Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-06, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. januar 2010síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 3 - 6. januar 2010 15 Sjálvstýrisflokkurin royndi fyri ári síðani at fáa Føroya Løgting at samtykkja at steðga fyrn­ ingini av krøvum móti TAKS fyri óheimilað krav av meirvirðisgjaldi. Til fánýtis. Uppskot okkara tók ikki støðu til sjálvan undirliggj­ andi spurningin, hvørt heimild var at krevja meir­ virðisgjald av skráseting ar­ gjaldi. Eftir okkara valds­ býtisskipan hevur løgtingið sagt sítt, tá ið lógin er sam­ tykt, síðani eiga dómtólar at rætta lógina og siga fólk inum, hvussu lógin skal skiljast – ikki minst tá ið talan er um fleiri lógir, ið samvirka. Vit hava stóra samkenslu við teimum, ið skulu um sita løgtingsins lógir. Vandamálini eru nógv. Vit hava lóg um meirvirðis­ gjald, sum skal virka sam­ an við lóg um skráseting ar­ gjald, sum aftur skulu virka saman við fyrningarlóg, fyrisitingarlóg og ymsum óskrivaðum grundreglum. Greitt er, at skilafólk kunnu hava ymsar áskoð­ anir um endaligu rættar­ støðuna. Tí er ikki vist nakað forgjørt í, at TAKS førir rættarmál um ta al ­ mennu tulkingina og lands­ kassans vegna lýsir málið av eins lystum. Men! Har er eitt men. Var skil á í landinum, so boðaði landsstýrismaðurin í fíggjarmálum frá, at hann hevði góðkent, at hetta var prinsippmál vert at føra – og at tá ið endaliga niður­ støðan fyrilá fingu øll somu viðferð. Sum skrivað stendur í fyrningarlógini, so kanst tú vera í “util­ regne lig Uvidenhed om sit Krav” – tvs. ikki vita av, at onkur skyldar tær pengar – tá eigur fyrning ikki at roknast, fyrrenn tú “ved sædvanlig Agtpaagivenhed vilde have været i Stand til at kræve sit Krav betalt.” Palliba hevur ringt við at taka dagar ímillum heim­ ildir hjá landinum – og eigur tí fáa longri boð. Eisini átti verið nóg mikið at kært heldur enn at stevnt. Var nakað skil á, so gjørdi landsstýrismaðurin greitt, at fyrningin ikki varð roknað fyrrenn óviss­ an um heimildina kom alment fram. Somuleiðis skuldi landsstýrismaðurin gjørt greitt, at í teimum førum, tá ið landskassin hevur fingið sítt og bil­ sølan antin er avtikin, ella bilurin fluttur inn bein­ leiðis, ber til at fara beint til TAKS. Hetta er longu staðfest í kærunevndar­ avgerðum (aftur og aftur), men landið vil ikki boyggja seg fyri kæru skip­ anini – heldur ikki boða frá, at kærdar avgerðir avbróta fyrningina. Class Action Okkum tørvar í Føroyum ábøtur á bæði lógarverk og fyrisiting. Í øðrum londum er vanligt, at til ber at stevna vegna ein hóp (‘klassa’) av fólki. Hetta merkir, at tú við einari og somu stevning kundi stevnt vegna øll tey í ávísari støðu – til dømis øll ið vóru kravd eftir mvg av skráset ingar­ gjaldi í ávísum tíðarskeiði. Hetta hevði so merkt, at fyrning varð av brotin fyri allan hópin í senn. Fyri­ mun urin er, at tann ið tekur stríðið fær lønina, tí mang­ an er veru liga stríðið alt av tí eina prinsippmálinum, meðan øll hini bert eru avgreiðslu mál. Serliga tá ið lands stýrið ikki vil melda út, er neyðugt at fáa slíka áseting inn í rættargangslóg okk ara. Umframt hetta mangl ar eisini dagføring av fyrn ingarlógini – danir fingu nýggja í 2007 – okkara er frá 1908. Men sjálvandi er ongin skipan betri enn tey, ið umsita hana. Vit bóðu í 2008 løgtingið atkvøða um ikki at fyrna “krøv um endurrindan av meirviðis­ gjaldið, ið av órøttum er roknað og kravt av skrá­ setingargjaldi.” Men vit fingu bert tvær blankar atkvøður frá hinum – øll onnur tingfólk vóru ímóti at javnseta landsins borg­ arar, herundir Rodmund Nielsen – sum nú hevur vunnið prinsippmálið og fær mvg’ið afturgoldið. Nú ivist eg onga løtu í, at Aksel Vilhelmsson av heil­ um huga, hjarta og sál er ein vælmeinandi ástøði lig­ ur sosialdemokratur. Men, at tað er farið at mala fyri honum í heilsutrygdar mál­ inum, er ongin ivi um. Kanska er hann komin sær í ringan politiskan vertskap ella hevur persónligi drátt­ urin um val til parlamentið bara roytt staðsetingina av nýggja stovninum í Klaks­ vík burtur frá substans in­ um í málinum, sum er ein grundleggjandi trygdar­ skipan á heilsuøkinum. Hendan skal sjálvandi fíggjast, annars stendur alt í hálvum gekki og meiri enn tað. Aksel veit betri enn nakar, at heilsutrygdin – øll skipanin, sum sjúkra­ kassarnir hava røkt so fyri­ myndarliga – hongur í leys um lofti, mest av øllum tí, at politiska fyrireik ing­ ar arbeiðið hjá landsstýris­ manninum og landsstýr in­ um ikki var gjørt til lítar fyri framløguna á tingi. Lat meg staðfesta eina­ ferð enn, at tað finst ongin fígging til heilsutrygdina eftir 31. desember 2011. Verandi fígging er tá burtur sambært lógini, og ongin ætlan er um, hvør fígging avloysir verandi gjøld til skipanina. Ikki annað enn, at heilsutrygdin eftir tað er givin upp til skutils í parta­ politiskum telvingum um diverse fíggjarlógir, har alt lagar seg, alt eftir hvør ið hevur teir politiskt sterk­ astu yvirarmarnar. Oddviti løgtingsins í almanna­ og heilsumálum, fólkafloksmaðurin Jákup Mikkelsen, gjørdi púra greitt undir aðru viðgerð av málinum, og hetta er skrivað neyvt av eftir røðu hansara: ”Fólkaflokkurin hevur ta áskoðan, at táið hetta gjaldið fellur burtur, so skal tað virka sum ein skattalætti fyri øll tey, sum hava goldið hetta inn, og tá fara tey, sum hava lægst inntøku, at fáa tann størsta skattalættan, og tí meina vit, at hesar 104 millión ir­ nar skulu ikki takast inn sum ein meirskattur, men tær skulu finnast í reellum sparingum…” Eina greiðari ábending – ella rættari staðfesting ­ um, at málið als ikki var heilstoypt, áðrenn tað varð lagt fyri tingið, fært tú ikki. Jákup Mikkelsen stað festir í hesum brotin­ um, at tað finst ongin fígging til heilsutrygdina onnur enn hon, sum heilsu­ málaráðharrin ár fyri ár megnar at stríða seg fram til í ókomnum fíggjarlógar­ gerðum. Fyri Fólkaflokkin snýr málið seg ikki um heilsutrygd, men um ein skattalætta á 104 milliónir krónur, eitt tal, ið samsvar­ ar við inngjaldið í ávikavíst 2010 og 2011. Harvið er Aksel krøktur í asosiala og neoliberala sirkusinum hjá Fólkaflokkinum, og hesum agnhaldinum sleppur hann ikki av aftur, fyrrenn hann velur sær aðrar samstarvs­ partnarar á politiska leik­ pallinum. Læran frá val­ skeiðnum 2004­2008 er somikið fesk, at Aksel átti av øllum at vita, hvat ið hendir, táið Javnaðar flokk­ urin melur vektleysur, loystur frá