mikudagur 6. januar 2010síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 3 • 6. jan 2010
MIÐVIKAN
29
sum nú. Hetta var í oktober og
nógvur kavi, so vit máttu ganga til
Fugla fjarðar. Haðani fóru vit við
motorbátinum Almu til Funnings.
Men mamma saman við øðrum
mammum, millum aðrar Hansina
Husgaard, komu til Funnings
leygardagin eftir at vera við til
konfirmatiónina. Tær høvdu
gingið til Funnnsfjarðar og vórðu
førdar frá tí, sum kallast undir
Lúku til Funnings.
Pápi og Tummas har Niðri komu
við Almu sunnudagin, og vit fóru
so avstað aftur við Almu.
Konfirmantarnir úr Gøtu vóru
umframt meg sjálvan Andreas í
Tøvuni, Marsanna hjá Johannes
Jakku, sum seinni giftist við
Jakku skómakara,. Erik í Køkinum,
Petur Oluf hjá Tummas Hans og
Elisabeth fastur, Nikal Thomsen,
Hendrik hjá Zakaris Karl, Hans
Huusgaard og Simona á Rætt. Eg
eri einsamallur eftir av teimum
øllum.
Endiliga til skips
Eg fór ikki til skips fyrr enn í 1933,
tá eg var 17 ár.Eg var so lítil av
vøkstri, og mammu dámdi einki,
men tað stóð nógv á mær. Men
tað var nóg mikið at gera við
fyirfallandi arbeiði
Men tá fór eg við Henry
Free man hjá Jógvan Elias
Thom sen úr Sandavági. Skipari
var Sámal Hans Hansen úr
Norðra gøtu. Hann hevði nógvar
ungar dreingir úr Gøtu við.
Kona Sámal Hans, Marsanna,
var úr Tjørnuvík, og hann hevði
fleiri tjørnuvíkingar við. Ein av
teimum var Johan Simonsen,
sum giftist til Klaksvíkar, og sum
seinni gjørdist løgtingsmaður
fyri tjóðveldisflokkin. Hetta var
hann í tilsamans 16 ár. Eg minnist
Johan sum ein sera gløggan
mann. Johan giftist við Helenu,
sum ikki er minni gløgg. Henni eri
eg eitt sindur í ætt við. Langabbi
hennara Fuglfjarða Jógvan á
Trøllanesi var oldurabbabeiggi
mín. Helena er júst blivin 90 ár.
Helena hevði verið arbeiðsgenta
í Gøtu. Her var hon komin at
kenna Tór Thomsen, sum hon helt
saman við seinnu árini.
Petur Oluf, systkinabarnið, og
eg høvdu koyggju saman. Vit
vóru so smáir, at vit væl rúmaðust
í somu koyggju.
Hetta at fara til skips so ungur
var ótrúliga hart. Ein avbjóðing
var í sær sjálvum at gera sær
reiðskapin. Men reiðskapur hevði
altíð verið í húsinum, so tað var
ikki trupulleiki hjá mær, um eg
misti ein húk.
Sum aðrir av manningini hevði
eg keypt mær tubakk til túrin.
Táið eg fyrst á túrinum rullaði
mær eina sigarett kemur Sámal
og sigur við meg: »So leingi tú er
við her, sleppur tú ikki at roykja.«
Og soleiðis bleiv. Men so roykti
eg heima í staðin.
Sigast kann um Sámal, at hann
var góður við teir ungu. Sámal
var systkinabarn Petur Oluf
systkinabarnið. Pápar teirra vóru
beiggjar.
Eg var við Sámali í hesum
umfarinum í 1933-1935. Eg skuldi
eisini fara í 1936, men tá gjørdist
eg sjúkur og slapp ongan veg.
Eg havi ikki verið við deyð sigl-
ara. Vit nýttu segl men høvdu
eisini motor til hjálpar, sum
var tað vanliga tá á døgum. Tá
tað var so frægt lot, at skipið
kom fram við seglum, so bleiv
motorurin steðgaður.
