Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-06, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. januar 2010síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 3 • 6. jan 2010 MIÐVIKAN 12 Hetta var áðrenn tað kom bi l­ ferðsla av týdningi. Tá lastbilarnir gjørdust størri og tyngri, var tað greitt, at aftur var tørvur á eini nýggjari brúgv. Henda tá nýggja brúgvin var beint við skúlan. Tá var vanligt, at skúlabørnini fóru at gera fimleik á brúnni. Rekkverkið var jú sera væl egnað at klintra í! Hetta mundi eina ferð endað við eini vanlukku. Lydia hjá Hans bónda var áhalsin og datt niður í gjónna. Lydia var mostir Karl Johansen, kendur formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag. Hetta kundi sjálvsagt endað heilt galið. Men hesum slapp Lydia væl burtur úr. Fyri tað fyrsta datt hon í ein hyl. Men hon var eisini í einum síðan kjóla, sum kann hava virkað sum ein fallhjálmur. Róp kom í og øll gjørdust sjálv sagt sera kløkk. Men hetta við fimleiki á brúnni varð ikki endur tikið, og tað gjørdist heldur ikki neyðugt við nýggja skúlanum, sum jú hevði fimleikarhøll. Áðrenn nýggi skúlin kom, var tað sera trongt. Í gamla skúla var bert ein skúlastova, og vit máttu skiftast um at ganga í skúla seinnapartar kl. 3­7. Eisini mátti gangast í skúla um kvøldið. Tá var sjálvsagt einki ravmagn. Men tað var lampa við neti, sum var sera framkomin tá. Hon lýsti so mikið væl, at tá ið lampan varð sett í vindeygað lýsti hon eisini út í garðin, tá vit spældu. Í skúlanum lærdu vit eisini at dansa føroyskan dans. Mín trupulleiki í skúlanum var, at eg havi kanska havt ein ferðil av at vera orðblindur, og tí gekk ikki so væl at lesa. Hesum var ikki sama forstáilsi fyri tá sum nú. Turkihúsið Eg minnist eisini, tá ið turkihúsið kom í 1928­29. Ætlanin var, at virkið skuldi liva av inntøkum, sum fingust av at turka fisk fyri reiðarí ymsastaðni í landinum. Fiskavirkið var eitt rættiligt fram­ brot í bygdini. Tað gav arbeiði til fólkið og slóðaði fyri, at bygdin fekk vatnveiting. Tað var eitt partafelag, sum átti virkið. Hvørt partabræv ljóðaði uppá kr. 25. Teir flestu partaeigararnir áttu nøkur partabrøv, nakrir átti 30 og onkur 70. Tað var eitt øgiligt knoss við byggingini, tí tað var so harður leirur at grava út. Tá var tað tann gamli eyrhakkarin, sum varð brúktur. Pápi stóð fyri arbeiðinum at stoypa. Teir sluppu tó toluliga væl undan hellu, og tað lætti um. Sámal Jákup á Toft stóð fyri at smíða. Her mátti arbeiðast við skili og handamegi. Millum annað skuldu teir hava sverar jarnbjálkar millum hæddirnar í turkihúsinum. Bjálkarnir komu á Gøtu við skipi, men tá kundi ikki leggjast at, tí eingin kei var. Bjálkarnir máttu leggjast á tvær jaktir samstundis og førast í land. Handilsmaðurin Tummas Jacob Thomsen í Norðragøtu átti aðra . So at knossast við fáa bjálkarnar í land og niðan frá, og hetta mátti alt gerast við handamegi. Teir fingu sær hjól av hestavognum at leggja undir, og so var at trilla bjálkarnar uppá pláss. Hetta var hart, men tað fekk vist eingin mein av tí. Jaktir vórðu nýttar at føra fisk umborð á farmaskip. Farið var enntá til Klaksvíkar við teimum. Tær høvdu ikki motor, men kundu rógvast. Annars blivu jaktir sleipaðar. Fiskavirkið broytti alt Áðrenn turkihúsið kom, plagdu tey at vaska fisk í hyljum niðri í fjøruni. Í fjøruni undir Fiska­ virkinum vóru nakrir stórir hyljar. Var flóð fløddi niðan i hyljarnar. Annars mátti sjógvur hálast. So lógu kvinnurnar har á knæ og vaskaðu fiskin. Tær fluttu seg so stað úr stað at vaska fiskin, alt eftir sum stakkarnir stóðu. Tað kom fyri, at børn fóru norð­ ur í fjøruna at súgva mammuna, sum vaskaði fisk! Fiskin plagdu teir at føra við motorbátum. Tá veðrið var heilt gott kundu teir leggja at. Tað at Fiskavirkið kom broytti alt hetta. Nú kundu konurnar standa innandura og vaska fiskin, tað var munur á. Upprunaliga var virkið ein bygda fyritøka, har