Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-01-06, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. januar 2010síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 6. januar 2010 – Nr. 3 Eivind farin úr nevndini hjá Tjaldri Á eykaaðalfundi í gjár varð nýggj bráðfeingisnevnd vald. Eivind Jacobsen er ikki longur partur av nevndini. Fyri jól stóð greitt, at eitt slit var ávegis millum hond­ bóltsfelagið, Tjaldur, og formannin seinnu árini, Eivind Jacobsen. Á heima síðu felagsins skrivar felagið, at bert tríggir nevndarlimir vóru í uppskoti, og tí virka hesi í eini fyribils nevnd, til regluligi aðalfundurin verður í mai mánaði. Til ta tíð er ætlanin, at fimm fólk aftur manna nevndina. Tey, sum nú manna nevndina, eru Dánial Hansen, Niels Peter Bech og Johnny Lamhauge. Nevndin hevur skipað seg við Dánial Hansen sum formanni. Daniel Rapa gevst í Neistanum Daniel Rapa, sum seinastu mánaðirnar hevur havt høvuðsábyrgdina av kvinnunum hjá Neistanum, hevur sagt seg úr venjarastarvinum. Tað skrivar heimasíðan hjá Neistanum. Daniel Rapa hevur ikki verið nøgdur við samstarvið og valdi tí at gevast. Birgir Hansen, sum áður hevur staðið á odda fyri H71, og Solveig Birgersdóttir skulu standa á odda fyri liðnum, tað sum eftir er av kappingarárinum. – Tað er serliga takkað verið spælarunum, sum í fjør valdu at spæla við hjartanum enn fyri peng­ unum. Viðhaldsfólkini skulu ikki stúra fyri fíggjar­ ligu støðuni, sigur Kristjan á Neystabø, stjóri í FC Tórshavn P/F Seinasti fjórðingurin í 2008 varð kanska ein hin daprasta tíðin í søguni hjá B36. Felagið var í svárum fíggjarligum trupulleikum. Og tað var ein hvøllur brestur fyri bróstið hjá trúðføstu fjepparunum, tá tað var greitt, at høvuðsstaðarfelagið stóð nær eini tvangsniðurflyting í niðastu deildina. Men bjargingin var ikki langt burturi. FC Tórshavn P/F varð sett á stovn, har 20 mans settu tilsamans eina millión krónur í felagið. Stjóri er Kristjan á Neystabø, sum í fleiri enn 20 ár hevði sitið í nevndini og verið formaður í B36. – Málið í ár er at fáa felagið aftur á beint og samstundis liggja mill­ um tey fremstu liðini, segði Kristjan á Neystabø við Sosialin undan kappingarbyrjan í fjør. Hetta seinna vísti seg ikki verða meira enn ein dreymur. Tí ítróttar­ liga gekk av skriðuni í 2009. Plássið í Vodafonedeildini varð ikki tryggjað fyrr enn í seinasta leikumfarinum, meðan liðið í steypakappingini mátti lúta fyri TB longu í øðrum umfari. Men hóast tað eru tríggir mán að­ ir til kappingarárið 2010 verður sparkað ígongd, eru greiðar ábend­ ingar um, at B36 fer at standa seg munandi betur ítróttarliga komandi árið. Aftur á beint Við tilgongdini av serliga Bárði Olsen, Símuni Joensen, Dmitrij Janko vic og Hjalgrími Elttør hava fleiri hug at yppa øksl at B36. Tí leikarar, sum hava staðið seg væl í bestu føroysku fótbóltskappingini seinastu árini, eru neyvan heilt ókeypis. ­ Hvør betalur gildið? Sama felag, sum var um at fara á heysin fyri nøkrum mánaðum síðani, skrivar ein kjakari á kjak.org. ­ Og hvat hendir, um B36 ikki fær úrslit í ár? Aftur á heysin?, spyr ein annar á somu kjaksíðu. Kristjan á Neystabø hevur sein­ asta árið havt fíggjarligu støðuna hjá felagnum um hendi: ­ Tað er serliga takkað verið spæl­ arunum, sum í fjør valdu at spæla við hjartanum enn fyri pengunum. Tað er felagið serstakliga takksamt fyri. Vit