Eg var tískil eisini undir Íslandi,
tá ið Nólsoy og Neptun gingu
burtur í 1934, sum nógv hevur
verið skrivað um í Miðvikuni. Tað
var eitt grúligt illveður ið var.
Í 1935 hevði eg blind tarms-
bruna umborð, men tað javnaði
seg, sum tað ikki altíð ger. Eg
lá bara til pínan var av, havi
kanska fingið okkurt doyvandi
eisini. Tann túrin høvdu vit eisini
samanstoyt við ein trolara, men
tíbetur hendi einki.
Meslingagrindin
Í december 1935 var tann víð-
gitna meslingagrindin í Gøtu,
sum førdi til, at meslingar fóru at
ganga víða um í landinum. Nógv
fólk doyði bæði í Gøtu og aðra
staðni.
Eg var ein av teimum fyrstu,
sum legðist saman við Óla Jákup
á Túvu. Hann kláraði tað ikki.
Eg kom so yvir tað, men tað var
ræðuliga stríggið.
Men foreldrini høvdu havt
meslingar. Í 1916 gingu eis ini
meslingar, og tá høvdu pápa-
beiggjarnir Johan Elias og Johan
Pauli havt teir.
Tað sama gjørdi beiggi mín Óli,
men hann doyðu av eftirsjúku.
Høgni svágur mín giftur við
Eriku hevði heldur ikki havt
meslingar. Mamma hansara doyði
annars av meslingum í 1916.
Hetta var so ógvuliga syrgiligt.
Mammubeiggi Høgna, Tummas
í Funningsfirði, hevði verið til
skips. Meslingar gingu, og hann
varð koyrdur í karantenu, tá ið
skipið kom heim. Tá hildið var,
at nú var sloppið, slapp hann til
hús.
Mamma Høgna, Anna Sofía
á Kletti, og Anna Louisa í
Jákupsstovu, sum seinni gjørdist
vermamma mín, avráða, at tær
skulu fara norður í Funningsfjørð
at ynskja beiggjanum og svág-
inum væl aftur komnan. Men tað,
sum tær ikki vistu, var, at Tummas
var útbrotin av meslingum á veg
til hús. Tá ið tær eftir henda
langa gongutúrin koma fram
og síggja, hvussu vorðið var,
kúvenda tær aftur til Norðagøtu.
Har var einki at gera. Tær máttu
í karantenu. Men so halda tær
eisini, at tær eiga nú ikki at vera
saman í karantenu, um nú bert
onnur var smittað. So verður
gjørt. Tað vísir seg, at bert Anna
Sofía er smittað og verður sjúk.
Tá tordi eingin at koma húsinum
nær. Tey bóru henni mat, og settu
hann á ein stein uttanfyri. Tískil
endaði tað við, at hon doyði uttan
at koma sínum nær aftur frá tí,
hon hendan morgunin fór hesa
vanlukkuferð.
Eftir sótu fimm børn. Tey flestu
fóru í onnur hús at vera. Høgni fór
til Syðrugøtu, og her koma hann
eisini at búgva restina av lívinum.
Tummas sjálvur doyði tveir dagar
eftir heimkomuna.
Høgni fekk so meslingar í 1935
og varð nokk so ringur.
Suffía hjá Jóan Eliasi var
eisini ring. Tey høvdu onga vón
um hana, men hon kom kortini
væl fyri seg aftur. Meslingar
gingu jú so sjáldan, og tá teir so
komu vóru teir so ógvusligir hjá
vaksnum fólki.
Símun Pauli úr Konoy var lærari hjá
fleiri ættarliðum av gøtufólki
Universitetið í Gøtu, har
Sofus Gregersen og eisini Óli
Jacobsen hava gingið
Johan Elias, Anna Malena og Jóan Pauli vóru pápasystkin Sofus
➘