Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-06, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. januar 2010síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 6. januar 2010 – Nr. 3 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 25 Dossena fer aftur til Italia Stórar vónir vóru til Andrea Dossena, tá hann kom úr Udinese til Liverpool á sumri í 2008. Spátt varð, at Dossena skuldi gerast tann komandi vinstri bakkurin á italska landsliðnum, og at hann fór at fáa sítt stóra gjøgnumbrot í Premier League. Men soleiðis kom tað ikki at verða. Fabio Aurelio var valdur framum, og Dossena hevur stórt sæð bara slitið beinkin hjá Liver pool í hálvtannað ár. Longu áðrenn hetta kappingarárið byrjaði, vóru tað fleiri italsk feløg, sum høvdu áhuga í at skriva sáttmála við Dossena. Nú eru Liverpool og Napoli samd um eina upphædd fyri Dossena. Norska TV2 skriv ar, at Liverpool fær eina upphædd, sum svarar til 40 miljónir norskar krónur, sum er umleið helvtin av tí upphæddini, sum Liverpool læt fyri Dossena í 2008. Hálvfinalur avlýstar vegna kava Kuldin ger veruliga um seg í Onglandi, og tað gongur eisini út yvir fótbóltin. Fyrra hálvfinalan í Liga Cup kappingini millum Blackburn og Aston Villa, sum skuldi verða í gjárkvøldið er útsett til óásetta tíð. Hálvfinalan millum Man chester City og Manchester United, sum skuldi verða á City of Manchester leikvøllinum er eisini útsett. Tað er tó ikki orsaka av vallarviðurskiftunum, at hálvfinalurnar eru útsettar, men orsaka av væntandi trygduni hjá teimum sum ferðast til og frá dystunum. - Vit royndu til tað síðsta at finna ein møgu leika fyri at fáa dystin avgreiddan. Men tá vit hugsaðu um manglandi trygd ina hjá viðhaldsfólkunum í hesum ringa veðrinum, so valdu vit at avlýsa dystin. Ikki minst tá vit hava ta ræðuligu veðurforsøgnina fyri mikudagin í huga, sigur Garry Cook við BBC. Fekk uppreisn Meira enn pengarnir var tað umdømið, sum taldi fyri meg, segði Tony Paris, tá Rás2 í gjár tosaði við hann Hóast hann helst er best lønti venjarin, sum hevur verið í føroyskum felagsfótbólti. Og hóast hann uttan iva er tann venjarin, sum hevur fingið mest pening við sær eftir eina uppsøgn, so vóru tað ikki pengarnir, sum drivu verkið hjá Tony Paris. Tað var í øllum førum tað, sum hann segði við Rás2, tá hann í gjár varð spurdur um úrskurðin í sakarmálinum. - Eg eri nøgdur. Eg fekk ikki fult viðhald í fíggjarliga kravinum, men tað var ikki tað, sum hevði størsta týdningin. Eg vildi hava uppreisn fyri ta dálking, sum hevði verið av mínum navni, og hana meti eg meg hava fingið. - Pengarnir høvdu ikki avgerandi týdningin í so máta. Tað høvdu teir heldur ikki, tá eg gjørdist venjari í KÍ. Eg kom aftur til Klaksvíkar, tí eg eri góður við felagið, og tað eri eg framvegis. Júst hetta er úrslit av, at kanska tveir – og serliga ein persónur - í KÍ vildu av við meg frá fyrsta degi. Teir persónarnir hava eftir mínari fatan eisini høvuðs- ábyrgdina av, at KÍ í dag er har, sum felagið er. Men teir persónarnir eru sjálvandi heldur ikki longur partur av felagnum, segði Tony Paris millum annað við Rás2. mørk Kann gera enda á KÍ Hóast Tony Paris ikki fekk helmingin av tí, sum hann kravdi frá KÍ, so sigur formaðurin, at endurgjaldið kann gera enda á KÍ Beint oman fyri hálvu milliónina. Tað var endaliga talið, sum KÍ skal gjalda, fyri at seta punktum í málinum millum felagið og Tony Paris. Og tað er eitt tal, sum kann seta punktum fyri