Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-06, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. januar 2010síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 3 - 6. januar 2010 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Nýggjársaftan fylti Bjarni Rubek Nielsen, búsitandi í Danmark, 65 ár. Bjarni er havnarmaður, føddur í Keypmannahavn 31. desember 1944. Foreldr­ ini vóru: Kathrina, f. Joen­ sen, ættað úr Sørvági, og Børge Rubek Nielsen úr Havn. Bjarni vaks upp í Havn, bleiv útbúgvin tekniskur assistentur í 1967 og radio­ mekanikari í 1968. Hann lærdi til radiomekanikara á radioverkstaðnum hjá Oliv­ er Næss við Hoydalsvegin. Í 1968 læt hann upp eina kenda grillbarr í N. Finsens­ gøtu í Havn, sum hann hevði í mong ár. Frá 1972­ 76 arbeiddi hann á Loran­ støðini á Eiði. Hann koyrdi eisini nógv hýruvogn á bil­ støðini Auto bæði sum avloysari og við egnum hýruvogni. Síðan 1978 hevur Bjarni búð í Danmark, har hann hevur lært til elektronikk­ teknikara. Hann arbeiddi í mong ár sum tænastustjóri á eini fyritøku sum selur bil­ stereoanlegg. Bjarni hevur altíð verið virkin innan svimjing og fimleik, bæði tá hann búði í Føroyum og síðan hann flutti til Danmarkar, har hann hevur luttikið í nógv­ um kappingum. Bjarni og konan Rigmor búgva í Gadstrup nærhendis Roskilde og eiga fýra børn. -red Bjarni Rubek Nielsen 65 ár Andlát og jarðarferðir Jenny Hentze, Sandur, ættað frá uppi á Regni, Toftir, andaðist sunnudagin 3. januar, 84 ára gomul. Bønarhald verður í Landssjúkrahúskapellinum mikudagin kl. 14.30. Jarðarferðin verður úr Sands kirkju hósdagin kl. 13.00. Tey, ið vilja minnast Jenny, kunnu lata eina gávu til Heilafelagið. Kristina Joensen á Økrum andaðist mánadagin á Suð­ uroyar Sjúkrahúsi, 90 ára gomul. Kistan fer úr kapell­ inum mikudagin kl. 18.00 í kirkjuna á Leiti. Jarðarferðin verður hósdagin kl. 12.30 í gamla kirkjugarð í Vági. Sungið verður úr sálmabókini. Malfrid á Krákusteini, ættað av Toftum, búsitandi í Tórshavn, andaðist á Lágargarði mánadagin, 87 ára gom­ ul. Bønarhald verður á Lágargarði mikudagin kl. 18.00. Jarðarferðin verður úr Havnar kirkju hósdagin kl. 13.00. Tey, ið vilja minnast Malfrid, kunnu lata Meinigheits­ húsinum eina gávu. Konta í peningastovnunum. Nilsia Meyer, fødd Bærentsen, ættað úr Trongisvági, búsitandi í Tisvildeleje, andaðist 29. desember, 80 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Tibirke Kirkju fríggjadagin 8. januar. Andlát og jarðarferðir Dagurin 6. januar. Trettandi dagur jóla. Trettandi verður hildin til minnis um vísmenninar úr Eyst­ urlondum, sum komu at tilbiðja nýfødda jøda­ kongin. 6. januar var í fornkirkjuni hildin sum føðingardagur Krists og var róptur Epifania Dom­ ino (opinbering Harr­ ans). Tá teir í 4. øld semj­ ast um 25. desember sum føðingardagin, verð­ ur 6. januar trettandi dagur jóla. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008) 75 ára føðingardagur Tann 19. januar fyllir Sofus Boesen í Froðba 75 ár. Dagurin verur hildin á Høvdanum í Froðba leygardagin tann 16..01.10 kl 19.00 Øll eru hjartaliga vælkomin. Tilmelding á tlf. 372634 áðrenn 10 januar. Gullbrúdleyp 12. januar hava hjúnini Magda­ lena og Jákup Martin Joensen í Oyndarfirði gullbrúlleyp. Dagurin verður hildin í skúlanum í Oyndarfirði tann 16. jan. kl. 19. Øll eru hjartaliga vælkomin. Gullbrúdleyp 9. januar 2010 hava hjúnini Arndis og Eli Davidsen, Møllemarksvej 28, 4291 Ruds Vedby, gullbrúðleyp Dagurin verður hildin saman við næstringum, vinum og kenningum í Reerslev For­ samlings­húsi frá kl. 15.00. Merkisdagar Ì dag verður Elsa Joensen úr Fuglafirði 90 ár. Elsa er ættað úr Vági. Foreldrini hjá henni vóru Poul Leo í Sjúrðhúsi og Sanna f. Egholm úr Streymnesi, sum doyði longu í 1942 í góðum aldri. Tær vóru fýra systrar úr Streymnesi, sum búsett­ ust í Vági og Porkeri. Elsa átti ein eldri beiggja Ova Leo, sum er deyður fyri nøkrum árum síðani. Hann var annars føddur sama dag sum 1. veraldar­ bardagi endaði tann 11. november 1918. Elsa fór ung í realskúla í Vági, og hon