mikudagur 6. januar 2010síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
ÍTRÓTTARBLAÐIÐ
Sosialurin 6. januar 2010
Tá KÍ valdi at siga upp
samstarvið við Tony
Paris, varð hetta gjørt
sum burturvísing. Altso
sum uppsøgn uttan løn
í uppsagnartíðini. Við
hesum gjørdist Paris ein
ímynd av tungu gongdini
hjá KÍ, og partvíst var tað
hetta, sum hann í gjár fekk
uppreisn fyri
Tað byrjaði so væl. Stemningurin
var í toppi, tá KÍ á sumri 2005 helt
tíðindafund.
Orsøkirnar vóru tvinnar. Við
einum nýskipaðum fíggjar grundar
lagið, har gomul skuld var ruddað
burtur, og har felagið nú hevði
trygt lendi at standa á, skuldu fyrstu
fetini móti visjón 2009 takast. Ein
visjón, sum ætlandi hevði við sær,
at KÍ um ikki so langa tíð aftur
skuldi teljast millum tey bestu í
føroyskum fótbólti.
Hin parturin av pakkanum var
staðfestingin, sum leingi hevði ver
ið ein giting. Tony Paris – maðurin,
sum í 1999 førdi KÍ til greipuna –
hevði skrivað fýra ára sáttmála við
felagið, soleiðis at hann skuldi
ganga á odda í menningini av
felagnum.
Hendingin við Høgna
Fyrsta árið varð eisini góðkent. Tað
eydnaðist ikki at vinna heiðurs
merki í landskappingini, men eitt
fjórða pláss á talvuni umframt ein
tapt steypafinala móti B36 var væl
og virðiliga innan fyri mark av tí,
sum viðhaldsfólkini høvdu roknað
við.
Og sjálvur segði venjarin eisini, at
hetta var eitt fínt útgangsstøði
undan 2007, har varðin skuldi
lagast enn hægri.
Men tað var nú ikki júst tað, sum
hendi. Í landskappingini gekk av
skriðjuni til. KÍ var fram til summar
steðgin í støðugum stríði kring botn
linjuna, og harði leiðslustílurin hjá
Paris tóktist ikki vera rætti peda gog
iski heilivágurin til at lyfta avrikið.
Heilt galið gjørdist tað, tá KÍ á
heimavølli tapti móti GÍ. Ein skúm
andi Høgni Madsen varð skiftur út,
og eftir at hava verið undir brúsuni
kom spælarin inn um gyrðingina
og yvir til venjarabeinkin, har hann
við ómisskiljandi faktum segði
bæði Tony Paris, øllum áskoðarun
um og myndatólunum hjá 32, hvat
hann helt um venjaran.
Var talan um ein venjara, sum
hevði uppbakning í felagnum,
hevði slík gerð uttan iva alt fyri eitt
borið við sær, at spælarin varð
burturvístur.
Men tað hendi ikki í Klaksvík.
Ístaðin gjørdist tað venjarin, sum
fekk sekkin, tá summarsteðgurin
stóð fyri framman. Enntá við eini
uppsøgn, sum varð givin uttan
lønarendurgjald av nøkrum slag.
Í bakspeglinum kann væl sigast,
at Tony Paris neyvan var einasti
trupulleikin, sum KÍ hevði at drag
ast við. Eyðun Klakstein, sum tók við
venjarasessinum, helt liðnum
flótandi í 2007, men eisini hann
mátti boyggja seg í 2008, og í
seinastu umførunum var tað Petur
Mohr, ið enn eina ferð ageraði sum
bjargingarmaður hjá KÍ. Ein roynd,
sum tó miseydnaðist í 2009, tá
fuglfirðingurin enn einaferð varð
tilkallaður. Og so var staðfestingin,
at KÍ ikki longur var partur av bestu
føroysku fótbóltsdeildini.
Strukturellir trupulleikar
Frá nógvum síðum gjørdist Tony
Paris ein ímynd av trupulu
gongdini hjá klaksvíkingum. Men
hóast hann neyvan var lýtaleysur í
so máta, so er eingin ivi um, at talan
eisini hevur verið um aðrar meira
grundleggjandi trupulleikar.
Meistaraheitið í 1999 var ein
varði, sum byggjast skuldi víðari á,
og við Tomislav Sivic sum nýggjum
venjara var KÍ til reiðar at halda
fram við sigursgongdini. Serbin
hevði havt frálík úrslit í VB og B36,
og í Ungarn hevur hann síðani
staðið seg framúr. Men í Klaksvík
bar einki serliga væl til hjá honum.
Danski profilurin við fortíð í
Eysturríki, Ove Flindt Bjerg, tók yvir,
men her endurtók sama søgan seg,
áðrenn Paris varð tilkallaður.
Við øðrum orðum hevur KÍ roynt
seg við fýra venjarum (umframt
Peturi Mohr sum næstan føstum
bjargingarmanni) í eitt tíggjuára
skeið, uttan at hetta hevur lyft
besta liðið móti teimum heilt stóru
hæddunum.
Fíggjarliga hevur felagið tvær
ferðir verið um at kollsiglt, og sein
asta bjargingarroyndin í so máta
var samstundis við til at tappa
felag ið fyri spælarar, soleiðis at
niður flytingin gjørdist eitt tema frá
fyrsta leikdegi í fjør.
Og nú hóttir fíggjarligi veruleikin
enn einaferð. Hálv millión skal finn
ast til Tony Paris, sum fekk stað fest,
at ein skrivaður sáttmáli er nakað,
ið skal virðast.
Venjarin, ið varð móttikin sum
ein Messias, gjørdist kanska ikki
nak ar Judas. Heldur kann leik lut ur
in sammetast við Pontius Pilatus, ið
tváðaði sínar hendur, og segði seg
vera ósekan í blóðinum á hesum
rættvísa manni.
Paris: Frá Messias
til Pilatus
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk
Paris varð roknaður sum
maðurin, sum veruliga
skuldi lyfta KÍ móti
tindunum. Ístaðin gjørdist
hann ímyndin av fallinum,
sum felagið hevur havt.
Eitt fall, sum nú hevur havt
við sær, at KÍ ikki longur er
í fremstu røð í føroyskum
fótbólti