Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-06, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. januar 2010síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 3 - 6. januar 2010 23 viðmerkingar Hevði bara ein einasta saklig grundgeving verið fyri, at nýggja Heilsu­ trygd skal vera í Klaks­ vík, hevði einki meira verið at sagt um tað. Men eingin slík grundgeving er, og aftur er prógvað, at heilaga grøvin er væl vard, verða stovnar lagdir alla aðrastaðni! Gamla orðatakið um, at nýggir kustar feia best, stendur enn eina ferð fyri falli. Nú tað var nýggjur landsstýrismaður, ið skuldi taka støðu til, hvar nýggja Heilsutrygd skuldi vera, var væntandi, at hann ikki datt í somu grøv sum fleiri av teimum royndaru, ið fyrst og fremst royna at tryggja sínar egnu heims­ rustir, tá stovnar skulu hava bústað. Men eisini hesin nýggi datt í grøvina, tí enn hevur hann ikki lagt fram eina einastu sakligu grund fyri, at Heilsutrygd júst húsast best í Klaksvík. Nakrar grundgevingar eru nevnd­ ar, men tær eru als ikki sakligar – og í besta føri sera tunnar. Hvørki fak­ ligar, fíggjarligar ella vanliga rationellar grund­ gevingar eru komnar fram, men bert slíkar, ið mest líkjast verju av tilvildarligum avgerðum! Sostatt bendir einki á, at landsstýrið enn hevur sæð skriftina á vegginum, men bara roynir at fortelja øðr­ um, hvussu landsins ognir verða best røktar og vardar – uttan sjálvt at vita ella vísa, hvat tað merkir. Vit hava ferð eftir ferð sæð, hvussu milliónir oman á milliónir verða blástar upp í luftina, tí nú skal nakað nýtt og øðrvísi roynast, og so er eisini hesa ferð. Her er einki nýtt! Haltar allar vegir Landsstýrismaðurin hevur brúkt sum grundgeving, at Klaksvík er eitt upplagt val, tí har er stutt til bæði apotek og sjúkrahús. Tann treytin verður eisini upp­ fylt í Havn og á Tvøroyri, men tó hevur ongantíð ver­ ið ætlað annað, enn at Heilsutrygd skuldi til Klaksvíkar. Og hvat ólukk­ an hava forrestin apotek og sjúkrahús við tað at gera, hvar Heilsutrygd skal húsast? Í Klaksvík skal Heilsu­ trygd halda til í leigaðum hølum, so tí vita vit longu nú, at leiguútreiðslur verða av stovninum. Vildi lands­ stýrismaðurin víst sam­ felagssinni og spart eitt sindur, kundi hann í staðin valt Havnina, Fuglafjørð ella Tvøroyri, tí har eiga sjúkrakassarnir longu høli. Og har hevði verið klárt at flutt inn beinanvegin – uttan eina krónu í leigu­ útreiðslu! Teir 11 sjúkrakassarnir hava tilsamans havt smá 15 ársverk, men nú skal alt landið avgreiðast av teim­ um báðum starvsfólkunum, sum frammanundan eru í starvi í Klaksvík – og lands stýrismaðurin sigur, at starvsfólk hjá Heilsu­ málaráðnum skulu hjálpa til at byrja við. Álvaratos, hava tey ikki annað at takast við í Heilsumála­ ráðnum, enn at hjálpa landsstýrismanninum at føra lokalpolitikk við Heilsutrygd, tí landsstýris­ maðurin hevur gloymt at hugsa seg um, áðrenn hann í óðum verkum hevur lagt stovnin í Klaksvík? Og hvat við hinum 13 fólkun­ um, sum nú missa síni størv, tey hevur lands­ stýrismaðurin enn ikki borið upp á tungu. Í nýggjársrøðu síni til Føroya fólk sigur løg mað­ ur, at vit nú fara at skriva nýggjan kapitul í heilsu­ søgu Føroya, tá nýggja skipan við almannari heilsutrygd kemur í