Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-06, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. januar 2010síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 tíðindi Nr. 3 - 6. januar 2010 Danir tíma ikki at lesa bíbliuna Bíblian er ein týdningar­ mikil bók, halda danir, men teir flestu av teimum lesa sjáldan í henni, um teir yvirhøvur eiga eitt ein tak, veit Kristelig Dag blad at siga. Sambært eini kanning, sum Det Danske Bibelselskab hevur gjørt, lesa fýra av fimm dønum nevniliga sjáldan ella ongantíð í bíbliuni. Bert ein av hvørjum 12 dønum siga seg lesa javnan í bíblinuni, tað vil siga dagliga, eina ferð um vikuna ella eina ferð um mánaðin. Umleið 10 prosent siga, at tey lesa í bíbliuni nakrar ferðir um árið. Skelkandi tøl Aðalskrivarin í Bíbliulesiringinum, Roar Steffensen heldur nýggju tølini vera skelkandi. Við Kristelig Dagblad sigur hann, at hevur sæð, at talið á haldararum á sonevndu bíbliulesiplanunum er minkað niður í 6.500 í øllum landinum. Danski bispurin, Niels Henrik Arendt, heldur, at brúk er fyri eini meir fólksligari tilgongd til bíbliulesing. ­ Fyri tey flestu er tað sera møtumikið at fara í holt við 1000 síður. Kanska kundi man ment onkra spennandi lesihjálp til at fara undir bíblinuna, heldur bispurin, sambært Kristelig Dagblad. -ave- Símun Jacobsen nýggjur prestur á Gjaranesi KirKjan Eirikur Lindenskov Á fundi í gjárkvøldið varð Símun P. Jacobsen einmælt innstillaður til nýggjan sóknarprest í Sjóvar prestagjaldi. Talan var um ein fund, har øll kirkjuráðini í sókn ini vóru savnað til fund við tí í hyggju at innstilla tann nýggja prest in í Sjóvar presta­ gjaldi. Í eina tíð hevur Henn­ ing Bøgesvang røkt kall­ ið sum sóknarprestur í økinum, sum umfatar kirkjurnar á Selatrað, Strond um, Skála og Oynd arfirði. Nú fær kirkjufólkið altso sín fasta prest. Símun P. Jacobsen kemur frá einum starvi sum sóknarprestur í Hvalba, har hann hevur verið fyribils settur fram til 31. desember í fjør. Sunnudagin hevur hann fráfaringargudstænastur í Hvalba og í Sandvík. Nýggi presturin verður innsettur við eina guds­ tænastu 17. januar. Ræddi gestir og løgreglu við pylsum Ein 23 ára gamal kinverji lumpaði bæði matstovugestir og løgreglu á eini matstovu í Benxi i Kina um dagarnar. Hann hótti nevniliga við at spreingja bæði matstovu og gestir í luftina við dynamitstengrum, sum hann hevði fest rundan um seg. Gestirnir vóru hjartkiptir, tá uppøsti maðurin var í hørðum kegli við løgregluna, sum kom á staðið. Saman við dynamitstengrunum hevði ungi maðurin fest eitt battarí ­ so, hetta sá rættiliga álvarsamt út. Tá bumbuserfrøðingar eisini komu inn á matstovuna, sóu teir skjótt, at hetta ikki vóru dynamitstengur, men reyðar pylsur, sum maðurin hevði fest rundan um seg. ­ Tá vit sóu, hvat hetta í veruleikanum var, kundu vit ikki lata vera við at flenna, sigur ein av bumbuserfrøðingunum. Kinverjin hevur greitt frá, at hann kendi tunglyndi á sær, tí hann hevði gjørt upp við sína elskaðu. Sing He, sum hin 23 ára gamli kallast, sigur, at hann hevði brúk fyri, at okkurt spennandi hendi í lívi hansara eftir uppgerðina við gentu sína. Tað var annars ikki uttan orsøk, at løgreglan í Benxi tók málið í álvara, tí í 2007 vórðu 25 fólk dripin og 41 særd, tá ein bumba brast á einari barr ­ júst í hesum kinverska býi. Fríggjdagin 8. januar 2010 kl. 16.00 letur upp máln­ inga framsýningin hjá Tór­ hild Tolfsen við ab strakt um landsløgum við lítlum hús­ um og trøllum í Norður­ landahúsinum. Við hesi framsýning vendir Tórhild Tolfen aftur til sítt gamla arbeiðspláss –Norðurlandaahúsið, har hon var køksleiðari árini 1983­1998. Tá ið Tórhild Tolfsen fór frá við eftirløn sum 67 ára gomul, byrjaði ein nýggur partur av lívi hennara. Hon gjørdist listamálari, og hev­ ur í dag havt málningar við á 40 ymsum framsýningum. M.a. hevur hon havt máln­ ingar við á framsýningum í Rundatorni, Gallerí Revolv­ er í Keypkannahavn, Stadt­ werk í Slesvík í Týsklandi, og var tað Joachim prinsur, sum læt upp hesa síðst nevndu framsýning upp. Hetta verður 3 ferðin Tór hild Tolfsen hevur máln ingar við á framsýning í Føroyum. Stílurin í mynd­ unum er við íblástri frá minn um úr Føroyum, bland að við trøllum og lítl­ um húsum, sum vaksa vilt. Tórhild Tolfsen er í dag 78 ár, og málar dagliga í verkstaði sínum á Vesterbro í Keypmannahavn. -ave- Føroyskar sagnir eru nú savnaðar á heimasíðuni Snar sum talgildur tekstur Mentan Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Higartil hava føroyskar sagnir at kalla bert verið til taks á prenti. Heilt fáar sagnir hava verið talgildar, og tær hava ligið spjaddar á ymsum heimasíðum. Nú verða so tær flestu kendu sagnirnar savnaðar á einum stað. Bólkaðar í øki Í fyrsta umfari eru sagnirnar í ”Sagnum og ævintýrum” hjá Jakobi Jakobsen lagdar á út á Snar. So við og við verða fleiri sagnir talgild­ aðar. Í næstum verða fleiri sagnir, sum V.U. Hammers­ haimb hevur savnað, lagdar út. Sagnirnar eru bólkaðar í bygdir og býir. Á sagna for­ síðuni er eitt føroyakort, har til ber at trýsta seg inn á oynna ella øki, har bygdin ella býurin er. Oyggin ella økið gerst størri og kemur fram í skíggjan, og bygdir­ nar gerast sjónligar. Hvør søgn hevur sína síðu. Á síðuni er søgnin sum alnetstekstur (html­ tekstur), og eisini ber til at taka søgnina niður á pdf­ fílu. Viðkomandi slóðir og tilfar verða knýtt at hvørjari søgn. Árni Dahl hevur við játt­ an frá mentamálaráðnum stað ið fyri at talgildað sagn­ irnar, og í samráði við Føroya Skúlabókagrunn er gjørt av at leggja sagnirnar á Snar. Trøll og vill hús í Norðurlandahúsinum Sagnir savnaðar á Snar Sagnirnar á Snar eru bólkaðar í øki, sum til ber at trysta seg inn á eina ávísa oyggj ella bygd á talgildum føroyakortti »Vilt vaksandi« hús ganga aftur á ymsar mátar í fleiri av málningunum hjá Tórhild Tolfen Minnini úr Føroyum ganga eisini aftur sum trøll í listini hjá Tórhild Toftenw