mikudagur 6. januar 2010síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 3 - 6. januar 2010
17
nøvn
Henda dagin Hjørleif Waag
Høgnesen fór til gravar, eg
var júst setstur í kirkjuni, tá
Klaksvíkar
Hornorkester,
eitt korter áðrenn fyrsta fel
agssangin, byrjaði at spæla
nakrar yndisligar bretskar
hymnur. Hetta kendist hit
andi, grípandi, viðkomandi
og var ein tignarlig byrjan
við jarðarferðina hjá organ
isti, ið trúgvur hevði tænt í
40 ár.
Fyri okkum, sum koma í
Christianskirkjuna mest til
jarðarferðir og konsertir, og
vitstu, tá orgulspælið van
liga byrjaði, vóru tað fingr
arnir hjá Hjørleifi, sum
numu tangentarnar. Men
“soleiðis var ikki ídag”! –
Hetta var ein løgin kensla.
Havi kent Hjørleif frá tí
eg var barn. Míni fyrstu
barnaár vóru foreldur míni
og barnaheimið hjá Hjør
leifi, sum hann seinni sam
an við Torgerð og børnunum
festi búgv, grannar.
Torgerð og Hjørleif gift
ust í 1954 og fingu børnini
Turid, Eyð, Lív og Leif.
Torgerð hevur verið Hjør
leifi hollur stuðul. Hevur
altíð havt ljóst og livandi
sinni, blídlig sum hon altíð
er, hevur hon sjálvandi sett
lættligan og ljósan dám á
heimið.
Hjørleif fekk eg nógv og
gott samstarv við, øll tey
árini hann handlaði og fari
at geva honum tað ummæl
ið, at hann var rættskaffin,
gjøgnumførdur, lættur at
umgangast og tori at siga,
at øll tey árini var ikki
øvugt orð okkara millum.
Eisini komu vit á lívs
leiðini heilt nátúrliga at
samtala nógv um orgulspæl
og felagssang, av teirri
orsøk at hann spældi í kirkj
uni og eg í Betesda. Vit sam
talaðu, tá vit ivaðust um
løgini, tá jarðarferðir vóru,
og fólk kanska ynsktu onkr
an sang við løgum, vit ikki
vanliga brúktu.
Sum við jarðarferðina
fleiri ferðir kom fram í
prædiku og vælvaldum orð
um, hevur Christianskirkjan
sera góðan felagssang undir
góðari og kønari leiðslu av
Hjørleifi. Ja, tað er ein
fragd at hoyra. Onkuntíð, tá
hann hevði tikið felagssang
in upp, kundi hann bjóða
mær ein biltúr, har vit í
felag lurtaðu eftir sanginum
og tosaðu um góðan og
geandi felagssang.
Fyrstu musikalsku uppliv
ingina eg kendi til Hjørleif
var ein dagin í 1951, eg var
tá 7 ára gamal, vit búðu tá á
Stongunum hjá Jóan Jacob
Jacobsen (Jóan Jakku á
Viðareiði), har mamma vaks
upp, at pápi okkara kom til
hús við eini nótabók. Hann
sigur við mammu: “Eg havi
fingið mær eina nótabók,
sum Hjørleif Waag Høgnesen
hevur
gjørt”!
Minnist
mammu siga: “Hevur Hjør
leif gjørt eina nótabók”?. –
Sum eitt fok tók hann Regin,
eldra beiggja mín, og meg
inn í stovuna, setti seg við
orglið og tók hendan sangin
burturúr: “Glaður ungdóms
flokkur til stevnu komin er...”
. Henda sangin – bara fyrsta
versið stendur í nótabókini
sum Hjørleif hevur gjørt
vakra kórsatsin til, sungu vit
tríggir aftur og aftur tá. Eg
dugi framvegis versið uttanat.
– Eg arvaði nótabókina.
Bókin er vøkur við stívari
permu. Útgevari er Kirkju
liga Missiónsfelagið, Alfred
Petersen, trúboðari skrivaði
“epilogið” 10. januar 1951.
