Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-06, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. januar 2010síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 3 - 6. januar 2010 19 tíðindi Søkt verður eftir granskara at arbeiða við framleiðslu av plantu- og djóraæti. Í samband við yngul- framleiðslu av marinum fiska- sløgum framleiðir Fiskaaling djóraæti í stórum sjógvhyljum á royndarstøðini í Nesvík. Í løtuni verður arbeitt við fáa betur innlit í framleiðsluna. Í hesum sambandi verður søkt eftir granskara at taka lut í hesum arbeiði. Førleikar · tú hevur viðkomandi útbúgving, universitetsút- búgving í lívfrøði ella líknandi · tú hevur góð samstarvsevni · tú ert nýhugsin og ágrýtin · tú dugur at samskifta á enskum Í verkætlanini verður arbeitt tætt saman við granskarum á Fiska- aling og á Havstovuni. Høvuðs- aktiviteturin verður at standa fyri ætiframleiðslu í Nesvík, taka sýni og kanna hesi. Í samband við sýnini inngongur m.a. at eyð- merkja plantu- og djóraæti. Neyðug upplæring verður veitt til hetta arbeiði. Góður møguleiki er fyri framhaldandi granskingar- starvi. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Øystein Patursson á tlf 214787 ella Ingolf Joensen á tlf 214747. Umsókn við avritum og møgulig- um ummælum, skal sendast til: P/F Fiskaaling Við Áir FO-430 Hvalvík ella fiskaaling@fiskaaling.fo Umsóknin skal vera komin fram í seinasta lagi 11. januar 2010. Starvið verður sett skjótast gjørligt. P/F Fiskaaling søkir granskara P/F Fiskaaling er partafelag, har Føroya Landsstýri eigur allan partapeningin. Fiska- aling hevur virksemi við Áir, í Nesvík og í Skopun. Samlaða starvsfólkatalið er umleið 20, herav fleiri granskarar. Virksemi fevnir um at granska, menna og ráðgeva innan aling av vatnlivandi djórum og plantum og innan biotøkni, herundir verkætlanir inn- an matvørugóðsku, aliumhvørvi, fóður, vatn, framleiðsluhættir, nýggj aliøkir, aling á harðbalnum økjum v.m. Meiri fæst at vita á www.fiskaaling.fo P/F Fiskaaling Við Áir www.fiskaaling.fo s o z o p r e p r e s s Nólsoy: Gjøgnum tíðirnar hava skiftandi skip røkt hesa leiðina. Tey seinnu mongu árini hevur Ritan kortini verið álitið hjá nólsoyingum. Nú er líkt til, at enn ein broyting er á skránni í hesum sambandi. Gongst sum ætlað, fer Ternan at røkja hesa farleiðina, helst longu í vár sum skilst. Vígdis Bjarnadóttir er ikki fult greið um, hvat hon skal halda um hesa loysnina. Fyri hana er bert ein einstøk loysn – ein varandi loysn: - Eg hevði heldur viljað at ein kom fram við eini varandi loysn. Ein loysn sum var skræddaraseymað til okkara tørv, og sum verður gjørd eftir okkara ynskjum, sigur hon álvarsom á málinum. Ein heilt annar spurn- ingur er eisini, hvar tað ”nýggja” skipið skal liggja: Skal tað vera inni á kajuni ella úti á Klivum, har flakavirkið var í síni tíð?! Bygdarfólkið hevur hoyrt graml um, at Ternan skal leggja at úti við Klivar. Hetta halda tey ikki serliga nógv um, tí her er talan um eina kaj sum í veruleikanum er brotin. Er høg flóð so kunnu aldurnar bróta niðan har sum fólkið skal ganga til bátin, og tá kann ein rokna bæði við einum og øðrum liggjandi á bryggjuni, m.a. hvalspýggjum og tara. - So tað verður neyvan stuttligt hjá okkum ferð- andi at fara vassandi gjøgnum slíkt tíðliga á morgni í myrkri og ringum veðri, sigur Vígdis. Tann endaliga loysnin bíðar dagarnar eru tað tey, sum sakna túrin á middegi. Er onkur sum umhugsar at arbeiða hálva tíð í Havn, mugu tey annaðhvørt fara fyrri frá arbeiði enn ætlað, - ella tey mugu bíða til túrin kl. 16:20. Vígdis heldur lítið um ætlanina at fækka túrarnar hjá Rituni. Ja, hon skýrir tað beinleiðis sum ”hol í høvdið”: - Tað er eingin skilagóð loysn at lækka túratalið hjá okkum. Eg meini so við, - hvat kostar henda rutan? - Tað kann neyvan vera tann stóra útreiðslan, um man setur tað upp ímóti týdninginum sum farleiðin hevur fyri okkum sum búgva herúti. Serliga um politikkararnir meina nakað við at fólk framvegis skulu búgva á útoyggjunum, slær Vígdis Bjarnadóttir rimmar- fast. og í land av skipinum. Í hesum føri skilst á fólki, at Ritan dumpar í so máta! Áður var bert ein land- gongd sett upp, og máttu tey ferðandi fara eftir hesi. Var nógv flóð stóð land- gongdin meiri at kalla steyr- rætt, og tá er lætt at hugsa sær, hvussu trupult tað var hjá fólki við barnavogni, koyristólum og øðrum at koma umborð. - Tað vísti seg eisini, at trupulleikin var soleiðis, at eldri fólk nærum ikki hætt- aðu sær at fara til Havnar av hesi orsøk, sigur Vígdis álvarsom á málinum. Nú eru tíbetur gjørdar ábøt- ur á landgangin í Nólsoy, har ein rampa, sum varð sett upp í fjør, ger tað meiri høgligt hjá fólki at sleppa umborð og í land aftur. Á dekkinum Ritan er útgjørd við eini salong, sum kann taka upp til 125 ferðafólk. Hon er somu- leiðis útstýrd við einum rúmi á dekkinum, og sum hevur verið nýtt til ymisk endamál, m.a. sum sjúkrarúm. Í dag er hetta rúmið eitt hent tilhaldsstað hjá fólki við koyristóli – og sum í morgun, hjá fólki, ið skulu ørindi til Havnar við barna- vogni. - Fyrr vórðu fólk noydd at standa úti á dekkinum í øllum veðri, men í dag eru hesar umstøðurnar vorðnar betri. - Hinvegin eru hurðarnar til ampa fyri tey ferðandi, eins og tey mugu biðja onn- ur fólk flyta seg, so at tey sleppa inn og út úr rúminum. So tú skilir, at umstøðurnar eru ikki sørt óhøgligar, slær Vígdis fast. Í hesum sambandi er eisini vert at nevna, at allur farmurin til og úr oynni verður lossaður umborð. Her er ikki annað at gera, enn at brúka og svinga kran- an yvir økið, har ferðafólkið stendur. - Spurningurin er, hvussu forsvarligt hetta er! Vígdir Bjarnadóttir kundi hugsað sær betri umstøður hjá teimum sum ferðast við barnavognum og koyristólum. – Henda loysnin verður ikki fullførd fyrrenn vit fáa eitt skip sum er skræddaraseymað til okkara tørv, sigur hon Mynd: Jens Kristian Vang ” Hóast mangir nólsoyingar hava sagt og framvegis siga, at ”Ritan er gauv”, so er hon kortini ikki betri enn so, enn at tey ynskja sær eitt annað og meiri tíðarhóskandi skip til farleiðina.