Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-06, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. januar 2010síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 tíðindi Nr. 3 - 6. januar 2010 Sýta íslendingar fyri at staðfesta Icesave- lógina, verður tað eitt álvarssamt bak- kast fyri íslendska um dømið uttanlands, og landið kann ikki rokna við viður kenn- ing innan altjóða fíggj arheimin. Har- afturat fer ein tílík avgerð uttan iva at skaða royndirnar hjá Íslandi at fáa lima- skap í ES Ísland Árni Joensen arni@sosialurin.fo Útlendskir fjølmiðlar eru ikki mjúkir at strúka, nú íslendski forsetin, Ólafur Ragnar Grímsson, hevur sýtt fyriv at staðfesta lógina, sum skuldi áleggja ríkinum at rinda bretum og niður­ lendingum 28 milliardir krón ur í endurgjaldi fyri húsa gangin hjá Icesave­ bankanum. Sum væntað eru bretskir fjølmiðlar sera hvassorðaðir, og har er er niðurstøðan, at Ísland er ikki til at líta á og eigur at verða viðfarið har­ eftir í framtíðini. Danska Børsen skrivar, at Ísland rennur undan bretskari bankaskuld. Norska VG skrivar, at íslendingar nokta at rinda kreppuskuld, og aðrir fjølmiðlar siga íslend­ ingar vera ábyrgdarleysar. Okkurt lívgandi orð fáa íslendingar í útlendsku fjøl­ miðlunum. Íslendingurin Jón Daníelsson, sum er professari á London School of Economics, roynir í ein­ ari grein í blaðnum Inde­ pendent í dag at vísa bret­ um, hvussu ómetaliga stór uppgáva tað verður hjá ís ­ lend ingum at rinda Ice save­ skuldina. Hann vísir á, at skuldu bretar goldið somu upphædd samanborið við fólkatalið, skuldu teir gold­ ið meiri enn 40 milli ardir pund um árið ella helmingin av tí, sum tað kostar at reka tað bretska heilsuverkið. Ávirkar ikki IMF Fleiri fjølmiðlar halda, at Ísland er í størri kreppu nú, enn tá bankakreppan leikaði harðast á. Munurin er bara, at nú er kreppan politisk, og tað kann vísa seg at fáa minst líka álvarssamar av leið ingar sum banka krepp an. Millum annað varð sagt, at semjan við bretar og niðurlendingar um Icesave var ein fyritreyt fyri, at Al tjóða Gjaldoyragrunnurin játtaði íslendingum lán til eina búskaparliga endur­ reisn. Men Jóhanna Sigurð­ ar dóttur, forsætisráðharrim, segði longu beint eftir frá­ boðanina frá forsetanum, at avtalan við IMF var ikki í vanda, og tað váttaði grunn­ urin eisini seinni í gjár. Mark Flanagan, sum vegna grunnin hevur ábyrgd ina av samskiftinum við Ísland, kunngjørdi, at semjan um Icesave er ikki nøkur treyt fyri viðurskift­ unum millum Ísland og IMF. Hann legði tó afturat, at grunnurin fer at tosa við íslendsku stjórnina um støðuna, men at málið er at hjálpa íslendingum burtur úr fíggjarkreppuni, sum land ið er í. Tosaðu um at fara frá Íslendska stjórnin hevur ikki dult fyri, at hon er sera misnøgd við avgerðina hjá forsetanum at vísa Icesave­ lógini frá sær. Stjórnin sat á regluligum stjórnarfundi, men valdi at hava ein steðg, so ráðharrarnir kundu hoyra avgerð forsetan kunngera avgerð sína í útvarpi og sjón varpi. Fjølmiðlarnir skriva, at tá stjórnarfundurin varð settur aftur, var misnøgdin so stór, at fólk umrøddu møgu­ leikan, at stjórnin legði frá sær. Tey samdust kortini um at halda fram. Tað er greitt, at tey vinstragrønu eru ikki samd um Icesave­ málið, og spurningurin er, um og hvussu