mikudagur 6. januar 2010síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 3 - 6. januar 2010
viðmerkingar
Nú formansval stendur fyri
durum í Føroya Fiski
manna felag, og kapping
aftur er um formanssessin,
fari eg at nýta høvi at takka
limum okkara fyri tey
farnu trý árini, eg havi sitið
við róðrið. Trý ár, sum
fullkomiliga hava broytt
felagið og arbeiðsháttin hjá
felagnum.
Føroya Fiskimannafelag
er nú aftur eitt rættiligt
fakfelag, sum sjálvandi
fyrst og fremst berjist fyri
áhugamálunum hjá limun
um. Og her meini eg ítøki
liga fyri hvørjum einstøk
um limi, ið hevur verið fyri
órætti ella í aðrar mátar er
komin illa fyri. Tað sama
er galdandi fyri heilar
mann ingar ella partar av
manningum, ið eru sleptar
upp á fjall ella komnar
undir trýst frá reiðarínum.
Hesin arbeiðsháttur
eyðkendi ikki Fiskimanna
felagið í tíðini undan mín
um formansskeiði. Fleiri
limir hava fortalt mær, at
teir ikki altíð kendu seg
vælkomnar á gátt á
Bryggju bakka. Fyrrverandi
formaðurin ígjøgnum meir
enn trýati ár noktaði í fleiri
førum at tosa við teir,
tíansheldur koyra nakað
mál fyri teir mótvegis
reiðara ella øðrum
myndug leikum. Tað kom
meir enn so fyri, at heilar
skipsmanningar máttu
venda í hurðini, tí formað
urin ikki ynskti at tosa við
teir. Møguliga tí hann við
síni blaðútgávu hevði ov
nógv um oyruni.
Soleiðis er ikki longur.
Hesi farnu trý árini er talið
av reistum málum hjá
fiski monnum fleirfaldað.
Ikki tí, at tað í sjálvum sær
er nakað gott tekin um
støðuna hjá limum okkara.
Tvørturímóti hevði verið
munandi betri fyri allar
partar, um hetta ikki var
so. Tí so vitnaði tað kanska
um eina sunnari vinnu og
harvið betri umstøður hjá
hvørjum einstøkum um
borð.
Hópin av málum hava
altíð verið har, men hesi
vóru bara ikki áhugaverd
hjá undanfarnu leiðslu í
Føroya Fiskimannafelag.
Men um bert viljin er til
staðar, eru dømini mong
um, hvussu eitt fakfelag
sum okkara kann gera
mun.
Vinna flestu mál
Lat meg nevna nøkur
dømi. Ávísir reiðarar royna
oftani at snúgva sær undan
nøkrum av sáttmálabundnu
krøvunum. Í flestu førum
er talan um vantandi hýru,
feriupengar ella pensjón.
Tá ætlanin hjá slíkum reið
ara ikki eydnast, tí fiski
menn mótmæla og krevja
sín rætt, fer reiðarin onk
un tíð so langt, sum til
persónliga at hótta við at
renna teir í land. Ikki bert
er hetta forkastiligt, men
beinleiðis ólógligt. Slíkan
framferðarhátt hjá reiðar
um hava vit fleiri dømi upp
á seinastu trý árini. Tíbetur
koma fiskimennirnir til
okkara, tí uppgávan hjá
einum fakfelag er júst at
taka sær av slíkum. Í allar
flestu førum taki eg mær
persónliga av málunum,
tosi við limirnar, útvegi
allar viðkomandi upp lýs
ingar og skrivi síðani eitt
upprit til sakføraran hjá
felagnum, sum fer víðari
við málinum í rættin. Í so
at siga øllum førum hava
vit vunnið hesi rættarmál
ini.
Tað er í stóran mun slíkt
virksemi, sum hart vunna
limagjaldið hjá fiskimann
inum verður nýtt til. Ikki
sum fyrr, tá tað millum
annað fór til kostnaðar
mikla blaðútgávu, ið
hvørki fíggjarliga ella á
annan hátt sást aftur sum
nakar vinningur fyri lim
irnar.
Vit føra eisini nógv rætt
ar mál mótvegis trygging
arfeløgum, Almanna
stovuni, Als og øðrum
myndugleikum, har fiski
menn eru komnir í knípu.
Sum nakað nýtt bjóðar
Fiskimannafelagið limum
løgfrøðisliga hjálp. Til
dømis í samband við keyp
av bústaði, bili ella øðrum
ognum.
Ein partur av arbeiðstíð
ini hjá mær fer eisini til at
tosa við limir, sum eiga
pening til góðar í reiða
rínum, ella har reiðarin
roynir at trýsta hýrupro
sentið hjá manningini
niður. Higartil er hetta
ongantíð eydnast nøkrum
reiðara uttan í tí eina førin
um. Men sum tey flestu
helst vita frá fjølmiðlunum,
varð reiðarin ta ferðina
settur upp á pláss, tí hann
noyddist at ganga við til
eina semju.