fótbólti í Klaksvík. - KÍ eigur ongar pengar í dag. Vit gjørdu eitt stórt arbeiði fyri at rætta skútuna upp fíggjarliga í 2009. Og vit komu til eitt støði, har vit kunnu reka felagið víðari. Men hatta er ein upphædd, sum vit ikki hava í kassanum. - Í ringasta føri kann hetta tó merkja, at KÍ ikki er til meira. Um so er, so noyðist felagið at byrja frá botni aftur, sigur Tummas Lervig, formaður í KÍ, við Rás2. Hann sigur víðari, at enn er ikki endalig støða tikin til, um felagið tekur við dóminum. - Vit hava nevndarfund í kvøld (týskvøldið, red.), og her fara vit at gera okkara niðurstøðu í málinum. Vit hava so 14 dagar til at gera av, um vit taka við dóminum ella kæra. Men hinvegin hevur Tony Paris eisini 14 dagar til at gera av, um hann er nøgdur við dómin. Hálv millión Umframt endurgjald til Tony Paris upp á $73.000 (svarandi til kr. 376.000) og sakarmálskostnaðir upp á kr. 60.000, skal KÍ eisini rinda rentur fyri kravið frá stevningardegnum. Hesar rentur eru nú uppgjørdar til góðar 64.000 krónur, og er samlaða rokningin tí beint omanfyri hálva millión. mørk KÍ høllin gjørdist bjarg­ ingin, tá KÍ varð umskipað í 2005. Nú kann ognarluturin í høllini verða tað, sum bjargar felagnum, tá rokningin til Tony Paris skal gjaldast KÍ hevði eina risastóra skuld, tá felagið á sumri 2005 varð um - skipað. Uppsamlaða undirskotið var somikið stórt, at okkurt heilt álvars- ligt skuldi henda, um felagið skuldi hóra undan, og saman við eitt nú Norðoya Sparikassa varð ein loysn skrúvað saman. Hendan loysnin innibar, at eitt nýstovnað felag keypti KÍ-høllina frá KÍ fyri á leið seks milliónir krónur. Nýstovnaða felagið hevði tvær milli ónir í partapeningi, og av hes- um átti KÍ aðra. Hin helmingin átti Heim, ið er íløgufelag hjá Norðoya Sparikassa. Tær seks milliónirnar, sum KÍ fekk fyri søluna, vórðu – umframt eina millión til partapening – fyri tað nógva nýttar til at gjalda skuld við. Og hartil varð smápartafelag stovn- að. Eitt smápartafelag, sum skuldi taka sær av rakstrinum av besta mansliðnum hjá KÍ. Síðani hevur sjálvt KÍ verið rikið uttan tær heilt stóru fíggjarligu armrørslurnar, og einasta aktivið, sum kann skapa neyðuga gjaldføri til at betala eina hálva millión, eru partabrøvini í felagnum, sum eigur høllina. Hvør ein møguligur keypari skal verða, er so eitt annað mál. Heim – ognarfelagið hjá Norðoya Spari- kassa – er kanska ein møguleiki. Eisini, tá hugsað verður um, hvussu stóran lut Norðoya Sparikassi hevur í átt í teimum endurskipanum, sum eru framdar í KÍ. Ein annar hugsandi møguleiki er hondbóltsfelagið, Stjørnan. Sum er, er Stjørnan partur av KÍ, men júst hetta sakarmálið kann hava við sær, at Stjørnan endaliga slítur frá fót- bóltinum. Hetta fyri ikki at risikera ein húsagang av viðurskiftum, sum einki hava við hondbóltspartin at gera. Og triði møguleikin er sjálvandi Team Klaksvík, sum er hitt hond- bóltsfelagið í býnum. Felagið leigar seg í løtuni inn í nýggju bad- minton høllini, men tað er ikki nøkur forðing í so máta at skifta høll. Og sum eitt lítið kuriosum kann her nevnast, at formaðurin í Team Klaksvík eitur Fríðin Ziskason. Sami maður, sum er nevndar for- maður í Sp/f KÍ. Høllin kann bjarga KÍ KÍ høllin var partur av bjargingarpakkanum, tá KÍ varð umskipað í 2005. Enn eigur KÍ helmingin av felagnum, sum eigur høllina, men ein avhendan av hesum partabrøvum kann verða tað, sum nú bjargar felagnum jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk