mikudagur 6. januar 2010síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 6. januar 2010 – Nr. 3 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 27
Sigfríður Clementsen skal
í komandi kappingarári
standa á odda fyri einum
hamskiftum B36-liði. Í
vetur eru sjey leikarar
higartil lagdir afturat
hópinum. – Vit hugsa fyrst
og fremst um at vinna
okkum altjóða luttøku,
sigur B36-venjarin
Bárður Olsen. Símun Joensen.
Dmitrij Jankovic. Hjalgrím Elttør.
Ingi Højsted. Heini í Skorini.
Eftir eitt miseydnað kappingarár í
fjør, tá tað við bit og slit eydnaðist
B36 at sleppa undan niðurflyting,
eru stórar broytingar farnar fram í
leikarahópinum. Seks nýggir
leikarar eru lagdir afturat
leikarahópinum. Og við Sigfríða
Clementsen sum høvuðsvenjara
eru greið tekin um, at liðið nú aftur
skal mynda oddan í føroyskum
fótbólti.
- Vit hugsa fyrst og fremst um at
vinna okkum altjóða luttøku.
Avbjóðingin verður at spæla
nýggju menninar saman sum
skjótast, so vit eru til reiðar frá
byrjan, sigur Sigfríður Clementsen.
Jankovic helst avgerandi
Sigfríður Clementsen hevur øll síni
venjaraár dúva serliga upp á
verjupartin. Ein avgerð sum hevur
eydnaðst væl, tí hann hevur vunnið
føroyameistaraheitið og steypa-
kappingina við bæði B36 og EB/
Streymi. Við B36 var hann eisini
fyrsti venjarin, sum hevur vunnið
eitt føroyskt lið víðari í altjóða
kapping.
Tollaksmessudag var kunngjørt,
at verjuleikarin Dmitrij Jankovic
aftur skal spæla við B36. Hann átti í
2008 ein av høvuðsleiklutunum, tá
hvíta høvuðsstaðarfelagið vann
bronsuheiðursmerki og rakk final-
uni í kappingini um Løgmans-
steypið.
- Eg vænti, at hann verður stýri-
maðurin í verjupartinum í ár. Hann
hevur prógvað sítt virði í føroyskum
fótbólti áður, og eg eri sera fegin
um, at hann er tøkur, sigur Sigfríður
Clementsen.
Elttør skal skjóta mál
Nú Brima Koroma eftir øllum at
døma ikki heldur fram í B36, hevur
Sigfríður Clementsen ongan veru-
ligan framherja at ráða yvir. Hann
sigur, at ætlanin er ikki beinleiðis, at
Hjalgrím Elttør skal røkja hesa upp-
gávuna. Men klaksvíkingur skal í
øllum førum skjóta mál.
- Nú fáa vit at síggja. Hann plagar
at skjóta millum 10 og 12 mál hvørt
kappingarár, og tað vænta vit eisini,
at hann ger í B36. Um tað so verður
sum vongur ella framherji er ikki
avgjørt, sigur Sigfríður Clementsen.
Hann vísir á, at Jákup á Borg,
Johan Ellingsgaard, Bergur Midjord,
Høgni Eysturoy og Christian Mou-
ritsen eisini kunnu røkja upp-
gávuna sum framherjar, hóast teir
vanliga spæla á øðrum plássum.
Helst tveir afturat
Sambært Sigfríða Clementsen er
ikki víst, at B36 ikki fær størri til-
gongd í vetur.
- Vit fylgja sjálvsagt við. Er møgu-
leikin fyri leikararum, sum eru
áhug aðir og vit meta kunnu styrkja
okkum, so vísa vit tí ikki aftur alt fyri
eitt, sigur B36-venjarin.
Men Sigfríður Clementsen – er
stóra tilgongdin ein treyt, sum tú
setti fyri at standa á odda fyri B36?
- Nei. Leiðslan sær fegin, at B36
kappast í oddanum av føroyskum
fótbólti. Mín uppgáva verður at
standa á odda fyri liðnum, sigur
Sigfríður Clementsen.
Koroma og Holmberg gevast
Framherjin Brima Koroma og miðvallarin Dennis Holmberg vóru í
farna kappingarári stuðulsleikarar hjá B36. Men tað verða teir eftir
øllum at døma ikki í ár. - Vit vænta ikki at síggja teir aftur í felagnum.