Betri eftirløn
Hesi farnu trý árini havi eg
sum formaður í Fiski
manna felagnum verið við
til nærum at tvífalda eftir
lønina hjá fiskimonnum. Í
miðal úr 2,2 prosentum
upp í 3,7 prosent. Eg hava
eisini staðið á odda fyri at
skaffa eina betri trygging,
har limirnir fáa munandi
meiri burturúr. Millum
annað fær ein fiskimaður,
sum fer um pensjónsaldur
útgoldið umleið 75.000
krónur í hondina.
Tíverri hevur arbeiðið í
nevndini hjá felagnum
verið nakað darvað av
ósemjum og bakbitum frá
ávísum nevndarlimum.
Harafturat hevur fyrrver
andi formaðurin í felag
num – sum tann vánaligi
taparin hann er – leikað í
sum óður og nýtt hvørt
høvi at spilt undrirritaða
út, har orð sum karakter
morð nóg illa røkka til.
Ikki bert tapti fyrrverandi
formaðurin so dyggiliga
móti mær. Nei, hann fekk
enntá fægst atkvøður av
øllum trimum valevnunum.
Ein veruleiki, sum hann nú
trý ár aftan á formansvalið
framvegis ikki hevur sæð í
eyguni.
At nevndin í stóran mun
hevur koyrt í tveimum
bólk um, er sjálvandi
óhepp ið, men ómøguligt
hevur verið at sloppið
undan hesum. Vit í meiri
lutanum kunnu sjálvandi
ikki góðtaka, at tey fáu
uppskotini frá minnilutan
um, sum hava verið løgd á
borðið, nærum uttan
undan tak hava havt til
enda máls at hjálpa reiðar
unum. Til dømis við at
lækka hýruprosentið og
harvið skerja inntøkurnar
hjá fiskimonnum. Tað
sigur seg sjálvt, at hetta
kunnu hvørki ein fakfe
lags formaður ella tey, sum
vilja limunum væl, góð
taka. Og tað verður ikki
við mær sum formanni, at
eitt slíkt mál nakrantíð
kemur ígjøgnum.
Eisini er tað mær púra
óskiljandi, at ávísir nevnd
ar limir beinleiðis hava
mótarbeitt, at vit sum
fakfelag hava átikið okkum
leiklutin at koyra rættarmál
fyri limir okkara mótvegis
reiðarum, ið fremja órætt.
Eg spyrji bara, um tað ikki
er hetta, ið limirnir hava
valt okkum til, og sum tí
má vera okkara fremsta
uppgáva?
Ístaðin fyri berjast saman
við okkum, ið einans gera
skyldu okkara mótvegis
limunum, endar tað oftani
við grovum persónligum
álopum á undirritaða.
Reiðari sum formaður?
Góðu fiskimenn! Eg havi
onki ímóti at fáa kapping í
samband við formansvalið.
Tit skulu bara gera tykkum
eitt greitt, og tað er, at
mót valevnið hjá mær bæði
hevur verið skipari og
reiðari. Og hvar halda tit,
at hansara hjarta liggur?
Hjá fiskimonnum? Nix!
Hendrik Old hevur altíð
verið reiðarans maður við
húð og hár bæði á landi og
á brúnni. Og hetta kemur
ikki at broytast fyri tað, um
hann setir seg við róðrið á
Bryggjubakka. So mikið
kann eg lova tykkum.
Sum løgtingsmaður í
meir enn 20 ár, er hann
harafturat fyri langari tíð
síðani vorðin eitt við tað
politiska systemið, hvørs
fremstu áhugamál eru at
skerja okkara hart vunnu
rættindi, herundir sjó mans
frádráttin. Flokkur hansara
sigur seg berjast fyri teim
um lágløntu og veiku í
samfelagnum. Tað kann
væl vera, at onkur í flokk
inum ger tað, men ikki
Hendrik Old, sum í Løg
tinginum øll 21 árini helt
seg langt úti á høgra vongi
á javnaðarliðnum. Altso er
Hendrik Old ein funnin
fressur hjá reiðarunum,
sum í hesi løtu sita spentir
og bíða eftir úrslitinum av
formansvalinum og vóna,
at hann vinnur valið.
Eg veit av egnum roynd
um, at soleiðis hanga
tingini saman. Ta fyrstu
tíðina eftir at eg varð
valdur til formann, kom
tað meir enn so fyri, at
reiðarar í onkrum fundar
steðgi togaðu meg til síðis
fyri at yvirtala meg at taka
undir við teirra áhuga mál
um. Tá tað ikki eydnaðist
teimum at “keypa” meg
fóru teir sjálvandi eftir
øðrum limum í nevndini
hjá felagnum, og her hevur
hepnið eftir øllum at døma
verið munandi størri.