tók prógv á Tvøroyri í 1936. Eftir hetta var hon í trý ár í handlinum hjá J.A.Godtfred, Dias á Heyggi, sum í síni tíð var ein tann størsti rokskipari í Føroyum. Men Elsa vildi meira enn tað. Í 1940 fór hon til Havn­ ar at læra til sjúkrasystir. Men hon hevði ikki lært meira enn 4 mánaðir, tá ið hon fekk tuberklar. Hon var sjúk í trý ár. Mesta av tíðini lá hon heima. Okkurt tíðar­ skeiði lá hon á sjúkrahúsin­ um á Tvøroyri og í Havn, men hon slapp undan sana­ toriinum. Men í juni 1944 kom Elsa aftur á hospitalið í Havn at arbeiða, men hesa ferð á skrivstovuni. Hon minnist, at júst tá ið hon kom hagar, stóð Jákup Dahl próstur undir børu. Her var Elsa til desember 1949. Tá arbeiddi hon nakar mánaðir í Klaksvík í húsi hjá Aleksandru og kenda skiparanum Kaj í Hvanna­ sundi. Tann 15. juni 1950 giftist Elsa við Ismar Joensen í Fuglafirði. Tey fingu Jóan­ nes í 1951 og Páll føðingar­ dagin hjá Jóannes í 1953. Tann 12. apríl 1956 byrjaðu tey at handla í kjallaranum. Men veruliga var Elsa byrj­ að tvey ár frammanundan at selja heilivág í handkeypi. Til hetta fekk hon eitt serligt loyvi, sum var undirskrivað av Richard Long, landsstýr­ ismanni. Í handlinum kom Elsa at arbeiða saman við Ismar, seinni eisini saman við son­ inum Jóannes. Hendan handil høvdu tey uppá dag­ in í 47 ár fram til 12. apríl 2003. Ismar var sera virkin á mongum økjum. Hann var í fleiri skeið við í bygda­ ráðnum í Fuglafiði. Hann var ein av oddamonnum í Havsild, sum var upprunin til Havsbrún, sum nú er eitt tað fremsta virkið í land­ inum. Tey hava bæði verið sera virkin í brøðrasamkomuni. Hjá Ismar var tað ofta við at hava eitt orð, og hjá Elsu við at taka ímóti gestum til Siloa. Ein fastur gestur og góður vinur var Petur Háberg. Ismar var eisini skald, og so var hann eisini virkin í politikki. Elsa var dugnalig í urtagarðinum, og hon hevði í sín tíð ein tann vakrasta hava í Fuglafirði. Hon hevur eisini bundið og broderað nógv. Ismar doyði í 2004. Elsa fekk í 2007 eitt strik, so hon ikki longur kundi vera heima. Tí hevur hon sein­ astu árini verið á Ellis­ og Røktarheiminum í Runavík, har hon hevur tað gott. Hetta skal fyrst og fremst vera ein persónlig heilsan til Elsu. Vit hava nevniliga kenst alla mína tíð. Foreldrini vóru vinir við Elsu og Ismar. Tá ið vit í Gøtu komu til Fuglafjarðar, so var tað ein sjálvfylgja at fara inn á gólvið hjá teimum báðum. Her var ein hjarta­ ligheit, sum var heilt serlig. Hetta gjørdi, at eg sjálvur altíð kom at kenna húsið hjá Ismari sum eitt annað heim. Ismar og Elsa vóru sera ymisk, men tað var á ein hátt, sum gjørdi, at tey hósk­ aðu væl saman. Ismar kundi vera eitt sindur ramligur, men Elsa var bara við tí góða orðinum. Elsa er sera sterk bæði so og so. Tað gav at býta, tá ið Jóannes varð innlagdur eitt langt og strævið tíðarskeið í Danmark fyrst í 90­unun­ um. Hon var hjá honum í Danmark í fleiri mánaðir. Og tá Jóannes vegna sína sjúku skuldu avbyrgjast í tvær ferðir tríggjar vikur, tá fylgdi Elsa við fyri at kunna vera um sonin, meðan hann varð avskorin frá umheimin­ um, hóast hon var fleiri og 80 ára gomul. Tað kundi gingið báðar vegir hjá Jóan­ nes. Men hann kom fyri seg aftur, og vit eru mong, sum eru takksom fyri tað. Tað komu nógv fólk inn til Ismar og Elsu. Ein nokk so serligur gestur plagdi at vera systkinabarn Elsu, Thorstein Vilhelm, sum plagdi at koma norður at telva við Ismar. Hagar var eisini stuttligt at koma, tí Elsa er so skila­ góð og dugur eisini væl at greiða frá. Eitt sum gjørdi sítt til neyva sambandið okkara millum var, at eg og pápi hennara Poul gjørdust vin­ menn á ein heldur pussigan hátt. Í 1959 róði eg út í Fuglafirði, men var so ringur av sjóverki, at eg mátti fara heim til Ismar at keypa sjóverkstablettir. Har var eingin heima uttan Poul, sum ikki hevði atgongd til handilin. Men hann gav mær av sínum egnu. Síðan tá gjørdust vit sera væl, og eg minnist eisini Poul sum eitt framúr menniskja. Hann doyði í 1973. Góða Elsa. Hjartaliga til­ lukku við teimum 90 árunum og takk fyri alt! óli Elsa Joensen 90 ár