Hjørleif og eg høvdu góð
ar samtaluløtur bæði um
gerandislívið, søguliga, for
rætning, tónlistina og okk
ara andaligu felagsvirði. Eg
minnist serliga eina løtu vit
høvdu uppi á handilsloftin
um fyri mongum árum síð
ani, har vit samtalaðu um
bíbilsku og andaligu virðini.
Ein minnisrík løta.
Eg vitsti áðrenn eg setti
meg at festa nøkur fátækslig
orð á blað um Hjørleif, at
ilt var at vita, hvat skuldi
veljast ímillum, tí torført er
at skriva um ein so virkis
fúsan mann. Tí latið eg aðr
ir tættir – eitt nú bilasøguna,
sum er serlig søga í lívið
hansara liggja.
Eftir stendur minnið um
ein fjølltáttaðan og arbeiðs
saman skilamann, sum livdi
eftir setninginum hjá danska
stómenninum A. P. Møller:
“Den der har evnen, har
også pligten”, men omanfyri
alt hjá Hjørleifi og fjølskyldu
hansara liggja orðini í Sálmi
32.1: “Sælur er tann, ið
hevur fingið misbrot sítt
fyrigivið”. Her er troyst at
finna nú lívið her á fold fór
aftur við borðinum.
Jógvan við Keldu
Vilt tú vera við at marknaðarføra Smyril Line á
netinum og at samskifta online við málbólkin
hjá okkum í Føroyum, Danmark, Týsklandi og
aðrastaðni í Evropa, so hava vit eitt sera spen-
nandi starv til tín.
Vit leita eftir einum starvsfólki, sum skilir týd-
ningin av online-samskifti, og sum kann gera
Smyril Line sjónligt fyri umheiminum á interneti-
num. Vit leita eftir einum starvsfólki, sum hevur
dirvi og vilja, og sum skilir týdningin av online-
marknaðarføring.
Vit bjóða tær eitt spennandi fulltíðarstarv í ein-
ari vaksandi fyritøku, sum heldur til í Tórshavn,
Keypmannahavn, Hanstolm og Kiel.
Størsta ábyrgdarøkið verður at samskipa sam-
skiftið á netinum, syrgja fyri at Smyril Line verður
sjónligt, har tað er neyðugt, millum annað á
Google og øðrum leitimaskinum, skriva tekstir,
viðlíkahalda heimasíður og annað.
HØVUÐSUPPGÁVUR:
– Styrkja Smyril Line á online-økinum
– Samskipa aktivitetir í sambandi við
dagføringar o.a. á heimasíðunum
– Skriva tíðindi til heimasíðurnar
– Dagføra tekstir og myndir
– Syrgja fyri, at øll produkt eru at fi nna
– Syrgja fyri, at alt sær gott út
– Supportera allar skrivstovur á
samskiftisøkinum
VIT VÆNTA, AT TÚ:
– Arbeiðir skipað og sjálvstøðugt
– Hevur royndir á økinum
– Hevur viðkomandi útbúgving
– Dugir væl at samskifta við starvs-
felagaðar og onnur
– Dugir at orða teg í minsta lagi á
føroyskum, donskum og enskum,
bæði í skrift og talu
– Hevur royndir við CMS-skipanum
Internetsamskipari til Smyril Line
Hevur tú spurningar um starvið, ert tú
altíð vælkomin at seta teg í samband við
marknaðarstjóran, Henny á Líknargøtu, á
+298 551511 ella á henny@smyril-line.fo.
Starvið skal setast skjótast til ber, so um
hetta hevur tín áhuga, verður tú vinarliga
biðin um sum skjótast at senda okkum
tína umsókn við teldubrævi til henny@
smyril-line.fo ella við vanligum brævi til:
Smyril Line
Yviri við Strond 1
Postboks 370
FO 110 Tórshavn
Hjørleif Waag Høgnesen setti djúp spor eftir seg