Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-06, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. januar 2010síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

miðvikan Siðsøguligt tilfar í Sosialinum mikudagar Nr. 3 • 6. jan. 2010 2. partur Mamma mín, Julianna, var elst av systkjunum úr Símunshúsi í Lorvík. Onnur systkin vóru Jógv an og Erika. Hetta gjørdi sjálv sagt, at ofta var farið til Lor víkar. Men tá var hvørki veg ur ella berghol. Leiðin gekk um Lorvíksfjall, og hetta var ikki nakað sum bakkað varð fyri. Um summarið var tað fast sunnudagar at fara um fjallið. Vit vóru altíð so tíðliga á veg, at vit kundu fara í kirkju klokkan 12. Tá vitjaðu vit eisini ommu og abba. Abbi var giftur tvær ferðir. Eg eiti eftir seinni konu abba mín, Sofía í Útistovu. Vit fóru eisini javnan til Lorvíkar um veturin. Dagurin var stuttur, so ofta var myrkt annan vegin. Hetta bilaði ikki í mánalýsi, men var niða høvdu vit altíð eina bátalykt við okkum. Hana settu vit so frá okkum á Moyggjarhellu lorvíksmegin fjallið, áðrenn farið var oman í bygdina. Hon var so tikin við aftur, tá farið var heim aftur. Vit plagdu viðhvørt at vera í fylgi við Sámal Jákup Innan fyri Á, sum eisini hevði konu úr Lorvík, og sum búði í Norðragøtu. Altíð vildi hann hava okkum at kom inn til ein drekkamunn, áðrenn vit hildu áfram til Syðru­ gøtu. Eitt var sera framkomið við hesi farleið, og tað var trappur við gelendara báðu megin fjallið. Hetta lætti nógv um. Hesar trapp­ ur eru gjørdar áðrenn mína tíð, helst um aldarskiftið. Men væl er gjørt, tí hetta er framvegis væl nýtiligt í dag. Havi skilt, at tað var Jóhan David, verfaðir, sum gjørdi stakittið. Henda leiðin er annars umvæld seinasta summar. Tað var nógvur trafikkur um fjallið. Tá lorvíkingar fóru um fjallið var tað ikki bert til Gøtu, ofta kundu ørindini vera út á Skálafjørðin. Tá plagdu teir at koma inn til okkara á leiðini at fáa sær ein drekkamunn. Ein av teimum, sum eg minnist, var kendi útróðrarmaðurin Jógvan við Stein. Ørindini vóru ofta at keypa agn. Vanliga fekst agn í Søldarfirði, men tað hendi, at hann mátti heilt út á Nes. Hesin langi túrur var gjørdur, áðrenn teir fóru til útróðrar, sum einsamallur kundu vera bæði drúgvur og strævin. Lorvíkingar komu viðhvørt at keypa seyð frá Líggjas bónda í Syðrugøtu. Hann kostaði 5 krónur. Og so at leiða seyðin til Lorvíkar. Niðan eftir var vanliga eingin trupulleiki. Men verri var at fáa seyðin at ganga oman brekku. Tá máttu teir ofta bera seyðin í myrkri til Lorvíkar. Annars var eisini gingið yvir til Norðragøtu í kirkju. Tá vitjaðu vit fastrarnar í Norðragøtu. Gøtuskúli tann fremsti í landinum Skúlin var við Gøtugjógv og eg havi so eins og mong onnur gøtufólk havt Símun Paula úr Konoy sum lærara. Konoy var ein merkismaður á mongum økjum, og tað var eisini hann sum gav gøtumonnum íblást ur at stovna Føroya Fiski­ mannafelag. Símun Pauli f. Rasmussen var føddur í Kunoy í 1876. Langabbi hansara Steffan var ein so dug andi og vitandi maður, at fólk hildu hann duga gand. Sum aðrir ungir norðingar kom Símun Pauli eisini á ungum aldri at arbeiða hjá Faktorinum, gitna vinnulívsmannin í Klaksvík. Símun Pauli fór á læraraskúla og fekk prógv í 1896. Hann var lærari í Kunoy fram til 1899. Tá fór hann á Askov háskúla, síðan á Danmarks Lærerhøjskole. Aftaná var hann privatlærari niðri í eitt ár. Í 1905 verður hann lærari í Gøtu, og tað var hann til í 1945. Aftaná tað var hann so avloysari, tá onkrum lærara barst frá. Konoy var annars gubbi mín. Pápi og Hansina, kona hansara, vóru systkinabørn. Tá eg gekk í skúla var versonur hansara Jákup Simonsen, av Brúnni í Norðragøtu, eisini blivin lærari. Hann var giftur við Ragnhild. Ein sonur teirra er kendi sangarin Símun Konoy. Konoy var millum onnur álitis størv eisini formaður í fiski mannafelagnum, meðan eg gekk í skúla. Hann var eisini formaður í Føroya Lærarafelag 1914­1927, og løgtingsmaður var hann frá 1906 til 1927. Seinni gjørdist hann umsjónarmaður við bygdarskúlarnar í Føroyum 1931­1956 umframt at hann hevði onnur álitisstørv. Hann var tí nógv burtur, og tá plagdu at vera vikarar. Serliga minnist eg Andreas Thomsen við Gil í Norðragøtu, sum seinni flutti til Klaksvíkar. Hann var væl dámdur sum lærari og dugdi væl at fáast við børn. Ein annan vikar, eg minnist, var Jacob Wenningstedt, sum serliga varð kendur sum lærari á handilsskúlanum í Havn. Gøtu fekk ein framkoman nýggj an skúla í 1929, og eg gekk eitt ár í hesum skúla. Her var fimleikarhøll, og her bar til at sleppa undir brúsu. Eitt brúsurúm var til dreingir og eitt til gentur. Tað var eisini nógvur fimleikur gjørdur. Í skúlanum var eisini sentralvarmi, sum var sera forkunnugt tá. Tað var hildið, at hetta var mest framkomni skúli í ríkinum. Í miðhæddini vóru tvær skúlastovur. Jákup lærari búði uppi á ovastu hædd. Brúgvin sum »fimleikarhøll« Eg minnist væl, tá ið ein rættulig brúgv kom um brúnna við Gøtu­ gjógv. Áðrenn lógu bert tveir plankar longri niðri í gjónni. Her var so smalt, at tað kundi júst gangast tvørt um. Tað var ein trappa niður á plankarnar og tað sama upp hinumegin. Fólk, sum doyðu í Syðrugøtu, máttu berast allan vegin yvir til kirkjuna og kirkjugarðin í Norðragøtu. Tað var so smalt at ganga um gjónna, at tað var ikki pláss fyri at berararnir gingu við síðuna av kistuni. Tá mátti berari vera í hvør sínum enda av kistuni. Tað var í 1923, at ein rættuliga brúgv kom tvørtur um gjónna. Eg minnist, at brúgvin varð stoypt eftir einum degi. Sofus Gregersen: Um fjallið til Lorvíkar Ì dag eru Lorvík og Gøtu ein kommuna, og tað er bert fáir minuttir at ferðast millum bygdirnar. Men her hevur altíð verið nógv samband. Tað hava verið nógv giftarmál millum bygdirnar. Farleiðin var um Lorvíksfjall, sum ikki var nakað at tosa um. Óli Jacobsen olij@sosialurin.fo Syðrugøtu í 1918 Sofus sum ungur sjeikur! ➘