hugsjónaðarliga tyngdarmáttinum, í polit­ isku sentrifuguni hjá Óla Breckmann. Nýggja skipanin er ikki samhaldsføst. Tað veit hvør ísakaldur fascistur og hetta veit ongin betur enn sosial­ demokraturin Aksel Vilhelmsson. Nakrir batar eru í útgjaldinum, men at rópa nevskatt, proportinal­ an skatt, fyri eina solidar­ iska skipan, er greið ábend ing um, at Aksel longu hevur ligið ov leingi í politiska respiratorinum hjá Fólkaflokkinum. Hetta er annars fyrsta ferðin í nýggjari tíð, at løgtingið lógásetir proportionalan skatt umvegis TAKS, og merkisvert er tað, at ein javnaðarmaður ta ferðina skuldi vera í broddi fylk­ ing ar sum ábyrgdarhavari. Annars váttaði lands stýris­ maðurin undir viðgerðini, at hann tók undir við upp­ skotinum hjá Tjóðveld in­ um, um at leggja inn gjald­ ið í progressiva skatta­ stigan hjá landinum, und­ an førslan var tó, at sátt var gjørd í landsstýrinum, m.a. við Fólkaflokkin, og sam­ bært henni skuldi inn gjald­ ið vera proportionalt fram til 31. desember 2011 og eftir tað er ongin inn gjalds­ skipan galdandi. Tvs., eftir at hetta valskeiðið er runn­ ið. At leggja alla ábyrgd frá sær viðvíkjandi fíggingini, eftir at tvey ár eru umliðin, sømir seg lítið einum lands stýrismanni. Nú argu­ mentini víkja, sigur hann seg onki hava við fígg ing­ ina av heilsutrygdini at gera, tað er eitt mál sum fíggjarmálaráðið má taka sær av. Altso, landsstýris­ maðurin, sum broytir eina av mest grundleggjandi skipanum samfelagsins, ið kostar góðar hundrað milli­ ónir krónur at reka, hevur ikki skipað soleiðis fyri, at nøkur fígging finst til skipanina, eftir at álagdi nevskatturin foykist burtur sambært lógini pr. 31. desemb er 2011. Gáttin millum hesi bæði ráðini mátti nú ikki verið hægri enn so, at formaður Javn­ aðarfloksins í Alberts Hall og krúnprinsurin í sjúkra­ húsblokkinum, í sama flokki, ikki kundu tikið saman hendur, og fingið skil á fíggingarspurn ing­ inum í heilsutrygdar málin­ um, áðrenn málið varð lagt fyri Føroya løgting og samtykt sum eitt illa paðað krov. At Aksel Vilhelmsson krøkir yvirskipaða tjóð­ skaparspurning føroyinga – málið um ríksisveiting og føroysku republikkina ­ upp í heilsutrygdarmálið sigur alt um hvussu illa sperdur hann er í málinum, og at brynja seg við tvætli­ retorikkinum hjá Mariusi Dam í hesum álvarsmáli er tekin um fullkomna av ­ makt. At hann hartil roynir at verja seg við neoliberal­ ari skuggaboksing, væl­ vandur í politisku gummi­ selluni hjá Fólkaflokkinum í eitt hálvt ár, ger ikki støðu hansara betri. Nú ein dagin harpuner­ aði ein veiðimaður í Isortoq í Grønlandi ein monodon monoceros – ein náhval – sum granskarar halda hevði verið ringur av tannapínu. Alt bendir á, at Aksel Vilhelmsson er illa álopin av politiskari tanna­ pínu í málinum um heilsu­ trygdina. Táið hann leggur okkum báðar Høgna undir at gykla og villeiða stendur tað í grellari andsøgn til tað, sum vit hava doku­ menter að í málinum, og í mun til tað sum stendur skjalafast ­ fyri ikki at siga naglafast – í almennu dokumentunum, sum landsstýrismaðurin Aksel sjálvur hevur virkað til, borið tinginum og fingið samtykt av einum stórum meiriluta. Aksel, tú veitst hvar hjálpin er at finna, táið hetta málið