Teir fara helst at royna aðrar avbjóðingar, sigur Sigfríður
Clementsen, venjari hjá B36. Heini í Skorini og Fróði Clementsen,
sum eru uppvaksnir í felagnum, taka hinvegin lut í venjingunum hjá
B36 í vetur. Heini í Skorini spældi í seinnu kappingarhálvu í fjør við
FC Hoyvík, og Fróði Clementsen hevur seinasta hálva árið verið
knýttur at hópinum hjá EB/Streymi.
Stjørnan vann stórt
StÍF hevði ongan livandi kjans, tá ið tær í gjárkvøldið vitjaðu
hjá Stjørnuni í Klaksvík. Oddaliðið í Sunset-deildini vann við 18
málum. Stjørnan legði seg fram um beinanvegin í dystinum,
og eftir fyrstu 10 minuttirnar var ikki nakar spenningur í
dystinum longur. Í hálvleikinum var Stjørnan frammanfyri
21-10, og klaksvíkskvinnur øktu um munin í seinna hálvleiki.
Úrslitið av dystinum var 38-20 til Stjørnan, sum harvið heldur
fast um oddaplássið í Sunset-deildini, har Stjørnan kappast við
Tjaldur. Stjørnan hevur nú 20 stig fyri 11 dystir. Tjaldur hevur
18 stig fyri 10 dystir.
Beckham angrar, at
hann fór úr United
Í samrøðu við BBC 5 Live sigur David Beckham, at
hann øvundar Ryan Giggs, sum kann enda sína
yrkisleið í Manchester United
Í februar skal David Beckham spæla ímóti sínum fyrrverandi
liðfeløgum í Manchester United, tí tá kemur AC Milan á vitjan á Old
Trafford, tá liðini skulu spæla 1/8 finalu í Champions League. David
Beckham viðgongur nú alment, at hann øvundar Ryan Giggs, som
hevur spælt fyri Man chester United alla sína yrkisleið. – Við bretsku
útvarpsrásina, BBC 5 Live sigur David Beckham: - Eg hevði elskað at
hava verið verandi í Manchester United alla mína yrkis leið, og ikki
spælt fyri nakað annað felag, men soleiðis skuldi tað ikki gerast,
staðfestir David Beckham.
Heiðrar Giggs
David Beckham heiðrar sínum gamla liðfelaga, Ryan Giggs: - Tað
krevur at verða ein ógvuliga ser stakur persónur, og ein ógvuliga
serstakur fótbóltsspælari, fyri at kunna spæla í einum fótbóltsfelagi í
so mong ár. Ryan (Giggs red.) hevur verið so mong ár í felagnum, at
hann kemur at verða ein partur av Manchester United restina av
lívinum. Hann er ein ektaður Man chester-drongur, og tað hevur víst
seg í verki. David Beckham sigur seg verða ernan av, at hava spælt á
sama liði, sum Ryan Giggs. – Eg taki tað sum eina stóra æru at hava
spælt á sama liði, sum Ryan Giggs, og gjøgnum hesi árini kom eg at
kenna hann, sum persónur og spæl ari. Ryan hevur alla framgongd,
og allan heiður uppibornan, undir strikar David Beckham yvirfyri BBC
5 Live.
Ikki vísur í HM
David Beckham sum skal spæla við AC Milan hetta kappingarárið út,
avdúkar at hann kennir seg ikki vísan í, at hann fær eitt pláss í
HM-hópinum hjá Fabio Capello, tá enska landsliðið skal til HM-enda-
spælið í Suður-Afrika komandi summ ar. – Eg havi ongantíð vænta
mær nakað. Eg veit, at eg má spæla nógv, og spæla væl fyri AC Milan.
Hetta eri eg til reiðar at gera. Øll vita, at eg eri til reiðar at arbeiða
ógvuliga hart fyri at gerast ein partur av HM-hópinum hjá Onglandi,
sigur David Beckham við BBC 5 Live.
heris@sosialurin.fo
Heri Simonsen
B36 miðar eftir
Evropa
uni@sosialurin.fo
Uni Holm
Johannesen
Við tilgongdini av Dmitrij Jankovic metir B36-venjarin, at hann hevur fingið spælaran, sum kann stýra
verjupartinum hjá liðnum