nógvir parta­ eigarar vóru, men hetta var ikki uttan trupulleikar. Í 1931 var eitt rættuligt stríð millum virkið, har Jóan Pauli Gregersen, pápabeiggi gjørdist stjóri, og Gøtu Arbeiðsmannafelag., har tann gløðandi sosialisturin Óli Poulsen var formaður. Hann var annars svágur Jóan Elias pápabeiggja. Hetta var eitt stríð um limaskap, og um hvør, ið hevði rætt til arbeiði. Ein partur av hesum leiki var eisini, at arbeiðsmannafelagið yvirtók virkið og fekk setta Jóan Paula og hansara fólk uttanfyri. Men hetta gekk einki serliga væl, og skjótt var tað Jóan Pauli, sum aftur tók við leiðsluni. Síðan tá hava tað verið Jóan Pauli og hansara eftirkomarar, sum hava staðið fyri stórt sæð allari fiskavirking í Gøtu. Í 50­unum var Fiskavirkið eitt tað av teimum fyrstu virkjunum í landinum, sum fór undir flaka­ framleiðslu. Í 60­unum fóru teir undir fiskamjølframleiðslu og seinni undir at virka sild. Sildin helt uppat, og í daga hava teir eitt nútímans flakavkirki. Eisini hava teir verið oddamenn í aling, og alt hetta gongur rímiliga væl og skapar nógv arbeiði eisini uttanfyri Gøtu. Umframt hetta hava teir í trý ættarlið verið formenn í kommunustýrinum. Fyrst var tað Jóan Pauli sjálvur, so sonur hansara Oddfríður og síðan Páll hjá Oddfríði. Nótin gav mangan bita Í Syðrugøtu var eins og í nógvum bygdum nótakast. Tað vóru fýra nótir í bygdini. Tær kallaðust Driftin, Segl­ garns nótin, Ullnótin og Nýggja nótin. Tað kom fyri, at menn bert fingu at kóka. Tað var kallað eitt fjørukast. Vanliga var meira av seiði í Syðrugøtu enn í Norðragøtu. Men í 20­unum var nógvur seiður í Norðragøtu. Tá fyltu teir áttamannaførini og førdu seiðin til Syðrugøtu. Síðan var seiðurin borin í leypi og stoyttur inn á gólvið í roykstovunu. So máttti húsfólkið fáa seiðin til høldar. Hetta var at kryvja og greipa seiðin og so at heingja hann upp at turka. Nógvur seiður var latin kríatúrunum. Livurin varð avreidd. Absalon Jacobsen, keypmaður og reiðari, hevði lýsismeltarí og keypti livrina. Hetta gav so nøkur oyru. Eg minnist einaferð, eg sum smádrongur fór í song, var gólvið fult av seiði. Tá ið eg fór í skúla morgunin eftir, var alt avblást. Har hevur nógv verið arbeitt. Í Norðragøtu var nokkso nógv revahald undan krígnum, sum Tórir Thomsen úr Norðragøtu greiddi frá í Miðvikuni í fjør. Men í Syðrugøtu var einki revahald. Torv skóru vit sjálvsagt sum øll onnur. Hetta var í tveimum støðum, omanfyri Hólheygar, og úti við Løgdalsá á Gøtuvík. Haðani var torvið ført við báti. Vanliga varð sagt í Syðrugøtu, at tað var ein fjórðingur út á Løgdalsá, tveir fjórðingar út á Lundastein, tríggir út á Bratta­ skorgjógv, fýra út á Skottangan, fimm út á Seggjatanga og seks út á Mjóvanes. Konfirmeraður Eg bleiv so konfirmeraður í Funn ingi av Hvass presti, sum var fyrsti prestur í Fuglfjarða prestagjaldi. Farið eina viku frammanundan at lesa til, og tá búði eg hjá bátasmiðinum Marius í Katrinarstovu. Hann hevði konu Hesir vóru nakrir av teimum, sum bygdu Fiskavirkið seinast í 1920-unum. Aftast f.v. Rolf Olsen, Tórshavn, Tummas Thomsen, Jóan Magnus Thomsen, Tummas Jacobsen í Bartalstovu, Grækaris Gregersen, Salomon Gregersen, Samuel J. Hansen á Toft og Poul Huus, allir úr Norðragøtu. Fremst f.v. Benadikt Jacobsen, Syðrugøtu, Erik Simonsen, Tórshavn, Óla Hans Olsen, Syðrugøtu, Zakarias Jacobsen hjá Bøkjaranum, Tórshavn, Johannes Mikkelsen, ókendur og Jógvan á Mýruni, allir úr Syðrugøtu. Tummas Hans Hansen og Elisabeth, fastur Sofus, við børnum. F.v. Grækaris, Martina, Símun Petur Dalheim, Tummas Hans, Elisabeth, Petur Oluf og Mathilda. Tey eru øll farin Tað var forkunnugt, tá ið fyrstu bilarnar komu. Ikki er hetta minst spennandi hjá Líggjas (Joensen) og Jórun (Smith), nú pápin Leon hevur fingið bil. Sofus er mammubeiggi teirra Brúgvin um Gøtugjógv. Rekkverkið var gott at gera fimleik á. Men tað vísti seg ikki at vera heilt vandaleyst. Framhald á síðu 29