skal albøtast. Gott nýggjár annars og takk fyri jólakortið. Oman fyri orðini liggur listin Tað er púra vanligt og í fínasta lagi, at eitt listasavn fær atfinningar. Innan listaumhvørvið er ein røð av einstaklingum við sera sterkum meiningum um, hvussu listin skal stýrast, passast og pleygast og ringt er at ímynda sær eina beinleiðis semju millum hesir einstaklingar. Um tað í løtuni ikki hómast sátt, semja ella idyllur í sam­ bandi við Listasavn Føroya, hava vit kortini møgu leik­ an fyri einum opnum, livandi og atfinningarsamum kjaki, fakligari fjølbroyttari viðgerð av listini og virð­ ing fyri listasavninum sum stovni. Fyri at hetta skal bera til krevst, at ikki bara Menta­ málaráðið, men politiska skipanin, sum heild, tekur ábyrgd sína fyri listini í álvara. Trupulleikin er, at tað eyðsýniliga eru ymsar meiningar um politiska skipanin yvirhøvur hevur ábyrgd fyri tjóðsavni okkara. Í eini samrøðu við Sosialin tann 16.desember sigur, Helgi Fossádal, savnsleiðari, at Listasavn Føroya ræður sær sjálvum. Listasavnið er sjálvsognarstovnur og tess­ vegna kann eingin, hvørki mentamálaráðharrin, ella nakar annar blanda seg í, hvussu Listasavn Føroya verður stýrt. Men er tað soleiðis? Fyri tað fyrsta er tað landið, ið fíggjar Listasavn Før­ oya við umleið 2,5 milliónum krónum um árið og í øðrum lagi var tað upprunaliga eitt krav frá Menta­ málaráðnum, at ráðið skuldi góðkenna viðtøkurnar hjá Listasavninum, tá hesar vórðu orðaðar, eins og ráðið tilskilaði sær rættin at velja stýrisformann Lista savn­ sins fyri á henda hátt at hava alment eftirlit við almennum pengum. Viðtøkurnar hjá Listasavninum eru altso politiskt konfirmeraðar og hevur politiska skipanin fremstu ábyrgdina fyri Listasavni Føroya. Tað má vera ein politisk ábyrgd at tryggja, at listasavnið verður rikið sum eitt tjóðsavn og ikki sum ein sjálvsognarstovnur. Um okkara politikarar eisini halda, at Listasavnið ræður sær sjálvum, haldi eg hetta vera eina misskilj­ ing. Tá landsstýriskvinnan í mentamálum velur ein av sínum egnu hægstu embætisfólkum sum stýrisfor­ mann, sleppur landstýriskvinnan armslongdar prinsipp­ inum, og velur at taka á seg beinleiðis ábyrgd fyri Listasavni Føroya. Um tað er rætt ella skeivt í verandi støðu at minka um fjarstøðuna millum listasavnið og mentamálaráðið kann vera trupult at siga. Men støðan er soleiðis í løtuni. Tí mugu vit vænta okkum, at í hvussu so er landsstýriskvinnan í mentamálum er vælvitandi um, hvussu Listasavnið verður rikið. Vit mugu eisini vænta okkum visjónir um, hvussu okkara tjóðsavn skal rekast fakliga forsvarligt og í tráð við altjóða reglur fyri lista­ søvn. Hetta eru visjónir, sum mangla hjá øllum politiskum flokkum. Hóast vegurin til sátt og semju kanska ikki er tryggj­ aður, átti vegurin til at útinna sínar samfelagsuppgávur ligið opin fyri okkara tjóðlistasavn. Landsstýris kvinn­ an í mentamálum – eins og aðrir politikarar mugu altso átaka sær sína ábyrgd fyri tí, sum liggur langt oman­ fyri ósemjur og sonevnt gamalt klandur ­ nevnliga listini sjálvari. At vera til TAKS løgtingsmaður Sjálvstýrisfloksins Kári á rógvi Aksel í neoliberalistiskari skuggaboksing Tórbjørn jacobsen inger smærup sørensen viðmerkingar