gildi. Skipanin er samhaldsføst og ger umsitingina smid­ ligari og bíligari – gamaní, men hví so ikki taka støði í tí. Hví ikki heldur gera brúk av fleiri av teimum, ið gjøgnum árini hava vunnið sær drúgvar royndir á økin­ um í teimum 11 sjúkra­ kassunum, ið hava verið frammanundan? Her sær svart út við fakliga grund­ ar lagnum, ið ofta er tað fyrsta, ið verður ofrað, tá stovnar fyri ein og hvønn prís skulu leggjast á per­ sónliga heimabeitinum hjá avvarðandi landsstýris­ manni. Her er alt sum fyrr! Órógvandi grundgevingar Tað er veruliga spell at síggja, at vit ikki eru kom­ in longur, tí hetta er eitt klassadømi um, hvussu landsstýrið arbeiðir við bindi fyri eyguni. Grund­ gevingarnar eru ongar, men kortini ber til hjá einum landsstýrismanni at trumfa sítt ígjøgnum – kosta, hvat tað kosta vil! At tað í síðsta enda óivað kostar meira, at fakliga grundarlagið kanska má leggjast heldur lægri, at stovnurin helst ikki virkar optimalt – tað hevur minni at siga, bara yvirskipaða málið verður fylgt. Eyka­ kostnaðurin fyri at flyta Strandfaraskip Landsins er eitt talan dømi. At billa sær inn, at almennir stovnar skulu seta gongd á í útjaðaranum, og at teimum á baki kemur óivað betur vinnulív, mentanarlív og alt møgu­ ligt annað, er alt ein stór misskiljing, tí sum oftast er náttúrliga gongdin júst tann øvugta. Men tað hevur einki at siga, nú tað er blivið hægsti móti at fáa tømt miðstaðarøkið fyri almennar stovnar – sjálvt um tað ikki virkar. Landsstýrismaðurin kundi víst seg sum undan­ gongumann, hevði hann valt at hugt at heildini, heldur enn bara at fylgt lokalpatriotiskum áhuga­ málum. Hann kundi gingið undan, um hann tók tað besta frá fyrrverandi sjúkra kassunum og á fíggjar liga skynsaman hátt gav Heilsutrygd karmar, ið vóru uttan eykaútreiðslur. Men hann valdi heldur at ganga í fótasporunum hjá teimum, ið halda tað geva besta úrslit, at almennir stovnar verða spjaddir í so nógvar ættir sum gjørligt, hetta hósat at løgmaður í nýggjársrøðuni slær fast, at kravið fyri breiðum semjum at røkka settum málum er at tora at hava felags langtíðarmál og seta egnu áhugamál til viks fyri at tæna landi og fólki. Hetta er tíverri reglan, heldur enn undantakið, og tí mugu vit enn eina ferð ásanna, at visjónir ikki er sterkasta síðan hjá lands­ stýrinum. Tað snýr seg tíverri framvegis um rossa­ handlar og egin áhugamál, har órógvandi grund­ gevingar ongantíð koma upp í part, og tí liggur landið vælsaktans eisini, sum tað liggur! Skammið tykkum! Bara ikki í Havn… borgarstjóri Heðin Mortensen Blaðstýrarin á Sosialinum, Jan Müller, tykist hava fing ið rætta beinið út av songarstokkinum, táið tað lýsti fyri degi í gjára morg­ unin. Við væl spískaðum blýanti greinar hann ein av trupulleikunum, sum hetta samfelagið er við at hoykna undir ella undan. Bólgnandi umsitingina, ið er farin at líkjast alt meiri yvirísingini umborð í Torkeli Mána á Ný Funna­ landsmiðum í fimtiár­ unum, táið teir brendu gálgarnar av honum við skeribrennara, fyri at fáa kjølfestuna aftur. Tað var um reppið, at teir hóraðu undan, operatiónin eydnað­ ist tó hesum djørvu vala­ monnum, og allir bóru boðini. Aðalráðini eru nú til umrøðu, og gitt verður, hví rúgvan bara rúmkast. Nevnt verður, at løgmaður, fíggjarmálaráðharrin