spardu eina rúgvu av peng­ um, og lønarlagið er nú munandi lægri enn fyri fýra árum síðan. Leiðslan setti í verk ymiskar skipanir fyri at fáa pengar til vega, og tað hevur eydnaðst so mikið væl, at felagið kann fáa leikarar aðrastaðni frá, sigur Kristjan á Neystabø. B36 fær ikki pengar frá altjóða fótbólti í ár. Er talan um fleiri privatar stuðlar ella lýsarar? Ella velja tit at satsa í ár? ­ Vit satsa ongantíð. Leiðslan er fullgreið yvir, hvar pengarnir fara. Vit hava fingið pengar frá stuðlum og lýsarum, men brúka ikki meira enn vit eiga. Tað skulu viðhaldsfólkini ikki stúra fyri, sigur Kristjan á Neystabø, stjóri í FC Tórs­ havn P/F. Jógvan Martin Olsen, sum er formaður í føroyska fótbóltsvenjarafelagnum, sigur, at ein vandi fyri uppsøgn altíð er til staðar, og at hetta er nakað, sum venjarar mugu fyrihalda seg til, tá sáttmáli verður skrivaður Fótbóltsvenjarafelagið, sum varð stovnað í fjør, er fyrs og fremst eitt fakligt forum hjá føroyskum venjarum og ikki eitt fakfelag fyri venjarar, soleiðis sum tað annars var upp á tal fyri trimum árum síðani. Tí vil Jógvan Martin Olsen ikki gera tær heilt ítøkiligu viðmerk­ ingarnar til sakarmálið, sum hevur verið millum Tony Paris og KÍ. ­ Nú kenni eg ikki sáttmálan, og hatta er ikki ein venjari, sum er innan fyri okkara skipan. So eg fái sum so ikki gjørt viðmerkingar til gongdina í uppsagnarmálinum. Men eg trúgvi ikki, at hatta er ein sáttmáli, sum varð undirskrivaður, um tað var ein føroyskur venjari, sum sat hinumegin borðið, sigur Jógvan Martin Olsen. Men hevur ein venjari, ið virkar sum venjari burturav, ikki eins góð­ an rætt til uppsagnartreytir, sum ein og hvør annar starvsmaður? ­ Fyrst og fremst er venjara gern­ ingurin broyttur so øgiliga nógv. Tekur tú bara nøkur fá ár aftureftir, so var tað næstan so, at ein venjari hoyrdi til eitt felag. Í dag er venjarin ein partur av game’inum, og tú mást millum annað átaka tær leik­ lutin sum tann, ið traðkar fram mót­ vegis fjølmiðlum og áskoðarum. Og tá er tað so, at um tað gongur væl, fært tú rós og herðaklapp, meðan tað hinvegin eisini merkist, um tað gongur illa. ­ Vit eru eisini fleiri, sum arbeiða sum venjarar burturav. Fyrst og fremst tí, at tann tíðin, har tú kundi fyrireika eina venjing í bilinum, meðan tú koyrdi frá arbeiði til venjing, er farin. Í dag eru krøv um individuella venjing, testing av hvørjum einstøkum spælara og so framvegis. Tí mást tú arbeiða nógv meira nágreinuliga. Tað eru snøgt sagt nakrar skyldur, sum tú mást liva upp til, um tú krevur at arbeiða fulla tíð við venjarayrkinum, og tað gongur sjálvandi báðar vegir, so ­ leiðis at venjarar eisini tryggja seg. ­ Men júst hvussu ein venjari tryggjar seg í eini uppsagnarstøðu, er ein forhandlingsspurningur hjá einstaka venjaranum. Og eg trúgvi ikki, at vit sum felag vildu lagt okkum útí eina støðu, har eitt felag hevði uppsagt ein av okkara limum. Hartil eru vit slettis ikki komin, sigur Jógvan Martin Olsen. mørk Vit eiga pengarnar Ein venjari kennir treytirnar jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk Formaðurin í før­ oyska fótbólts­ venjara felagnum heldur ikki, at sáttmálin, sum KÍ gjørdi við Tony Paris, hevði verið skrivaður, um talan var um føroyskan venjara B36 hevur styrkt munandi um hópin. Men sambært formanninum hevur felagið ikki spent seg meira fíggjarliga, enn ráðiligt er