At mótstøðan móti mær
alsamt er vaksin hjá reið
arunum, taki eg sum eitt
herðaklapp, tí so veit eg, at
eg havi vart mínar egnu
limir. Hinvegin eru innan
hýsis bakbitini móti mær
og okkum, sum veruliga
verja føroyska fiskimannin,
ikki serliga hugalig, sjálvt
um bæði eg, og tey sum
taka undir við mær,
ótroytti liga hava arbeitt
víð ari til frama limir
okkara.
Heima á jólum
Um tit velja meg aftur,
kann eg lova tykkum lim
um, at eg – eins og farnu
trý árini – framvegis fari at
nýta hvønn arbeiðsdag í
árinum til at berjast fyri
tykkara rættindum. Tað
verður ikki við mær sum
formanni, at politikararnir
sleppa at avtaka inntøku
trygdina hjá okkum
fiskimonnum, sum ávísir
partar alment hava róð
framundir. Inntøkutrygdin
er staðfest í sáttmála okk
ara, og eitt so grovt brot á
sáttmálan fær sjálvandi tær
avleiðingar, at flotin verður
lagdur sama dag.
Heldur ikki verður tað
við mær sum formanni, at
fiskimenn á trolarum og
nótaskipum skulu vera við
til at gjalda olju, sum reið
ararnir settu krav um í
undanfarnu sáttmálasam
ráðingum. Hetta gera
manningar á línuskipum,
men tað hevur søguligar
orsøkir. Hinvegin nýta
línuskipini munandi minni
olju, og sostatt tyngja hesar
upphæddir ikki hýrurnar í
so stóran mun. Tó fara eg
at arbeiða fyri, at oljuút
reiðsluparturin hjá mann
ingum á línuskipunum
minkar og helst heilt
verður avtikin.
Fyri fólk umborð á
trolarum og línuskipum
hevði felags oljuútreiðsla
merkt munandi skerjing í
hýruni, tí oljunýtslan á
hesum skipum er nógv
størri. Og hví skulu
fiskimenn gjalda eina
utreiðslu, sum teir onga
ávirkan hava á? Hetta fær
eisini óhepnar fylgjur í
aðrar mátar, tí tað fer at
frítaka reiðararnar fyri
ábyrgd av at spara olju.
Eg fari eisini at leggja
stóran dent á at fáa eftir
lønina ígjøgnum og seta
sum krav til næstu sátt
málasamráðingar, at mann
ingarnar fáa frí jólahalgi
dagarnar. Tað fer sam
stund is at spara upp á
fiski dagarnar, sum framm
an undan eru ov fáir.
Gott Nýggjár og gott val!
Tá Fiskimannafelagið aftur gjørdist fakfelag
formaður í Føroya
Fiskimannafelag
Jan
HøJgaard
Tíðindaskriv
Almannamálaráðið
Beint fyri jól samtykti eitt
einmælt Løgting uppskot
um broyting í forsorgar
lógini um hjálparráð. Við
nýggju broytingini er kom
ið á mál við fyrsta stignum
í arbeiðinum at endurskoða
forsorgarlógina.
Skipanin við hjálpar ráð
um er ein av okkara grund
leggjandi vælferðarskip
anum. Talan er um eina
kompensasjónsveiting,
hvørs endamál er mest
møguligt at bøta og linna
um brek hjá tí einstaka.
Endamálið er eisini at
javnseta persónar við breki
og at betra møguleikarnar
fyri integrasjón hjá tí
einstaka.
“Tað hevur nú í fleiri ár
verið tosað um týdningin
av at fáa greiðari reglur
fyri tænastur og veitingar
eftir forsorgarlógini. Hol
var sett á eina tilgongd í
vár og við nýggju broyting
unum er komið á mál við
fyrsta stignum“, sigur Rósa
Samuelsen, landsstýris
kvinna í viðmerking.
Yvirskipaða ætlanin við
arbeiðinum at endurskoða
skipanina við hjálparráðum
hevur verið at gera greið
ari, hvørji rættindi borgarin
hevur, og hvat tænastu
støðið fyri skipanina er.
Endamálið er somuleiðis at
fáa eina skynsamari stýring
av útreiðslunum til forsorg.
Hugtakið hjálparráð
fevnir um hópin av tólum
og lutum, sum verða nýtt
til at bøta um likamligt ella
sálarligt brek ella sjúku, ið
viðførir skerdan virkis
førleika.
Við hjálparráð, er at
skilja, bæði kropsborin
hjálparráð sum t.d. brillur,
hoyritól, ymiskar protesur
og serligan fótbúna, og um
hjálparráð, ið verða veitt
sum lán, sum t.d. koyri
stólar, samskiftisútgerð,
røktarsengur og ymisk
flutningstól.
Hjálparráðið skal vera
neyðugt fyri, at umsøkjarin
kann verða verandi í
arbeiði ella avgerandi bøta
um sjúkuna/avlamni ella
avgerandi lætta um í
gerandisdegnum í heim
inum.
Fyrsta málið rokkið