og vinnumálaráðharrin hava róð framundir, at talið verður skert, helst niður í seks aðalráð. Teir hava valdið til at gera tað, á sama hátt sum teir høvdu valdið til at seta tey níggju ráðini, táið seinra syftan av eini ABC­samgongu varð skipað, fyri hálvum øðrum ári síðani. Ynskidreymurin hjá blaðstýraranum um, at hendan samgongan fer at gera broytingina, er í blá­ oygdara lagi. Ein sam­ gonga, ið ikki hongur saman av politiskum hug­ sjónum, visiónum og málum, hon hongur hin­ vegin saman í eini ísa­ kaldari valdsins terror javn­ vág, har tað snýr seg um at býta á skinninum við politisk um taburettum og positioneringum. Tað broytir onki um, at hava ein løgmann, sum á Rás2 hendan dagin, las alt idékatalogi hjá Tjóðveld in­ um upp, frá einum fíggjar­ lógaráliti, sum um, at hetta varð kósin, ið samgongan nú fór at stevna eftir. Bágin er, at onki hendir, bremsur­ nar eru sleptar, spitarin frystur og bíða verður bara eftir ørandi sjónini ­ upp­ ganginum frá kølbláa havinum, táið upsin verður slept. Talið av aðalráðum er úrslitið av eini politiskari kabalu. Ætlanin er bara kvantitativ, kvalitativa hug­ takið er ikki komið monn­ um til hugs yvirhøvur. Blaðstýrarin ilskast serliga um nýskipaða ráðið í uttan ríkismálum. Hetta var hugsað sum eitt týðandi lið í skipanini av føroyska statinum. Við negativa tjóðskaparliga ambitións­ niveau´num hjá hesi sam­ gonguni, um ævinligt fram haldandi danskt hjá­ landastøði, er nýggja ráðið meiningsleyst, serliga táið vit sita eftir við einum skralltómum løgmans­ embæti. Hartil eru fólka­ floksmenn somikið væl organiseraðir og mæltir fyri munni, at tørvur skuldi ikki verið á einum almenn­ um propagandaminister­ ium, fyri hálvthundrað milliónur krónur um árið, fyri at halda teirra hjólum rullandi. Tað finst bara ein møgu­ leiki fyri at broyta um rødda mál, og tað er at gera neyðugu ásetingarnar í Stýrisskipan Føroya. Sjálvur skrivaði eg eitt uppskot um hetta vegna flokk okkara fyri sløkum ári síðani. Løgtingsmál no. 143/2008. Har varð mælt til at broyta stýrisskipanina soleiðis, at tingmannatalið skal lækkast úr 33 niður á 25 tingmenn, og at áseting­ in um manning av lands­ stýri skal orðast soleiðis, at vera skal ein løgmaður og í minsta lagi tveir og í mesta lagi seks landsstýrismenn. Soleiðis slepst við lóg undan ynskidreymunum hjá diverse persónum og flokkum, táið landsstýri skulu skipast, umsitingin minkar og gerst heilt víst munadyggari og ratio­ nellari fyri tey, sum umsitingin er skipað fyri at tæna, og hol er tá sett á eina neyðuga trimming av almenna geiranum, ið hevur vaksið seg til hálva dráttin í samlaða føroyska samfelagsgeiranum. Flokkarnir hjá teimum trimum, sum í oddagreinini sigast vera eldhugaðir fyri at gera omanfyrinevndu broytingar, vóru ikki sinnaðir at fremja broytingarnar. Havast skal í huga, at tveir teirra eru floksformenn og ein næstformaður, og táið atkvøtt var um uppskot okkara dagin fyri flaggdagin í fjør, tá atkvøddu bara umboð fyri Tjóðveldi fyri uppskotinum, ímeðan allir hinir flokkarnir atkvøddu ímóti tí, sum teir nú uppá hvamsvís siga seg at taka undir við. Sic transit gloria mundi – soleiðis týnist heimsins skart. Umsíðir ein oddagrein, ið gnævar undan rúgvuni tórbjørn jacobsen