Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-06, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. januar 2010síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 tíðindi Nr. 3 - 6. januar 2010 dett nú ikki… Klassisi grøni Viking gummi­ stivlin við skotsternuttum fóðri er bestseljarin hjá Andreasi í Vágsbotni í hálku. Hann hev ur góðan botn við tjúkkum ríp um, og hóskar væl, bæði í fjall og í fjøru. Eisini er hann favoritturin hjá harumonnum. Tvey næstan eins sløg av gummisólum við metalsnirlum undir. Annað parið hevur velcroband upp um fótablaðið, sum fær alt at sita fastari á fótinum. Fæst hjá Siri. Gummisóli við einum petti av grovum sand­ pappíri frá Jógvani Weihe. Várskeið í Kvøldskúlanum Tórshavnar Kvøld-, ungdóms- og listarskúli bjóðar nýggj skeið fram í næstum, og enn eru pláss eftir til skeiðini “Kreativ maskinbroderí “, “Lívsdygd á ellisárum” og “Persónlig vælvera og røkt”. Nærri kunning um skeiðini og tilmelding er at lesa niðanfyri ella á heimusíðuni www. kvoldskulin.fo . 5% arbeiðsloysi í november Arbeiðsloysið var 5,0 prosent í november, og er hetta er ein vøkstur uppá 0,6 prosent stig. Árstíðarjavnaða arbeiðsloysið í november var 5,1 prosent. 796 mannfólk og 593 konufólk vóru fulltíðararbeiðsleys í november. Størsta arbeiðsloysið er í Norðoyggjum. Arbeiðsloysið vaks í øllum sýslum í oktober, uttan í Vága Sýslu har arbeiðsloysið stóð í stað. Størsti vøksturin var í Suðuroy, har talið av arbeiðsleysum øktist við 21 prosentum í mun til oktober mánað, úr 162 fólkum uppí 206 fólk. Minsta arbeiðsloysið var í Eysturoy og Vága Sýslu. Uppgerðin vísir at arbeiðsloysið er størst millum tey 16–34 ára gomlu og tey ið eru 54 ár og eldri. Arbeiðsloysið vaks í øllum aldursbólkunum uttan hjá teimum ið eru eldri enn 54 ár. Lagt til rættis: Rigmor Dam Myndir: Jens Kristian Vang og Polfoto Góða gamla loysnin við einum gomlum skóleisti ella hálvhosu út yvir skógv ella stivla. Kanska ikki so lekkurt endiliga, men loysnin forðar helst mongum frá reyvafalli í hálkuni. Skóleisturin liggur væl um ristina og fýkur ikki av í heilum.