tað kann ávirka fólkaatkvøðuna. Fólkaatkvøða í februar Jóhanna Sigurðardóttur, for sætisráðharri, segði aft­ an á ein fund í tingbólkinum hjá Samfylkingini í gjár­ kvøldið, at stjórnin fer nú at fyrireika fólkaatkvøðuna um Icesave­málið. Stjórnin hevði í gjár og í gjárkvøldið fund við umboð fyri bankakervið og vinnu­ lívið fyri at kunna seg um støðuna. Eisini hevði stjórn­ in fund við andstøðuna um ta politisku støðuna, og har var semja um at kalla Al ­ tingið saman síðst í hesari vikuni at viðgera uppskot mum fólkaatkvøðu. Politiskir eygleiðarar vænta, at fólkaatkvøðan um Icesave­lógina kann haldast í februar. Eingin torir at gita um úrslitið. Ein kann­ ing fyrr vísti, at umleið 70 prosent høvdu atkvøtt ímóti Icesave­lógini, um málið kom til fólkaatkvøðu. Tað kemur tað nú, men eygleið­ arar í Reykjavík vænta, at tær ógvusligu atfinningarnar úr øðrum londum kunnu fáa nógvar íslendingar til at atkvøða fyri, tá saman um kemur. Krevja forsetan frá Tað eru ikki allir íslendingar, sum eru so fegnir um av ­ gerðina hjá landsins forseta at sýta fyri at staðfesta lógina um Icesave­bankan, sum Altingið samtykti tann 30. januar. Á Facebook hava mong sagt seg vera so misnøgd og vónsvikin av forsetanum, at tey vilja hava hann at fara frá. Blaðið Vísir skriv­ ar, at undan fráboðan for­ setans fyrrapartin í gjár høvdu umleið 600 fólk gjørt vart við seg á Face­ book, men í gjárkvøldið var talið næstan trífaldað. Tey seinastu tølini vísa, at um ­ leið 5.700 vilja hava for­ setan frá, meðan onnur 5.570 vilja hava hann at verða sitandi. Fleiri kendir íslendingar – eisini úr tí politiska um ­ hvørvinum – eru millum teirra, sum vilja hava Ólaf Ragnar Grímsson frá, eitt nú Jónína Rós Guðmunds­ dóttir, tingmaður hjá Sam­ fylkingini og Sóley Tómas­ dóttir, sum er floksskrivari hjá Vinstri Grønu. Ísland ríður á eggini Ólafur Ragnar Grímsson, forseti, boðar frá avgerð síni fyrrapartin í gjár Mynd: Vísir Jóhanna Sigurðardótur, forsætisráðharri, var sjónliga sera misnøgd við avgerð forsetans Mynd: Morgunblaðið Kanna ráðharrafelag Kriminaldeildin hjá norsku løgregluni hevur gjørt av at kanna ein tilburð, tá alifelagið Sinkaberg­Hansen misti fleiri túsund laksar úr einari alistøð sein asta heyst. Felagið hevur upplýst fyri myndugleikunum, at 10.000 laksar sluppu til rýmingar, men keldur hjá sjónvarpinum TV2 hava upplýst, at tað rætta talið kann toga í 90.000. Tað sermerkta við hesum málinum er, at norski fiskimálaráðharrin, Lisbeth Berg­Hansen, er partaeigari í alifelagnum Sinkaberg­Hansen. Sjálv sigur hon við NTB, at hon hevur einki ímóti, at kriminalløgreglan kannar málið, og hon er sannførd um, at felag hennara verður fríkent. Royndu flogtrygdina Írska løgreglan hevur slept einum manni, sum bleiv tikin á flogvøllinum í Dublin seinasta hósdag við spreingievnum í viðførinum. Tað vísti seg, at maðurin arbeiddi fyri løgregl­ una í Slovakia, og at hetta var ein roynd at vita, um trygdar­ eftirlitið í Írlandi er nóg gott. Írska sjónvarpið RTE sigur, at trygdareftirlitið avdúkaði sjey av teimum átta ólógligu lutunum, sum maðurin hevði í viðførinum. Sum skilst hevði slovakiska løgreglan ikki kunnað sínar myndugleikar um royndina, og slovakiski innanríkisráðharrin hevur biðið írsku stjórnina um umbering, skrivar Reuters.