líknandi,
sum bara nakrir fáir høvdu
keypt í tíðarskeiðinum, so
hevði verið skjótt avgreitt,
men tá talan er um tús
undatals fólk og hundraðtals
milliónir, so ber tað ikki til,
og boygnar rættarskipanin
undan upphæddini, sigur
Kári á Rógvi.
Skitin takling
Kári á Rógvi fýlist á, at tað
í Føroyum er vorðin meir
ella minni vanligt at taka til
skitin kneb og at gera skitn
ar taklingar fyri at sleppa
undan at viðganga eitt mis
tak.
Ein stórur spurningur í
hesum málinum er, hvussu
tryggja vit at rættindini hjá
borgaranum eru vird. Vit
skulu ikki brúka skitin kneb
fyri at sleppa undan at virða
rættindini hjá borgaranum
og drýggja nakað óneyðuga
nógv, sigur Kári á Rógvi.
TAKS skal sjálvandi í
serstøkum førum at hava
rætt til at kæra avgerðir hjá
hægra myndugleikanum, í
hesum førinum Skatta og
avgjaldskærunevndini
,
men eg haldi at tað eigur at
vera ein skylda, tá TAKS
fer víðari við málinum, at
syrgja fyri at tað gongur
skjótt fyri seg, at suspendera
fyrningarfreistir,
og
um
neyðugt
seta
vanligar
mannagongdir til viks fyri
at tryggja eina skjóta av
greiðslu av málinum, sigur
Kári á Rógvi.
Kári á Rógvi um MVG-málið:
Hetta er ikki teirra pengar
wLandsstýrismaðurin eigur at
taka spurningin um fyrningina
upp í Landsrættinum, og fáa
staðfest, hvørja siðvenju vit
eiga at fylgja. Tað heldur Kári
á Rógvi, løgtingsmaður, sum
heldur tað vera djúpt ómoralskt
at landið situr á upp til 120
milliónum krónum sum eru
ólógliga kravdar inn
Savnsmynd
Trolbátar seldu væl
Trolbátarnir Hansa Maria og Búgvin, sum báðir byrjaðu túr millum jól
og nýggjár, landaðu á Toftum mánadagin. Teir høvdu umleið 20.000
pund hvør. Eini 80 prosent av veiðini hjá bátunum var havtaska og sum
skilst, seldu Hansa Maria og Búgvin fyri út við 300.000 krónur hvør.
Harry Benjaminsen á Landingarmiðstøðini á Toftum sigur, at línuskipini
Kambur og Eystnes loystu mánadagin, og í gjár loystu væntandi
línuskipini Vesturhavið Blíða, Sigmundur og Morgunstjørnan.
Streymurin hevur verið harður, men nú rákið linkar, og hann sigur
hampiliga gott veður, væntar Harry Benjaminsen, at fleiri útróðrarbátar
eisini fara at loysa. Eg vænti, at menn eru svangir, nú høgtíðirnar eru
av, og líkindi eru at loysa bátarnar aftur, leggur hann aftrat.