mikudagur 6. januar 2010síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20 tíðindi
Nr. 3 - 6. januar 2010
Nú hálka hevur verið í fleiri
vikur er um at skøða seg sum
best, tá farið verður út til
gongu. Mong eru tey, sum
longu nú eru ballað inn í gips
og skinnarar, og fleiri noyðast
eisini at stelta fram á høkjum í
kavanum. Vit hava kannað
útboðið av skøling um, bæði
handils- og heimagjørdum.
Fleiri av handlunum boða
frá, at teir eru um at vera í
uppisetri av skølingum, og
bæði hjá Andreasi í Vágs botni
og á Tjaldurs Apoteki er longu
útselt. Tó eru fleiri á veg,
verður sagt.
Sambært Alex Ras mus sen,
veðurfrøðingi á DMI, verð ur
nógv frost komandi dagar nar.
Síðani
verður
tátt
um
vikuskiftið, og seinni verð ur
aftur nógv kaldari. So tað eru
ongi útlit fyri, at ísurin, sum er
harðfreystur í løtu ni, nær at
bráðna í bræði.
Arbeiðsformaðurin í Tórs-
havnar Kommunu sig ur við
Sosialin, at tey royna at salta
um allan býin – ser liga har
Bussleiðin koyrir. Men tey
røkka tó ikki út í smáu
býlingarnar,
har
gongu-
breytirnar nú eru vorð nar
rættiliga gler stoytt ar. Eisini
sigur hann, at saltið býtur ikki
á, tá harð fryst er, so nú er
nyttuleyst at salta. Tá er kanska
fræg ari at stroya sand á.
Ja, d
Vilja sleppa undan fólkaatkvøðu
Politisk og fíggjarlig kreppa rakar aftur Ísland eftir at landsins forsti, Ólafur
Ragnar Grimsson hevur avvíst at skriva undir eina lóg um afturgjald av skuld
landsins til bretskar og hollendskar bankakundar. Væntað verður nú, at hart
kroysta tjóðin nú noyðist út í eina fólkaatkvøðu um lógina, samstundis sum
Ísland er í vanda fyri at verða sett á svartalista á altjóða fíggjarmarknaðinum.
Avgerðin hjá íslendska forsetanum kan eisini fáa avleiðingar fyri møguleikan
hjá Íslandi at sleppa upp í ES, og forsætismála ráðharrin, Jóhanna
Sigurðardóttir, dylur heldur ikki fyri sínai ónøgd við forsetan. – Avgerð
forsetans skapar iva um endurreisnina av íslendska búskapinum. Men vit ætla
fult og heilt at halda allar okkara skyldur mótvegis øðrum londum, sigur
Jóhanna Sigurðsdóttir sambært danska blaðnum Børsen.